Nú kemur Føroyasendingin hjá Chili Klaus

Sendingin sum Chili Klaus og Jacob Haugaard tóku upp í Føroyum í mai, verður send mánakvøldið.

Mánakvøldið byrjar sendingin Chili Klaus hertekur Norðurlond á TV2 Fri. Fyrsti parturin lýsir ferðina hjá Chili Klaus til Føroya, og við sær hevði hann hálvføroyska skemtaran Jacob Haugaard. Upptøkurnar vóru gjørdar í vár og in.fo fekk orðið á tær báðar, ein dagin teir nutu ein bita í Vágsbotni.

 

Millum mongu gestirnar, sum nutu sólina niðri í Vágsbotni hendan dagin í mai vóru tvey andlit, sum munnu vera kendari enn tey flestu.

 

Chili Klaus og Jacob Haugaard sótu og ótu døgurða á Hvonn, meðan eitt hornorkestur og kór undirhildu á trappuni.

 

- Nú rendu vit okkum beint í vígsluna av trappuni, sigur Jacob Haugaard, sum ikki ivast í, at trappan verður væl móttikin.

 

Teir báðir eru í Føroyum í samband við, at teir gera ferðasendingar fyri danska TV2.

- Klaus er vertur og eg eri við, av tí at eg eri føddur í Suðuroy, sigur Jacob Haugaard, sum her heima er kendur sum hálvur føroyingur.

 

- Tit hava fantastiskt veður her í Føroyum, men eg skilji á lagnum, at tað kann broytast eftir eini løtu, sigur Chili Klaus.

 

Teir vera her í Føroyum til mikudagin, tá leiðin fer fyrst til Íslands og síðani til Grønlands.

 

Jacob Haugaard er skemtari, men hevur eisini verið fólkatingslimur. Hann er sum nevnt føddur í Føroyum og hevur fleiri ferðir vitjað her.

 

Chili Klaus er eisini skemtari og hevur vunnið sær sítt eyknevni við at lokka meiri og minni kend fólk til at eta kili saman við sær.

 

Í seinni sendingum vitjar Chili Klaus Svøríki saman við Søs Fenger, Noreg við Ghitu Nørby, Ísland við Søs Egelind, Grønland við Lasse Rimmer, Svøríki aftur við Uffe Elleman Jensen, Ísland aftur við Preben Kristiansen og Finland við Kayu Brüel.