Summi eru fyri og onnur eru ímóti

Eisini við Gjógv var lívligur fundur um samanlegging og eisini har draga tey í bæði borð

Kommunusamanlegging

Eisini við Gjógv dregur bygdarfólkið í bæði borð, nú tey hittust týskvøldið at tosa um kommunusananlegging.
Sofus Johannesen, borgarstjóri, sigur, at tað var ein lívligur og drúgvur fundur, har fólk spurdi dúgliga.
Sjálvur veit hann ikki, hvat niðurstøðan á fundinum var, men summi vóru fyri og onnur vóru ímóti.
Sjálvur sigur Sofus Joensen, at tað verður neyðugt at leggja saman, ikki minst hjá eini lítlari kommunu.
?Við Gjógv eru 46% av fólkinum pensjónistar. Eini 40% eru ímillum 17 og 67 ár og av teimum eru fleiri upp ímóti teimum 67.
?Sum tað sær út í løtuni, broytist aldursbýtið alsamt til tað verra. Tað verða fleiri og fleiri pensjónistar og tí verða færri og færri inntøkur at fíggja almenna virksemi við Gjógv.
? Leggja vit saman við øðrum, fáa vit eitt natúrligari aldursbýti í allari kommununi og tað er neyðugt, serliga nú landið setir størri og størri krøv til kommunurnar.
Í sambandi við tey størri krøvini frá landinum til kommunurnar, er tað eisini neyðugt at styrkja kommunalu umsitingarnar og tað klárar ein lítil kommuna ikki.
Hann sigur, at hesar kommunurnar, sum arbeiða fyri at leggja saman, eru ikki so ólíkar í stødd við tað, at tað er ongin heilt stór kommuna.
?Tað er ein fyrimunur, tí her verður tað ongin kommuna, sum heilt verður slúkt av eini stórari kommunu. Við tað, at allar kommunurnar eru lutfalsliga líkar, fer tað uttan iva at skapa søtrri forstáilsi fyri trupulleikunum úti á smáplássunum, sigur Sofus Johannesen.
Sí eisini aðrar greinar í blaðnum um kommunusamanleggingina í Norðureysturoy og Norðurstreymoy