Tað gongur væl hjá Clickhaze, sum hesa vikuna taka upp í Lundgaard Studio. Hetta er høvuðsvinningurin til Prix Føroyar finaluna, sum bólkurin vann.Mentamálastýrið lat vinningin, ið er ein vika í upptøkuhølunum við trimum máltíðum íroknaðum dagliga. Tó rindar Norðurlandahúsið ein part.
Dugnaligur tøkningur
Jón Tyril úr Clickhaze sigur úr Lundgaard Studio, at umstøðurnar eru av teimum allar bestu.
- Super! Hetta er gamal bóndagarður, ið nú er gjørdur til upptøkuhølir. Her eru allir hentleikar og eisini góðir møguleikar til hvíld og at taka sær av løttum, sigur Jón Tyril væl nøgdur, og leggur afturat, at ein kokkur er, ið tekur sær av matgerðini.
Lundgaard Studios liggja millum Kolding og Esbjerg. Hølini teljast avgjørt millum tey bestu í Danmark og útgerð er fyri eini 25 milliónir krónur. Tá eru guitarar, forstyrkjarar og slíkt ikki roknað við.
Tøkningur hjá Clickhaze hesa vikuna, ið upptøkurnar fara fram, er bretski David Hyatt, ið sigst vera dugnaligur. Hann var á yngri árum m.a. í samstarvi við Allan Parsons, ið er kendur við sínum Allan Parsons Projekt. Mong kenna helst lagið Eye in the Sky og onnur.
Læra nógv
Jón Tyril sigur, at fleiri av limunum í Clickhaze hava ikki royndir í upptøkuhølum. Fleiri hava als ikki roynt at starva í upptøkuhølunum áður.
- Í upptøkuhølunum er ein rættiliga ?nakin?, sigur hann.
Limirnir í Clickhaze eru vanir at spæla á palli og at spæla saman, men ikki at taka upp og at standa hvør í sínum rúmi og so framvegis.
- Vit læra sera nógv, men fáa eisini okkurt í kassan. Her fáa vit eisini líkasum eina aðra mynd av tónleikinum, sigur Jón.
Hóast vantandi rutinu, so vænta limirnir í bólkinum at fáa minst 3 løg liðug. Hesi skulu nýtast til eina demofløgu.
- Kanska vit so fáa onkran at fíggja eina veruliga fløgu, sigur Jón, ið tó ikki vísir aftur, at talan møguliga verður um eina singlefløgu ella EP til jóla.
Góð sambond
Á ferðini í Danmark hava limirnir í Clickhaze eisini fingið sambond við fleiri fólk innan tónleikaheimin.
Eitt úrslit av vitjanini á Nibe festivalinum, ið eisini kom við Prix finaluni, var vinalag við Peter Møller Madsen frá Nibe festivalinum, ið dámar Clickhaze sera væl. Hann hevur roynt at geva Clickhaze eina hjálpandi hond á ferðini innan danska tónleikaheimin. Hann hevur m.a. tosað um bólkin við fleiri fólk. Soleiðis hevur ein frá Agency Group hoyrt Prix Fløguna og sagt, at Clickhaze er sera áhugaverdur bólkur.
- Hann helt, at Clickhaze var feitt, sigur Jón Tyril.
Sostatt er her ein booking maður, ið hevur áhuga í Clickhaze og sum bólkurin skal tosa nærri við. Hvat víðari hendir við hesum, og øðrum sambondum, vil tíðin vísa.
Clickhaze heldur fram við upptøkunum í Lundgaard Studios til sunnudagin.









