Sjey lond á veg upp í NATO

Eftir uttanríkisráðharrafundin í Reykjavík bendir alt á, at sjey evropeisk lond hava møguleika at fáa limaskap í verjusamgonguni

Fyri bert fáum mánaðum síðani mettu vesturlendskir diplomatar, at bara tvey evropeisk lond høvdu møguleika at koma upp í NATO í hesum umfari. Londini vóru Slovenia og Slovakia, men eftir uttanríkisráðharrafundin í Reykjavík nú um dagarnar bendir alt á, at fleiri onnur lond kunnu vænta sær innbjóðing.
Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, væntar, at talan verður um sjey nýggj limalond.
Diplometar í Reykjavík siga, at hini fimm londini, sum koma afturat, eru Estland, Letland, Litava, Bulgaria og Rumenia, sum eftir øllum at døma gerast limir í heimsins sterkastu hernaðarsamgongu á vári næsta ár.
Russland hevur leingi verið ímóti, at tey trý Baltalondini fara upp í NATO, men nú Russland og NATO hava skrivað undir eina søguliga samstarvsavtalu, er russiska mótstøðan ikki so stór longur. Serliga russiski forsetin, Vladimir Putin, tykist hava broytt hugsan viðvíkjandi Baltalondunum.
Fleiri NATO-lond hava verið ímóti at lata Bulgaria og Rumenia fáa limaskap orsakað av teimum ivasomu demokratisku viðurskiftunum í teimum báðum londunum, men diplomatar siga, at londini hava fingið ein nýggjan hernaðarligan týdning eftir tað, sum hendi tann 11. september í fjør. Á fundinum í Reykjavík varð nevnt, at júst tað kann fáa avgerandi týdning fyri viðurskiftini á Balkan at lata Bulgaria og Rumenia fáa limaskap í verjusamgonguni.
Amerikanarar hava mælt hinum londunum til at taka undir við bulgarskum og rumenskum limaskapi, eftir at tey bæði londini hava játtað at lata USA nýta flogvallir til møgulig bumbuálop á Irak. Fyri USA hevur hetta stóran týdning, tí tað muslimska Turkaland hevur aftrað seg við at lata amerikanarar nýta flogvallir har til álop á Irak.
Tað er tó ikki heilt vist, at Slovakia og Slovenia fara upp í NATO. Val verður í Slovakia í september, og nógv bendir á, at flokkar, sum eru ímóti NATO-limaskapi, fara at vinna valið. Í Slovenia skal fólkið taka støðu á einari fólkaatkvøðu, og meiningakanningar vísa, at tey, sum eru ímóti NATO-limaskapi, fáa størri undirtøku enn hin parturin.