Mugu fylgja við

GÍ-VB:
Bæði GÍ og VB eru í bólkinum, sum roynir at elta oddin, og tí eru trý stig av avgerandi týdningi sunnudagin

Upptakt

Boðini eru tey somu úr báðum legunum, tá vit royna at frætta, hvussu liðini hugsa um dystin sunnudagin. Bæði GÍ og VB hava stóran tørv á trimum stigum í royndunum at fylgja oddinum, og tí kann roknast við, at tað verða tvey lið, sum vilja leypa á, sum hittast í Sarpisgerði.

Fleri ivamál
Hjá báðum liðum er tó talan um fleiri ivamál, nú venjararnir leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til dystin.
Gøtumenn mugu fyri vist verða Krzystof Popczynski fyriuttan. Hann hevur í alt ár drigist við skaða, og tó at hann hevur roynt at verið við í fleiri dystum, so tykist einki røkjast fyri, at hann kann vera við, tá verandi liðfelagarnir skulu royna seg móti fyrrverandi liðfeløgum hansara.
Fleiri aðrir leikarar hjá GÍ hava drigist við smærri skaðar, men hóskvøldið tóktust flestu av hesum tó at vera tøkir. Ivasamt verður tó, at Magni Jarnskor verður førur fyri at taka lut, og tað kann verða trupult at fáa ta ferðina á spælið, sum annars hevur restað í hjá GÍ higartil í ár.
Eisini hjá VB tykjast onkur ivamál vera til dystin. Gisli Sveinbjørnsson meiddi sær fótin í dystinum móti HB, og boðini úr Vági ljóða, at hann nú skal binda frið í einar tvær vikur. Palli Augustinussen sat á beinkinuum seinast, og hann er helst upplagdur trumfur at seta inn á vongverjan.
Eisini tykjast vera eitt sindur av iva uim Tórð Holm, sum fyri tað mesta hevur verið eitt slag av jokara á miðvøllinum hetta árið. Hann kom inn í dystinum móti HB, men fekk okkurt sparkið ta ferðina, og hevur havt nakað av pínu síðani.
Annars tykjast hinir leikararnir at vera klárir, og spurningurin er so, hvørt venjarin aftur velur at broyta upp á liðið. Seinast setti hann Robert Ciezlewicz, Palla Augustinussen og Mørtan úr Hørg á beinkin, uttan at hetta tó bøtti um úrslitið, so tað er ikki óhugsandi, at rúm aftur verður fyri teimum sunnudagin.