Jan Müller
Vit spurdu Høgna Hoydal, hvar møguligar oljuinntøkur koma inn í myndina í sambandi við ætlanina um fullveldi. og um samgongan hevur kalkulerað við oljuinntøkum fyri at fáa kabaluna at ganga upp?
-Tað hava vit ikki, men sjálvandi verða møguligar oljuinntøkur eisini ein partur av kanningararbeiðinum. Eg haldi ikki ein skal meta oljuna sum ein politiskan realitet, sum skal vera fíggingin undir tí føroyska samfelagnum. Tað er eisini ein øgiliga stuttskygd og ótrygg vinna.
-Tvs. at tit byggja ikki eitt komandi fullveldi á møguleikar oljuinntøkur?
-Nei, ikki realpolitiskt, men sjálvandi kann tað hava ein psykologiskan týdning. Men hinvegin eru vandirnir í oljuvinnuni eins stórir sum møguleikarnir fyri at fáa nakrar inntøkur. Atfinningarnar, sum hava verið móti blokkinum, sum bara kemur inn í samfelagið uttan víðari, kunnu jú eisini førast yvir á oljuinntøkur.
Høgni Hoydal ivast ikki í, at okkara oljufyrisiting er før fyri at samráðast við heimsins størstu kapitalfyritøkur. -Men hví ivast man so í, um vit eru førir fyri at hava ein sjálvstøðugan uttanríkispolitikk osfr. Vit mugu styrkja tað føroyska politiska systemið, um vit skulu kunna fáa tað besta burtur úr oljuvinnuni.
Fólkaatkvøðan
-Er tað nokk fyri teg, um tað bara verður 51% meiriluti fyri tykkara fullveldisætlanum við eina fólkaatkvøðu?
-Higartil hava vit sagt, at ein vanligur meiriluti er nóg mikið. Tað er so bara bygt á traditiónir, sum hava verið í londunum kring okkum, og hvat annars hevur verið gjørt við fólkaatkvøður í Føroyum. Men sjálvandi vilja vit hava meirilutan so stóran sum gjørligt, so tað verður løgtingið í síðsta enda, sum skal avgera, hvussu ein fólkaatkvøða skal skipast.
-Men heldur tú sjálvur, at tað er í lagi um tað stendur so javnt sum 51-49% í einum so týðandi máli?
-Formliga er tað í lagi, men reelt meini eg, at vit mugu miðja eftir at hava ein so breiðan meiriluta sum møguligt. Eg ivist heldur ikki í, at tann meirilutin verður so rættiliga stórur, tá fólk skulu taka støðu til ein sáttmála, sum er góður nokk.
Høgni Hoydal sigur, at nú fyrsti parturin av fullveldisætlanini er komin undir land, verður farið at seta teir ymsu arbeiðsbólkarnar. Hesir fara at fevna um bæði føroyingar og útlendingar.