Mikudagin var altjóða kvinnudagur, og mánadagin var kjak um javnstøðu í sjónvarpinum. Har var ein konservativur maður, valdur í Demokratia av Miðflokkinum, og ein meira frísinnað kvinna, vald í Demokratia av Tjóðveldi. Hann heldur, at Demokratia hevur nátt sínum máli og eigur at verða tikið av. Hon helt tað øvugta.
Tað er einki óvanligt í tí, at konservativir menn halda javnstøðu vera nakað fjas. Tað vóru eisini júst teir, sum við Bíblinum jagstra atkvøður, sum slitu eina samgongu í 1988, tí hon hevði sett sær fyri at samtykkja eina javnstøðulóg. Og sjálvt um Atli Dam segði, at nú mátti røkka ella støkka, so rýmdu »teir skriftlærdu« úr samgonguni, sum varð pjøssað samanaftur – men uttan javnstøðulógina og uttan broytingina í grein 266b í revsilógini, sum sambært hesum konservativu politikarum var líka farlig sum javnstøðulógin.
Seks ár skuldu ganga, til vit fingu javnstøðulógina og nógv fleiri ár, áðrenn vit fingu ein meiriluta av tingfólki, sum tóku hana í álvara. 266b mátti bíða í næstan 20 ár.
Kvinnur hava kunna valt til Løgtingið í 105 ár. Um tað passaði, sum tann konservativi miðfloksmaðurin segði, so høvdu vit javnstøðu í 1918 – ella kanska eitt sindur seinni. Um javnstøða kemur av sær sjálvum, so kemur hon av sær sjálvum. So er ikki neyðugt at bíða í 70 ár til at velja fyrstu kvinnurnar á Løgting.
Problemið er bara tað, at javnstøða kemur ikki av sær sjálvum. Tað ger hon ikki í Løgtinginum, tað ger hon ikki í landsstýrinum og tað ger hon heldur ikki í samfelagnum. Um kvinnur skulu hava vald, so so mugu menn missa vald, tí menn sita á valdinum, og menn vilja illa sleppa valdinum.
Sjálvandi kann eitt forum sum Demokratia kennast sum ein hóttan hjá summum monnum við valdi. Men so siga vit sum sambandsmaðurin: So be it!
Vit kunnu bara ímynda okkum, hvussu tað hevði sæð út í Russlandi, um ein demokratiskt vald mamma sat á evsta politiska tindinum heldur enn ein devulsettur ódemokratur og mordari sum Vlademir Putin? Hevði ein mamma funnið upp á sent hundraðtúsundtals synir í deyðan fyri at stjala land fyri eitt valdssjúkt bølmenni? Neyvan.
Koyrið á við Demokratia og øllum sum kann javna valdið millum kynini!











