Síðani fekk hon sær útbúgving í skipanarleiðslu á Arbeiðaraháskúlanum í Danmark árini 1978-82. Haraftrat fekk hon sær ped. útbúgving sum skeiðsleiðari á Kystgården í 1982. Eisini hevur hon verið uppi í [...] , Óla Jacobsen, við tí avleiðing, at Verkamannafylkingin klovnaði. Hvørki teirra stillaði uppaftur á valinum í 1998. Kendast er Ingeborg sum fakfelagsleiðari. Fakfelagsarbeiði var henni ikki ókunnugt, [...] Tað merkti eitt skifti í fakfelagspolitikkinum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Johannes Olsen var spakur maður, sum fekk nýggjar sáttmálar í lag uttan stórvegis hóvasták ella verkfall. Ingeborg var meira braneggjað
sum eftir øllum at døma fer at royna at gerast forsætisráðharri á komandi valinum í Ísrael, sigur, at tann stjórnin, sum verður skipað aftan á valið, eigur at seta sær sum eitt av sínum fremstu málum at vísa [...] - Eg eri CIA-maður Fyrrverandi danski fólkatingsmaðurin Uwe Jensen, sum er tikin í USA og skuldsettur fyri rúsevnis- og vápnahandil, sigur nú, at hann hevur arbeitt fyri amerikansku fregnartænastuna CIA [...] Marshalloyggjarnar. Etiopia, Nicaragua, Malawi og Usbekistan atkvøddu ikki. Í samtyktini verður heitt á limalondini í ST um ikki at virða ta amerikansku Helms-Burton-lógina, sum bannar samhandli við Kuba
singlefløgu ella EP til jóla. Góð sambond Á ferðini í Danmark hava limirnir í Clickhaze eisini fingið sambond við fleiri fólk innan tónleikaheimin. Eitt úrslit av vitjanini á Nibe festivalinum, ið eisini kom við [...] Clickhaze hesa vikuna, ið upptøkurnar fara fram, er bretski David Hyatt, ið sigst vera dugnaligur. Hann var á yngri árum m.a. í samstarvi við Allan Parsons, ið er kendur við sínum Allan Parsons Projekt. Mong kenna [...] áður. - Í upptøkuhølunum er ein rættiliga ?nakin?, sigur hann. Limirnir í Clickhaze eru vanir at spæla á palli og at spæla saman, men ikki at taka upp og at standa hvør í sínum rúmi og so framvegis. - Vit
Báðir á lívi enn Bretska blaðið The Observer vil vera við, at yvirgangsleiðarin Osama bin Laden er framvegis á lívi, og at hann javnan tosar við andaliga leiðaran hjá gamla Taliban-stýrinum, mullah Omar [...] Omar. Blaðið grundar greinina á upplýsingar úr USA, sum siga, at ein amerikanskur njósnarafyrisveinur hevur avdúkað telefonsamrøður millum bin Laden og Omar. Í teirri seinastu samrøðuni, sum var fyri einum [...] einum mánað síðani, hoyrist týðiliga røddin á mullah Omar, ið tosar við ein av sínum næstu medarbeiðarum. Tað hoyrist eisini, at mullah Omar tosar við ein mann, sum er hjá honum, og kanningar hava avdúkað
eitt at seta seg á dystin, og sum tíðin leið, varð spurningurin bert, hvussu stórur sigurin skuldi verða Bumbaðir niður Tá 14 minuttir vóru leiktir, hevði Neistin nevnliga skotið seg upp á 11-2, og neyðars [...] leiktu tó eisini ein góðan dyst, og á miðjuni legði tú til merkis, at Áki Mørk er um at bíta seg rættuliga fastan. Seinastu 2 dystirnar er Finnur Hansson nevnliga byrjaður á beinkinum, og hóast Finnur kanska [...] heimaliðnum. Einasti leikarin, sum veruliga gjørdi vart við seg hjá Tjaldrinum var Poli Hansen, men ein maður er als ikki nóg mikið til vinna ein dyst. Hjá heimaliðnum vóru tað serliga skjúttarnir báðir, Heini
