Ingeborg Vinther 60

Hon hevði ikki fylt 35 ár, tá hon settist í formansstólin í Føroya Arbeiðarafelag, og har hevur hon sitið síðani. Uttan tá hon hevur staðið úti á barrikadunum, og tað er ikki so sjáldan.

Mikudagin 11. mai fyllir hon 60, Ingeborg Vinther. Hon varð fødd í Vági í 1945, dóttir Mariu Jacobsen av Glyvrum og Meinar Joensen úr Vági, og hon er gift við Andru Vinther.
Hon arbeiddi sum flakakvinna í Føroyum og Íslandi 1964-84. Síðani fekk hon sær útbúgving í skipanarleiðslu á Arbeiðaraháskúlanum í Danmark árini 1978-82. Haraftrat fekk hon sær ped. útbúgving sum skeiðsleiðari á Kystgården í 1982.
Eisini hevur hon verið uppi í politikki. Hon var ein av fakfelagsleiðarunum, sum stillaðu upp fyri Verkamannafylkingina í 1994 og varð vald sum tingkvinna fyri Suðuroynna. Hon var í tinginum í 4 ár, men tað kom vátt í reiðrið millum hana og hin sterka fakfelagsleiðaran, Óla Jacobsen, við tí avleiðing, at Verkamannafylkingin klovnaði. Hvørki teirra stillaði uppaftur á valinum í 1998.
Kendast er Ingeborg sum fakfelagsleiðari. Fakfelagsarbeiði var henni ikki ókunnugt, tí pápin var nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag í 10 ár. Hon kom í nevndina fyri Føroya Arbeiðarafelag í 1977, meðan Johannes Olsen úr Sandavági framvegis var formaður. Longu 3 ár seinni, í 1980, varð hon vald til formann.
Tað merkti eitt skifti í fakfelagspolitikkinum hjá Føroya Arbeiðarafelag. Johannes Olsen var spakur maður, sum fekk nýggjar sáttmálar í lag uttan stórvegis hóvasták ella verkfall. Ingeborg var meira braneggjað og stýrdi við harðari hond. Tað man hava verið væl dámt í felagnum, tí øll hesi árini, hon hevur verið formaður - 25 ár fyri kortum - hevur ongin stillað upp ímóti henni, tá formansval hevur verið.
Umsitingin er vaksin í hennara tíð. Tá hon tók við, vóru tvey fólk í starvi á skrivstovuni, sum hevði opið tvær ferðir um vikuna. Nú eru 4 fulltíðarstørv, og skrivstovan er opin hvønn dag. Nevndarfundir plagdu at vera tvær ferðir um árið, nú er fundur hvønn mánað ella oftari.
Í samrøðu við Sosialin fyri stuttum segði Ingeborg Vinther, at nú tekur felagið sær eisini av øðrum enn løn, eitt nú sosialum skipanum, trygd og trivnaði á arbeiðsplássinum. Samskiftið við fakfeløg úti í heiminum er nógv vaksið, og Ingeborg Vinther og onnur ferðast nógv fyri Føroya Arbeiðarafelag.
Konufólk fingu fulla løn, tá tey vóru fylt 16, mannfólk tá tey vóru fylt 17, men mannfólk fingu meira um tíman. Spurningurin varð tikin upp í 1977, tá Ingeborg leiddi samráðingarnar fyrstu ferð. Tað endaði við, at partarnir góðtóku eitt semingsuppskot frá Jógvani Sundstein um, at eftir fýra árum skuldu konufólk fáa somu løn sum mannfólk, og samstundis skuldi aldurin fyri, nær tey fingu fulla løn, hækkast til 17 ár.
Mong verkføll hava verið, meðan Ingeborg hevur verið formaður. Sjálv sigur hon, at tað harðasta verkfallið var í 1987. Tað vardi í 3 vikur.
Sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag hevur Ingeborg Vinther eisini havt onnur álitisstørv, millum annað sum limur í umsjónarráðnum fyri Landsbankan.