Upptakt
Tað var júst í heimadystinum móti GÍ, at skrædlið hjá HB byrjaði í fjør. Fram til tá hevði liðið spælt nakað, sum líktist meistaraspælið, teir høvdu seks stig fyri tveir dystir og alt tóktist ganga sum eftir ánni.
Ta ferðina vann GÍ tó dystin, og meðan gøtumenn síðani hildu áfram at vinna næstu sjey dystirnar á rað, steðgaði alt fullkomuliga upp hjá HB.
Tveir á toppinum
Tað tykist tó ikki, sum um tey í HB óttast eina endurtøku, hóast minnini frá í fjør sjálvandi enn eru hampuliga fesk.
- Tað er ikki heilt frítt, at vit hava ring minni frá júst tí dystinum, men tað er kortini ikki nakað, sum vit hugsa stórvegis um, sigur Rúni Nolsøe, sum aftur í ár er liðskipari hjá HB.
- Móti GÍ vita vit tó altið, at talan er um truplan dyst. Teir geva seg altíð fult út, so hóast vit ikki óttast teir, so hava vit sjálvandi virðing fyri mótstøðuni, men vónirnar hjá okkum til dystin verða ikki minni av teirri orsøk. Skalt tú vera í oddinum, so skulu heimadystirnir kasta trý stig av sær, og so er tað líka mikið, hvør mótstøðan er. So einfalt er tað, heldur liðskiparin.
Annars sigur Rúni, at tað enn ikki er heilt vist, hvørjir leikarar verða tøkir til dystin sunnudagin. Uni Arge hevur framvegis nakað av pínu í rygginum, og hann hevur ikki vant hesa vikuna, so tað líkist aftur hesa ferð einum tvey-manna álopi, sum tó framvegis er eitt hitt vandamesta í landinum.
Eisini Hans á Lað, sum í ár hevur spælt vinstri bakkur, tykist ivasamur. Hann fekk onkran snudd undir venjingini týsdagin og hevur ikki vant síðani. Ein upplagdur avloysari kundi verið Janus M. Joensen, sum hevur verið skaddur í fyrireikingunum til árið, men sum nú er um at koma fyri seg aftur.
Bert Bartal restar
Einasta fráveran, sum tykist raka GÍ sunnudagin, er Bartal Eliasen, sum fekk triðja gula kortið í eins nógvum dystum seinast. Í hansara stað verður eftir øllum at døma Pól Ennigarð, sum júst er komin aftur úr Danmark. Hann sat á beinkinum allar 90 minuttirnar seinast, men fær nú væntandi kjansin saman við Leivi Hansen í miðverjuni.
Annars tykist tað, sum um allir spælarar eru tøkir. Onkrir teirra hava drigist við skaðar, men liðskiparin, Magni Jarnskor, heldur tó, at tað nú gongur rætta vegin.
- Tað gongur í øllum førum tann vegin, at allir eru um at koma heilt fyri seg. Eisini Súni Olsen, sum noyddist út við skaða móti Skála. Talan var helst bara um eitt trælær, og hann hevur so verið og runnið, so vit rokna við, at allir eru klárir at tørna út.
Og tá tosið fellur inn á vónirnar til dystin, letur Magni sum vant væl at.
- Vit fara so altíð eftir sigrinum. Higartil hevur tað tó koyrt sera væl hjá HB, samstundis sum vit hava verið heldur tungir. Men vit mugu so onkursvegna royna at steðga teimum. Størsti trupulleikin hjá okkum hevur kanska verið, at vit koma ov seint í gongd, tá dysturin byrjar, og tað er so nakað, sum vit ikki hava ráð til í longdini, so tað skal helst broytast hesaferð, sigur Magni Jarnskor at enda.