ein demokratiskt vald mamma sat á evsta politiska tindinum heldur enn ein devulsettur ódemokratur og mordari sum Vlademir Putin? Hevði ein mamma funnið upp á sent hundraðtúsundtals synir [...] kvinnudagur, og mánadagin var kjak um javnstøðu í sjónvarpinum. Har var ein konservativur maður, valdur í Demokratia av Miðflokkinum, og ein meira frísinnað kvinna, vald í Demokratia av Tjóðveldi [...] so kemur hon av sær sjálvum. So er ikki neyðugt at bíða í 70 ár til at velja fyrstu kvinnurnar á Løgting. Problemið er bara tað, at javnstøða kemur ikki av sær sjálvum. Tað ger hon ikki í Løgtinginum
Tangafjarðartunnilin umvegis eina rundkoyring fer upp á land á Strondum og innanfyri Høganes? Honum á baki í Radaranum komu Helgi Abrahamsen og Páll á Reynatúgvu. Í stóran mun var eg fyri eina ferð skuld [...] skuld samdur við øllum sum Helgi hevði at bera fram. Sambandsmaðurin og fuglfirðingurin á Strondum. Páll á Reynatúgvu er framsøgumaður Tjóðveldisfloksins í samferðslu-málum, og bleiv lanseraður sum slíkur [...] Páll á Reynatúgvu umboðaði í ÚF-Radaranum, og tí royndi eg beinanvegin at fáa at vita frá leiðsluni í flokkinum, um hetta var støða floksins í málinum, sum Páll á Reynatúgvu hevði borið fram á torg.
kvinnurnar á Hvessingi og genturnar á Hvassa er, at tær hava vunnið fleiri ferðir, og at tær eisini hava verið næstfremstar. Á Varmakeldu var tøtt kapping millum Hvassa og Erlu Kongsdóttir, sum vann á Sunda [...] skulu kappast á. Vit vóru eitt kvøldið í Fuglafirði og ítaðu av. Í Hósvík vandu vit alla vikuna, tí vit fingu neyst til bátin, og á Jóansøku fóru vit suður kvøldið fyri, greiðir bátsformaðurin á Klaksvíkingi [...] felags fyri allar vinnararnar á Varmakeldu er, at teir eru við í stríðnum um meistaraheitið. Klaksvíkingur vann trivaligan sigur í kappingini við Vestmenning. Bátsformaður á Klaksvíkingi er Janus Dam-Jacobsen
arbeiða inni á posthúsinum. Hann gjørdist pakkmeistari. Tó bar hann framvegis post við peningi út. Tummas legði frá sær í 1939, tá ið heilsan fór at bila. Tummas arbeiddi m.a. saman við Enok á Frælsinum, [...] 1925-32, semingsmaður 1928-1931, formaður í umboðsmevndini í Tryggingarsambandi Føroya 1940-1964. Eitt skifti var hann formaður í Havnar Sangfelag og spældi eina tíð av og á urgu í Havnar Kirkju. Hans Olaf [...] Hedvig Nielsen úr Randers. Hon var 20 ár eldri enn hann, so tey fingu ikki børn. Hon arbeiddi á sýsluskrivstovuni á Tvøroyri og var systir konu Oliver Effersøe. Kristian Djurhuus varð í 1920 bara 25 ára gamal
Havnini, fingu vinir, frálíkar, í øllum aldursstigum, spældu við javnaldrarnar í grannalagnum, úti á Reyni, á Kongabrúnni og í miðbýnum. Hesi fyrstu árini sum faðirleysir skal eg nevna uttan at gera mannamun [...] Annar høvuðspersónur í hesi søgu er maður hennara Johannes Hansen f. 22.9 1846 í Álakeri, sonur Onnu Jensdóttir f. 1812 og Hans Johannesen (1805-1892), uppsitara, føddur í Miðvági og deyður í Havn. Í [...] 9 1853. Sigga Sofía fær tann 1.6. 1869 í Kirkjubø ein son, Hans Sofus Hansen, seinni kallaður Sofus á Landavegnum. Johannes tænir í Kirkjubø, so tað man vera har, tey hava hitst. Johannes er skrásettur