Djurholm fyri videoeftirliti

Prinsipielt heldur Bjarni Djurholm tað vera skeivt at seta videotól upp á almennum støðum, men av tí ein undirsjóvartunnil er so serligur, heldur hann tað vera rætt at taka myndir undir Vestmannasundi. Somuleiðis heldur hann ikki revsingina í núverandi lóg vera nóg harða, tá talan er um ov skjóta ferð

Bjarni Djurholm, samferðslumálaráðharri, heldur, at prinsipielt er tað ikki eitt gott hugskot at skráseta fólk, men um ferðin í undirsjóvartunlinum veruliga er so nógv, sum vit hava hoyrt í seinastuni, so mugu vit hinvgein siga, at ein undirsjóvartunnil er so mikið serligur, m.a. viðvíkjandi longd, og um ein vanlukka hendir, so eiga trygdarviðurskiftini at vera í lagi. Hetta krevur ein serligan útbúnað, og tann størsta uppgávan er sjálvandi at fyribyrgja óhappum, sigur Bjarni Djurholm.

Harðari revsing

Landsstýrismaðurin sigur seg bert hava frætt um ta nógvu ferðina í millum øðrum Vágatunlinum í bløðunum, men um tað er rætt, sum Bjarni Djurholm málber seg, so eigur slík ferð, sum viðhvørt kemur upp á eini 200 km/t at verða hart revsað. ? Í slíkum førum røkkur okkara ferðslulóg als ikki til, og hetta má strammast upp, sigur Bjarni Djurholm. Í slíkum førum átti revsingin at samsvara við tær gerðina, sum er gjørd, ið viðhvørt kann føra til deyða og annan sorgarleik, heldur landsstýrismaðurin.
Spurdur, um hann sum fólkaflokspolitikari metir hetta sum skerjing av tí persónliga frælsinum, sigur Bjarni Djurholm, at tað metir hann ikki. ? Tað persónliga frælsið er eisini ábyrgd, og hetta inniber eisini, at tú vísir fyrilit fyri øðrum fólki, so at tú t.d. ikki tekur tað persónliga frælsið frá øðrum fólki, sigur Bjarni Djurholm.
Í løtuni arbeiða umboð frá m.ø. løgregluni, koyrilærarunum, Ráðnum fyri ferðslutrygd, Landsverkfrøðinginum og kommunum við viðgerðini av eini heilt nýggjari føroyskari ferðslulóg, sum skal vera í samsvari við lógaverki í ES. Væntandi verður uppskotið lagt fyri Tingið í endanum av næstu tingsetu.