nýta flogvallir har til álop á Irak. Tað er tó ikki heilt vist, at Slovakia og Slovenia fara upp í NATO. Val verður í Slovakia í september, og nógv bendir á, at flokkar, sum eru ímóti NATO-limaskapi, fara [...] fyri viðurskiftini á Balkan at lata Bulgaria og Rumenia fáa limaskap í verjusamgonguni. Amerikanarar hava mælt hinum londunum til at taka undir við bulgarskum og rumenskum limaskapi, eftir at tey bæði londini [...] at bara tvey evropeisk lond høvdu møguleika at koma upp í NATO í hesum umfari. Londini vóru Slovenia og Slovakia, men eftir uttanríkisráðharrafundin í Reykjavík nú um dagarnar bendir alt á, at fleiri onnur
bæði hava sýnt higartil í ár. HB hevur nevnliga snøgt sagt verið flúgvandi, og tveir sannførandi sigrar ímóti ávíkavist NSÍ og KÍ hava neyvan gjørt vónirnar um eitt gott HB ár minni. Hinvegin var støðan [...] B36 tó ikki verið serliga støðug, og í øllum er ein eyðsýnd orsøk til hetta. Miðvallarmotorurin hjá liðnum, Klæmint Matras, hevur havt ein drúgvan skaða í fótinum, og uttan hann at gera tað skitna arbeiðið [...] seg galdandi á liðnum. Uni Arge hevur havt eitt sindur av pínu í rygginum, men roknað verður fyri vist, at hann verður við mánadagin. Einasta ivamálið er Jóhannis Joensen, sum er staddur uttanlands, men
harav góð 140.000 pund var upsi og restin onnur fiskasløg. Vestmenningur landaði í Vestmanna, og teir høvdu á leið tað sama sum Fram. Mánadagurin var 2. hvítusunnudagur, og tí er hendan vikan ikki so long [...] væntar, at tvey skip aftrat koma inn at landa í vikuni. Tað eru Jaspis og Ametyst, sum væntandi landa fríggjadagin. - Tað er ikki vist, vit keypa fiskin hjá báðum skipunum, men tað kann hugsast, sigur vi
við skaða móti Skála. Talan var helst bara um eitt trælær, og hann hevur so verið og runnið, so vit rokna við, at allir eru klárir at tørna út. Og tá tosið fellur inn á vónirnar til dystin, letur Magni sum [...] sum líktist meistaraspælið, teir høvdu seks stig fyri tveir dystir og alt tóktist ganga sum eftir ánni. Ta ferðina vann GÍ tó dystin, og meðan gøtumenn síðani hildu áfram at vinna næstu sjey dystirnar á [...] heimadystirnir kasta trý stig av sær, og so er tað líka mikið, hvør mótstøðan er. So einfalt er tað, heldur liðskiparin. Annars sigur Rúni, at tað enn ikki er heilt vist, hvørjir leikarar verða tøkir til dystin
gearum og einum v-6 motori. Tað vóru limir í Føroya Ellisakførum, sum høvdu sett bilin uttan fyri Norðurlandahúsið, tí hetta er gamli ráðharrabilurin hjá Anker Jørgensen. Bilurin er frá 1976, og er vist [...] koyra í einum fínum Mercedes, tí tað gjørdi Hitler eisini, tá hann gjørdi innrás í Pólland og Eysturríki. Og so leggur hann skemtandi afturat, at hann hevði ikki brúk fyri einum bili, sum var til fólk [...] bilin, ætlar at seta hann í stand, hóast hann er heldur illa farin. Bilurin hevur sína serligu søgu, og tað ger tað serliga áhugavert, sigur hann. Tað hevur í mong ár verið siðvenja, at ríkisumboðsmaðurin
norðmenn arbeiða í løtuni á teimum 25 deildunum, sum Statoil og Hydro hava kring heimin. Bæði feløgini hava gjørt av at økja virksemið uttanlands, og tað fer at bera í sær, at talið á norðmonnum, sum skulu [...] ov fáar fyrispurningar um nýbygging, og tí gjørdi leiðslan í síðstu viku av at siga 200 fólk úr starvi. Sum er hevur skipasmiðjan bíleggingar um fýra bingjuskip og tvey skip til donsku verjuna. 2800 fólk [...] Noreg. Sambært blaðnum Aftenposten aftra fleiri seg við at taka av tilboðnum, tí tað er ikki altíð vist, at tey fáa arbeiði aftur, tá tey koma heimaftur. Harafturat ber skiftið vanliga í sær, at annað av
lærari er sjúkrameldaður, og ein annar er á skeiði. Um vit ikki vilja síggja skúlan, nú vit eru her kortini? Jú, tað vilja vit fegnir, og fara inn við teimum. Verða vístir runt og síggja, hvat Skopunar Skúli [...] pláss í skúlanum. Vit fara oman í bygdina og spáka eitt sindur í góðveðrinum. Fara inn í ein handil og hitta har onkrar skopuningar, sum hava hug at práta um leyst og fast. Men ikki um skúlan. Hava eingi børn [...] børn, sum ganga har, siga tey, og vita ikki so nógv soleiðis. Okkurt smávegis verður nevnt, men einki fyri vist kortini. Fólk eru sera varin og vilja ikki á nakran hátt leggja seg út í hetta málið, sum
í Føroyum og nær markinum eru á nógv djúpri vatni. Vit kenna hetta eisini aftur frá øðrum basengum kring alla verðina, í Norðsjónum og í Meksikanska flógvanum, har tú fer frá grunnum vatni og út á djúpt [...] árini í Norra. Richard arbeiður nú í Aberdeen og hevur fingið litið upp í hendi leiðsluna av leitingini við eitt nú Føroyar. Hann vitjaði herfyri í Føroyum og hevði fund á skrivstovuni hjá BP saman við fleiri [...] boringina í fjør og tað kanningararbeiðið, sum hevur verið gjørt eftir tað. Eisini var fundur við Oljumálastýrið. Vit spurdu Richard Hollingsworth, hvussu tað kann bera til, at eitt so roynt og professionelt
iga styrkisbýtið í fótbóltsheiminum er um at skifta. Tað varð nevnliga roknað fyri vist, at tað skuldu vera Póland og Portugal, sum komu víðari úr hesum bólkinum, men eftir teir báðar fyrstu dystirnar [...] hetta henda, skulu báðir favorittarnir spæla javnt móti hvørjum øðrum, vinna á ávíkavist USA og Suður Korea og so vóna, at hesi bæði londini eisini spæla javnleik sínamillum. Stórur dagur hjá USA Fyrsti [...] í undankappingini. Somikið gott hevði pólska spælið, at fólk vóru farin at tosa um úrslitini í ?74 og ?82 tá talan gjørdist um bronsumerki, men eftir dystin er hetta tagnað. Suður Korea var nevnliga allan
royna at frætta, hvussu liðini hugsa um dystin sunnudagin. Bæði GÍ og VB hava stóran tørv á trimum stigum í royndunum at fylgja oddinum, og tí kann roknast við, at tað verða tvey lið, sum vilja leypa á, sum [...] seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin. Gøtumenn mugu fyri vist verða Krzystof Popczynski fyriuttan. Hann hevur í alt ár drigist við skaða, og tó at hann hevur roynt at verið við í fleiri dystum, so tykist [...] on meiddi sær fótin í dystinum móti HB, og boðini úr Vági ljóða, at hann nú skal binda frið í einar tvær vikur. Palli Augustinussen sat á beinkinuum seinast, og hann er helst upplagdur trumfur at seta