Nógv kann upplivast á Selatrað

Smoltstøðin, sum Skótadepilin hevur fingið frá Bakkafrost, fer at geva skótunum og vitjandi teirra møguleikan at skipa fyri nógvum nýggjum tiltøkum

Týsdagin møttu eini 50 fólk til móttøkuna, sum Skótadepilin á Selatrað hevði í sambandi við, at smoltstøðin er yvirtikin.
Bakkafrost átti smoltstøðina.
Alt byrjaði við, at Skótadepilin lænti pumpuhúsið, men fekk so loyvi at seta bátar inn í smoltstøðina, sum stóð tóm kortini.
So kom tað í, at Bakkafrost bjóðaði skótunum smoltstøðina.

Fíggjarligur stuðul
Skótarnir fingu støðina fyri eina krónu.
- Bakkafrost vildi eisini stuðla fíggjarliga, og týsdagin varð henda krónan innrammað latin skótunum aftur, sigur Jóhan Ludvík Laksafoss, sum er limur í nevndini, ið hevur gjørt verkætlanina.
Fyri at kunna brúka høllina til okkurt skilafólk, var neyðugt at innrætta hana, og avtala varð gjørd við ALS um at fáa arbeiðsmegi, soleiðis at depilin rindaði 20 prosent av lønunum og ALS restina.
- Tey hava arbeitt ágrýtin og gjørt eitt ótrúliga stórt arbeiði, sigur Jóhan Ludvík Laksafoss.
Inni í høllini er gjørdur ein níggju metrar høgur klatriveggur, og ein seks metrar høgur klatriveggur til tey yngru. Haraftrat verður har ein klatrikafé.
Tey seks kørini hjá smoltstøðini kunnu brúkast. Trý verða brúkt til umklæðirúm, eitt til kafé, eitt til barnahyl, og tað størsta skal brúkast sum venjingarhylur. Har er ætlanir at hava venjingar í at svimja í klæðum.
Í høllini er eitt neyst, stórur køkur, vesi, skrivstovur, ein stór garasja og annað.
Rúm verður eisini fyri ymiskum ítróttargreinum, sum higartil ikki hava verið so kendar í Føroyum, umframt ymiskum frítíðarvirksemi.
Tað hevur ikki skorað við vælvild, sum skótunum er møtt, í sambandi við yvirtøkuna av smoltstøðini.
Innbúgv er komið millum annað frá Posta og Als, og vindeygu eru komin frá Viðareiðis skúla.
Thor i Hósvík hevur givið deplinum ein skjóttgangandi bát, sum verður hentur, tá ið ansast skal eftir teimum, sum fara út í kano ella at snorkla.

Langur rennistrongur
Eisini hevur Thor lovað deplinum ein 500 metra langan rennistrong. Hesin rennistrongur verður tvær ferðir so langur sum tann longsti í Danmark.
Ætlanin er, at strongurin skal festast í oman fyri skótadepilin og ganga heilt út á sjógv. Rennistrongurin er ikki komin enn.
Hetta er bara nakað av tí, sum depilin hevur fingið.
- Vit eru ómetaliga takksom fyri allan stuðulin, sigur Jóhan Ludvík Laksafoss.