sínum viðmerkingum«. Nú hevur Petur Petersen verið so stutt á undirvísingar- og mentamálastýrinum, at hann kanska ikki hevur lært, at rætta mannagongdin altíð er at venda sær til rætta viðkomandi. Rektarin [...] kann bara landsstýrismaðurin. Hinvegin kunnu vit seta rektaran í eina óhepna og keðiliga støðu, hevur hann ikki hug at stuðla lærarunum í hesum máli. Petur Petersen finnur als ikki nakað lógargrundarlag fyri [...] fyri, at rektarin skal gera »viðmerkingar« til nakað, sum ikki er »hansara borð« (onki hevur við hann at gera!). Sjálvt um tað er eyðsýnt, at Petur Petersen bara hevði hug til at vísa okkara ynski um at
Eftir seinasta val, stóð Tjóðveldisflokkurin í tí »løgnu« støðu, at hann var vorðin størsti flokkur. Nógv var gjørt burtur úr fullveldinum upp undir valið - onkur heldur kanska í meira lagi - men úrslitið [...] menna útjaðaraøkini í hesum landi, ístaðin fyri at miðsavna allan aktivitet í høvuðsøkinum, sigur hann. Er tað so orsøkin til framgongdina hjá flokkinum? ? Ja, millum annað. Nógvir føroyingar eru troyttir [...] á tí økinum, og endamálið við honum er millum annað at arbeiða við gransking í økismenning, sigur hann. Høgni Hoydal vísir á, at styrkin í okkara samfelag eru bygdirnar og økini. ? Tey duga sera væl at
málningur líka. Tað eru tíggju ár síðani Øssur Mohr byrjaði at mála. Hann gekk í kvøldskúla í tvey ár hjá Jóannes S. Hansen í Runavík, har hann lærdi at tekna. - Sum barn teknaði eg ikki meir enn onnur børn [...] eri eg ov tradisjónellur Ætlanin hjá Øssuri er at hava eina framsýning í Føroyum í ár ella næsta ár. Hann hevur tikið lut á trimum Várframsýningum í Listaskálanum og á øllum Ólavsøkuframsýningunum síðani [...] annars, men tí eri eg farin burtur frá aftur. Í 1993 var Øssur Mohr á listaskúla í Holbæk og har hevði hann ein finskan málara sum lærara. - Hesin lærarin, sum var ein kvinna, tosaði nógv um hetta, hví ein
skoraði Martin Reim við frísparki úr 22 metrum. John Petersen misti á veg fram, hann fekk fatur á aftur, men dómarin metti, at hann gjørdi fríspark, og Reim sendi uttanum manngarðin og dygst inn við stólpanum [...] Dreymurin ? og hann var ikki veruleikafjarður ? var, at upphitingin til landsdystin móti Litava í annaðvøld skuldi vera ein úrtøkan uppá í hvussu so er eitt og helst trý stig leygardagin. Soleiðis gekk [...] høgru og Pól Thorsteinsson í vinstru framrættaðir og konstruktivir, samstundis sum Óli Johannesen og Hans Fróði Hansen spældu við stórum myndugleika, og tað hevði einki forgjørt verið í, um føroyingarnir
spurningarnar frá Hornslet dómara. Heldur ikki hann situr í Fólkatinginum meir. Men tann sum fekk størstar trupulleikar, var Erik Ninn-Hansen, løgmálaráðharra. Hann varð stevndur inn fyri Ríkisrættin, og tað [...] skulu viðgerast fyri afturlatnum hurðum. Somuleiðis skulu krøvini til vitniábyrgd verða ymisk sigur hann. ? Fyri afturlatnum hurðum við vitniábyrgd, og fyri almenninginum undir øðrum treytum. ? Tað hevur [...] . Eisini Konservativi flokkurin er við at broyta hugsan. Framsøgumaðurin hjá teimum í hesum máli, Hans Engell, sigur: ? Eg má viðganga, at úrslitið av Føroya Banka-málinum hevur verið so vánaligt, at vit
2-1, tá hann vann bólt i brotsteiginum, Fróði við Rætt økti, tá hann gjørdist leysur, og Petur Meinhard gjørdi tað til 4-1, tá hann sendi innlegg í málið. Arthur Johansen minkaði um munin, tá hann stútaði [...] annars ÍF á odda í fyrsta minutti, tá hann sendi fríspark beinleiðis í málið. Men tað gekk ikki long løta, so hevði KÍ javna við máli, sum Bárður Andreasen gjørdi, og hann legði sjálvur KÍ fram um 2-1 miðskeiðis
enn ein lønarhækkan. Fólkaflokstingmaðurin spurdi landsstýrismannin við fíggjarmálum hvørjar ætlanir hann hevði við skattalættum o. ø. broytingum í skattalógini í ár 2000, í 2001 og í 2002. Hetta tengdi Óli [...] kreppan setti inn í grannalondunum hjá Danmark í nítiárunum var danski búskapurin so væl fyri, at hann var mettur at vera ein tann sterkasti í ES. Ikki rætt at lækka nú Við hesum legði Karsten Hansen upp [...] uppeftir, so er vandi fyri at uppspararnir fáa eina negativa realrentu, segði Karsten Hansen. Tað sum hann vísir á merkir, at inflatiónin er hægri enn tann tilskrivaða rentan - ella sagt á ein annan hátt,
Fyrst flutti hann til Danmarkar at spæla við SUS Nyborg, har hann spældi í eitt ár. Síðan flutti hann til Stavanger í Noregi, har hann var í tvey ár við liðnum Viking Stavanger, og nú er hann búsettur í [...] í norska býnum Kristiansand, har hann spælir við Kristiansand Topphåndball. Ætlar tú at lesa, samstundis sum tú spælir hondbólt? - Ja, tað er ætlanin. Eg ætli mær at lesa, og eg havi roynt at funnið okkurt
árum á palli. Elvis, Mánin hann skein - í flottum, avslappaðum jazz stíli, fyri at nevna nøkur løg. Men alt kryddraði Jens við søgum og práti millum løgini. Og er tað nakað hann dugir, umframt at syngja [...] alla tíðina í hildið viðlíka. Jens er entertainarin, ið er so ærligur á palli, eins og hann er utanfyri pallglæmuna. Hann siftir ikki ham, men er hin sami. Og tað nýtist ikki heldur at skifta, tí Jens er Jens; [...] fyri við, at hetta var síðsta konsertin í eini røð, ið hevur verið nú í eini 3 ár, ella so. Og at hann eigur mangar løtur í húsinum, høllini, og annars løtur mangar heilt úr Sumba til Sandvíkar. (Seinni
hevur lovað, at hann fer ein túr við báti við okkum, og tað gleða vit okkum til. Vóna Brandur kemur Tá Brandur Enni fyri nøkrum árum síðan royndi seg á danska marknaðinum, samstarvaði hann við Gigi og Sonny [...] Vit kenna Brandur (Enni), hann er poppsangari, sigur Sonny og greiður frá, at tey arbeiddu við koreografiini hjá Brandi, tá hansara fløga varð send út í Danmark. - Eg vóni, at hann kemur á konsertina við [...] við okkum. Tí vit vilja gjara hitta hann aftur, sigur Sonny. Gigi heldur, at tað man hann ivaleyst koma. Tað er týðiligt, at dámligi ungi suðuroyingurin hevur gjørt inntrykk á systkini, ið eins og Brandur