Leygardagin 14. mai hátíðarheldur felagið Javni 40 ára stovningardag.
Tað vóru tær tríggjar Karin Kjølbro, Hjørdis á Argjaboða og Ruth Olsen, sum starvaðust á táverandi Andveikraverndini, ið fyrireikaðu og kallaðu inn til fundar tann 14. mai í 1971. Hesin fundurin gjørdist byrjanin til Javna. Í fyrstu nevndini sótu Helena Samuelsen, Rókur Dalsgaard, Hans Thomsen, Sigmund Frederiksen nog Maria Oknadal. Hesi hava, seinni saman við eini ørgrynnu av øðrum góðum fólki, lagt ómetaliga orku í arbeiðið fólki við menningartarni at frama. Og úrslitini síggjast, bæði hvat viðvíkur barnaansing, skúla, stuðulstilboðum, umlætting, bústøðum, ítróttar- og frítíðarvirksemi.
- Taka vit dømi um bústaðartilboð, so vóru í 1971 ongi almenn tilboð til hendan málbólkin. Í 1980 lat stovnurin Eirargarður 14-16 upp fyri 48 búfólkum. Herumframt var Pensionatið. Um hetta mundið vóru sostatt sløk 60 bústaðartilboð í Føroyum. Í dag eru bústaðartilboðini 127 í tali. So ikki kann sigast annað, enn at broytingar síggjast. Um tær eru nóg stórar, er ein onnur søga, sigur Javni í tíðindaskrivi.
- Tí vilja vit á 40 ára stovningardegnum hin 14. mai 2011 nýta høvið at seta Javna í fokus. At gera vart við, at Javni er til og at enn er okkurt at tríva í hjá felagnum, sigur Javni.
Dagurin byrjar klokkan 12 við skrúðgongu við ballónum og tónleiki frá hølum hjá Javna á Hoydalsvegi 40. Við í skrúðgonguni verða Havnar Hornorkestur, reiðfólk, tveir gamlir sløkkiliðsbilar og vit vænta sjálvandi, at fólk í hópatali koma at gleðast við okkum.
Gingið verður eftir Hoydalsvegi, Niels Finsensgøtu, Steinatúni, Tórsgøtu, Húsagøtu, Niels Finsensgøtu og endað verður niðri á Speakers Corner millum Eik, Tinghúsið og Hvítu Kiosk. Har verður gongan móttikin við tónleiki frá Ælaboganum, sum eisini fer at spæla saman við Havnar Hornorkestri. Forkvinna Javna sigur nøkur orð og varaløgmaður, Aksel Johannesen fer at halda røðu. Rógvi Dam, kendur frá Rógvi og drekin, fer at skemta, og so verður felagssangur.
- Vit enda við at sleppa ballónunum til himmals saman við nógvum inniligum ynskjum um at Føroyar skal verða eitt land, har fjølbroytni trívist. Verið øll vælkomin til skrúðgonguna, sigur Javni.
Seinni um kvøldið fara yvir 200 Javnavinir at hugna sær saman við øllum tí, ið sømir seg eini 40 ára stovningarveitslu.










