Kvinnurnar á Suðurlaks mótmæla staðiliga viðmerkinginum hjá borgarstjóranum í Dagur og Viku 20.1.03, har hann bakateliserar arbeiði okkara, við at siga at nógv annað arbeiði var í oynni, men at alt var mannfólkaarbeiði.
Vit vísa á, at við ongum arbeiði mugu vit liva av ALS og við tí inntøkuni er tað ómøguligt at hava børn okkara í dagrøktarskipanini og hava vit tey ikki í skipanini, so kunnu vit ongar pengar fáa frá ALS.
Men tá borgarstjórin heldur, at tað er í lagi, at vit eru arbeiðsleysar, so rokna vit við, at hann hjálpir okkum í hesum máli, so at vit kunnu taka børn okkara úr dagrøktini, meðan vit eru arbeiðsleysar og letur pláss okkara í dagrøktini standa opin til okkum, tá vit skulu út á arbeiðsmarknaðin aftur.
Tá kemur borgarstjórin at hava nakrar dagrøktarar og nøkur børn færri í forskúla, men tað skuldi ikki órógva borgarstjóran stórvegis, um nakrar kvinnur her og har verða uppsagdar, um bert menninir eru í arbeiði. Skattatrýstið er í top og dagrøktarprísirnir kunnu flytast upp hvørt ár.
Og skilja vit borgarstjóran soleiðis, at tær einligu mammurnar onkursvegna verða fíggjarliga hjálptar frá kommununi, tí við ongum manni á keiini ella í tunnlinum er tað ómøguligt hjá teimum at klára seg fíggjarliga. ALS er 70% ikki 100% av eini arbeiðsmannaløn.
Mammurnar sum arbeiða á Suðurlaks
Sunrid HentzeJónbjørg Ziskasen
Marna AugustinussenBetty Múller
Ann-Christin WøldikeMargret Holm
Leila SørensenRakul í Lágabø
Charlotta HammerJoan Olsen
Guðrið JacobsenMasa Ludvig
Rebekka ThorsteinssonJoan Augustinussen