Sjey línuskip fiska undir Føroyum

Streymurin verður góður í næstu viku, og veðurútlitini eru góð. Tí verður roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.

Sjey línuskip eru til fiskiskap undir Føroyum, og á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at trý av hesum skipum koma inn at landa í næstu viku.

 

- Væntand kemur eitt skip mánadagin, og hini koma seinni í vikuni. Veiðan hjá línuskipunum undir Føroyum er mest toskur, hýsa, longa og brosma.  

 

Lagt verður aftrat, at tey línuskip, sum í løtuni liggja, fara helst út aftur ein av næstu døgunum.

 

Streymurin verður góður í næstu viku, og veðurútlitini eru góð. Tí vænta tey á Fiskamarknaði Føroya nógvan útróður teir næstu dagarnar.