Skúlabyggingin sunnan fyri Realskúlan og stovnsbyggingin við Vallalíð eru kanska bara toppurin av ísfjallinum. Vit hava ongan garanti fyri, at betur stendur til í øðrum byggimálum.
Borgarstjórin hevur sagt, at onki er galið við umsitingini, og at hann átekur sær ábyrgdina. Eitt fólk er sett at leita alla skjala-goymsluna hjá kommununi ígjøgnum, so fleiri mistøk ikki verða gjørd.
Hugsi ikki, at borgarstjórin tekur ta kaotisku støðuna í nóg stórum álvara.
Var tað rætt, so steðgaði hann í stundini allari viðgerð av byggimálum og raðfesti leitingina í skjalagoymslunum ovast til tess at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir hvørjar býráðssamtyktir, byggisamtyktir, serligar byggisamtyktir, útstykkingarætlanir og reglur annars eru galdandi fyri byggingar í kommununi.
Tá alt hetta er komið upp á pláss og sett í eitt system, sum ikki svitast, kann starvsfólkið aftur fara undir at viðgera og avgreiða byggimálini - á tryggum grundarlag.
Soleiðis sum støðan er, kann ongin kenna seg tryggan, og sum býráðslimur kann eg yvirhøvur ikki góðtaka, at tað formliga grundarlagið undir málum, sum vit skula taka støðu til, ikki er 100 prosent í lagi.
Satt at siga eru vit í dag at meta við púra óhjálpnar finnur í einum talvi, sum verður telvað uttan trygga vitan um reglur og mannagongdir.
Hetta kann gerast kommununi og harvið skattaborgarunum ein dýrur umgangur í broytingum, mistari tíð og møguligum endurgjøldum.
Tað er ikki annað enn eitt sjálvsagt minstakrav, at allar reglur og samtyktir eru upplýstar og tøkar, tá byggimál verða viðgjørd.
Tær eru gjørdar til tað sama og til at verða virdar.










