Myndugleikar ósamdir um Vallalíð

Oljumálaráðið heldur, at byggingin skal steðga, men borgarstjórin hevur eina áskoðan um byggingina í Vallalíð

BYGGING

Kanska mest umtalaða byggimál seinastu tíðina hevur verið bygging av heimi fyri dement í Vallalíð í Havn.
Grannarnir hava kært sína neyð, og býráðið hevur ásannað sítt mistak og hevur lækkað hæddina á heiminum. Men hetta er ikki nóg mikið.
Oljumálaráðið, ið umsitur byggimál, er komið til ta niðurstøðu, at byggingin eigur at halda uppat. Orsøkin er, at byggingin er í einum A-1 øki, sum Oljumálaráðið ikki metir kunna rúma einum tílíkum heimi.
Men Jan Christiansen ger greitt, at hann ikki ætlar at fylgja harraboðunum. Hansara sjónarmið er, at byggjast kann væl eftir ásetingunum í A-1, og hetta ger Tórshavnar kommuna eisini fleiri onnur støð í høvuðsstaðnum.
Ì skrivinum frá Oljumálaráðnum stendur at lesa, at heitt verður á kommununa um at steðga byggingina.
Í skrivinum stendur at lesa:
?At Tórshavnar kommuna í viðmerkingunum til kæruna sigur, at so at siga allir bygningar í kommununi, sum eru til eldrarøkt og barnaansing liggja í A1 økjum, metir Oljumálaráðið ikki hevur so stóran týdning, at greiðar ásetingar í byggisamtyktini kunnu setast til viks í hesum máli?
Oljumálaráðið fer so langt sum at siga, at Tórshavnar kommuna ger tulkingar eftir egnum tørvi, og hetta kann seta rættartrygdina í vanda hjá borgarunum.
?Vit ganga útfrá, at kommunan steðgar arbeiðinum. Verður hetta ikki gjørt, so fara vit at kanna, hvørjar møguleikar vit so hava, sigur Rókur Tummasarson, deildarleiðari í Oljumálaráðnum, sum hevur viðgjørt kæruna.
Hann sigur seg ikki kunna svara, hvørji stig, teir kunnu hugsast at taka, fylgir kommunan ikki áheitanini, sum kommunan altso ikki ger.