um at peningaligar gávur skulu í størri mun verða skattafríar. Eftir uppskotinum skal ein persónur kunna fáa í mesta lagi 5000 krónur í gávu frá einum gevara. Men sama fólk kann fá gávur frá fleiri gevarum [...] Ein gáva, sum verður latin fyri at hjálpa onkrum, kann í stóran mun enda í landskassanum. Tað staðfestur Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin. Tað vil hann hava broytt og tískil hevur [...] gávan ikki fara upp um 30.000 krónur um árið. Fer gávan upp um 30.000 krónur tilsaman, skal skattur rindast av tí partinum, sum er oman fyri tað. – Við tað at talan bara er um gávur ímillum fólk, er talan
sum í løtuni lesur Human Ernæring í Danmark, og tá fólk koma inn har kunnu tey vera vís í, at tey ikki kunnu velja skeivt, tá tey velja sær okkurt í matarskránni. Alt, sum tey borðreiða við inni í Josie’s [...] sjálvandi at fólk kunnu hava møguleikan at koma inn hagar eftir venjing og fáa sær okkurt lekkurt omaná, uttan at hetta setir seg. – Men sjálvandi eru øll vælkomin inn, og endamálið er eisini at fólk kunnu koma [...] haldi manglar í Føroyum, og tí hava vit tikið stig til hetta, sigur Elsa Maria Bærentsen, sum er annar av eigarunum av »Josie’s Juice Bar«. Hvaðan navnið »Josie« stavar, er eisini ein lítil søga í sær sjálvum
Í løtuni eru sjey línuskip til fiskiskap undir Føroyum. Tey flestu koma inn at landa fyrst í vikuni sum kemur, men helst landar okkurt skip eftir páskir. Skipini fáa mest av toski og hýsu og so nakað av [...] Føroya vita tey í dag at siga, at fleiri línuskip nýliga hava verið inni og landað, og tað verður helst ivasamt, um øll skipini fara út aftur fyri páskir. - Streymurin verður góður fyrst í vikuni sum kemur
stutta tíð fer kirkjumálaráðið at útskriva bispaval í Føroyum, men longu nú verður gitt, hvør fer at taka við eftir Hans Jacob Joensen, sum fer frá í heyst. Dimmalætting sigur seg hava fingið at vita frá [...] vælvitandi keldum, at tað verður annaðhvørt Jógvan Fríðriksson, prestur í Sjóvar prestagjaldi, ella Jákup Reinert Hansen, prestur í Sandoyar prestagjaldi, sum verður bispur. Prestar kunnu ikki søkja ella [...] , sum innstilla. Bæði Jógvan Fríðriksson og Jákup Reinert Hansen vátta fyri Dimmalætting, at teir fara at játta, verða teir spurdir um innstilling.
útvarpið sum í Føroyum. Í hálva øld hevur hesin stovnur verið sum annað fólk í húsinum, hevur verið við morgunmatarborðið, døgurðaborðið og nátturðaborðið. Hann hevur verið okkara fylgisneyti í góðum og ringum [...] serliga eftir norðmanninum, men nú fingu vit heimin inn í heim okkara á egnum máli og av egnum myndugleika, og tað var nakað nýtt. Nú varð talaða orðið her heima skilt sundur í tíð og stað. Fáa staðni í heiminum [...] alstóran týdning. Hesi eru í dag samantvinnaðir tættir, sum hava tørv á hvør øðrum, so mikið at tríbýtta valdsbýtið í roynd og veru er ferbýtt. Tað tryggjaða frælsa orðið í grundlógini gjørdist uppaftur
alneyðugt at fólk taka undir við og taka til sín eftirlønarskipanir í Føroyum, skulu framstig gerast á eftirlønarøkinum, so vilja feløgini enn einaferð endurtaka, at høvuðsfortreyt fyri eini loysn liggur í eini [...] "Feløgini í Samtakinum, ið eru gingin saman til tess at tryggja áhugamálini hjá limum sínum sum tryggingartakarar og eftirlønaruppspararar í LÍV, fegnast um tann dent, ið løgmaður legði á eftirlønarspurningin [...] konstruktivt í hesum stórmálum, ið krevja umfatandi og langtrøkkandi semjur bæði á arbeiðsmarknaðinum og millum politisku flokkarnar á tingi. Feløgini í Samtakinum eru so avgjørt sinnað at medvirka ko
á trappuni. - Nú rendu vit okkum beint í vígsluna av trappuni, sigur Jacob Haugaard, sum ikki ivast í, at trappan verður væl móttikin. Teir báðir eru í Føroyum í samband við, at teir gera ferðasendingar [...] Upptøkurnar vóru gjørdar í vár og in.fo fekk orðið á tær báðar, ein dagin teir nutu ein bita í Vágsbotni. Millum mongu gestirnar, sum nutu sólina niðri í Vágsbotni hendan dagin í mai vóru tvey andlit, sum [...] eg eri føddur í Suðuroy, sigur Jacob Haugaard, sum her heima er kendur sum hálvur føroyingur. - Tit hava fantastiskt veður her í Føroyum, men eg skilji á lagnum, at tað kann broytast eftir eini løtu, sigur
barnahyl, og tað størsta skal brúkast sum venjingarhylur. Har er ætlanir at hava venjingar í at svimja í klæðum. Í høllini er eitt neyst, stórur køkur, vesi, skrivstovur, ein stór garasja og annað. Rúm verður [...] ítróttargreinum, sum higartil ikki hava verið so kendar í Føroyum, umframt ymiskum frítíðarvirksemi. Tað hevur ikki skorað við vælvild, sum skótunum er møtt, í sambandi við yvirtøkuna av smoltstøðini. Innbúgv [...] Hósvík hevur givið deplinum ein skjóttgangandi bát, sum verður hentur, tá ið ansast skal eftir teimum, sum fara út í kano ella at snorkla. Langur rennistrongur Eisini hevur Thor lovað deplinum ein 500 metra
Hoydalsvegi 40. Við í skrúðgonguni verða Havnar Hornorkestur, reiðfólk, tveir gamlir sløkkiliðsbilar og vit vænta sjálvandi, at fólk í hópatali koma at gleðast við okkum. Gingið verður eftir Hoydalsvegi, Niels [...] vóru í 1971 ongi almenn tilboð til hendan málbólkin. Í 1980 lat stovnurin Eirargarður 14-16 upp fyri 48 búfólkum. Herumframt var Pensionatið. Um hetta mundið vóru sostatt sløk 60 bústaðartilboð í Føroyum [...] Føroyum. Í dag eru bústaðartilboðini 127 í tali. So ikki kann sigast annað, enn at broytingar síggjast. Um tær eru nóg stórar, er ein onnur søga, sigur Javni í tíðindaskrivi. - Tí vilja vit á 40 ára stovn
sum hava verið í londunum kring okkum, og hvat annars hevur verið gjørt við fólkaatkvøður í Føroyum. Men sjálvandi vilja vit hava meirilutan so stóran sum gjørligt, so tað verður løgtingið í síðsta enda, [...] -Men heldur tú sjálvur, at tað er í lagi um tað stendur so javnt sum 51-49% í einum so týðandi máli? -Formliga er tað í lagi, men reelt meini eg, at vit mugu miðja eftir at hava ein so breiðan meiriluta [...] Jan Müller Vit spurdu Høgna Hoydal, hvar møguligar oljuinntøkur koma inn í myndina í sambandi við ætlanina um fullveldi. og um samgongan hevur kalkulerað við oljuinntøkum fyri at fáa kabaluna at ganga