Annar høvuðspersónur í hesi søgu er maður hennara Johannes Hansen f. 22.9 1846 í Álakeri, sonur Onnu Jensdóttir f. 1812 og Hans Johannesen (1805-1892), uppsitara, føddur í Miðvági og deyður í Havn.
Í 1869 er Johannes komin í eina serliga og helst eisini trupla støðu. Hann fær nevniliga hetta ár barn við tveimum kvinnum.
Tann fyrra er tann bert 15 ára gamla Sigga Sofía Fredrikka Hansen av Argjaboða, fødd 2.9 og doypt 18.9 1853.
Sigga Sofía fær tann 1.6. 1869 í Kirkjubø ein son, Hans Sofus Hansen, seinni kallaður Sofus á Landavegnum. Johannes tænir í Kirkjubø, so tað man vera har, tey hava hitst. Johannes er skrásettur sum pápi at barninum.
Um Sofus kann sigast, at hann giftist við Maren Christine Jacobsen f. 1870 í Vestmanna. Tey fingu børnini Poul Jacob, Petur Sigfred, Hans Christoffur (Doffa), Anna Henrietta Sofía, Karl Vilhelm, Johannes Albert, Poulina Maria og Astrid.
Tann 1. august 1869 fær Johannes eisini eina dóttir við Augustu Nicolinu Súsannu, kallað Gusta, Augustinusdóttir f. 26.5. 1844 í Havn. Foreldrini hjá henni eru Julianna Maren Olesdatter f. 1818 av Sandi og Augustinus Samuelsen (1812-1891) úr Havn.
Johannes giftist tann 26. oktober 1870 við Augustu.
Tey búsetast í Kirkjubø og fáa tilsamans 9 børn. Tey sjey, sum eru fødd eftir giftarmálið, eru fødd í Kirkjubø. Tað níggjandi er føtt í Havn, og eru tey tá helst flutt til Havnar aftur. Í 1886 er Johannes politistur. Á kendu myndini av politistaliðnum stendur hann til at vera úr Kirkjubø. Umframt hetta stendur hann til at vera slaktari.
Johannes doyr 14.6 1910, meðan Gusta doyr 23.9 1919. Bæði doyggja í Havn og eru jarðað undir Svínaryggi.
Johannes og Gusta fingu hesi børnini:
1. Johanna Nicolina Súsanna, ið sum sagt varð fødd 1.8. 1869. Hon doyði bert fýra ára gomul tann 8.2. 1874.
2. Hans føddur 26.6. 1871, deyður 28.5.1910. Hann giftist í 1899 í Havnar Kirkju við Guðrun Margrethu Jónsdóttir. Hon var fødd í Seyðisfirði 2.5.1867 og doyði 5.3.1957. Hon sat tískil einkja í 47 ár. Guðrun bleiv til Gynna, og Jóannes og Jón hjá Gynnu blivu væl kendur havnarmenn. Dóttirin Gudrun, Gugga, bleiv gift i Bø.
3. Anna Maria f. 13.8. 1872.
4. Johanna Hansina Helena f. 17.2. 1875.
5. Jens f. 17.12 1876, deyður 2.12.1958, var arbeiðsmaður og slaktari. Jens hjá Gustu giftist við Susannu Cathrinu Niclassen f. 20.11.1878 í Sørvági. Tey fingu 9 børn: Poul Olaf Emil, Johannes, Poul Sigurd, Ragna, Hans Marius, Sára Elisabeth, Gunnar, Emma og Hjørleif.
6. Augustinus f. 6.2. 1879, deyður 24.5.1961). Hann giftist við Onnu Margrethu Henriksen, úr Uppsølum í Klaksvík, fødd 2.4. 1889. Hon doyði longu 11.7. 1919, bert 40 ára gomul. Tey hava stein í kirkjugarðinum. Teirra fýra børn vóru:
a. Hans Marius Juul f. 25.12 1912. Sum tað sæst er hann uppkallaður eftir føðingardegnum, jóladag.
b. Kirstin Johanna Katrina f. 22.6. 1914
c. Johanna Augusta f. 31.7. 1915. Uppkallað eftir foreldrunum hjá pápanum
d. Andreas f. 5.2. 1917
7. Trond f. 28.9 1881 d. 6.6. 1939. Hann giftist við Stefaniu Sofíu Hansen (1882-1974) av Húsum. Tey fingu sjey børn, har fleiri fingu Trond til millumnavn.
Børnini vóru: Mia, Malan, Leivur, Augusta, Sverri, Bergtóra og Elinborg.
Sigga Sofía aftur ein son
Í 1872 fekk Sigga Sofía aftur ein son. Um hetta skrivar Egon Hansen í Nólsoyar søgu:
Jacob Marius Hansen var føddur mariumessudag 25.3.1872 í Kirkjubø, d. 18.6 1957. Marius var føddur uttan fyri hjúnaband, sonur Sigge Sofie Hansdatter og »udlagt barnefader var Johannes Hansen, f. 22.9.1846, af Kirkebø.« Tó varð sagt, at Marius veruliga var sonur Poul bónda í Kirkjubø, pápa Jóannes bónda. Men Egon sigur, at ættin hjá Marius metti tey hjá Gustu at vera teirra næstu skyldfólk.
Foreldur Siggu Sofíu vóru Hanus Hansen f. 11.4.1820 av Kák í Havn og Sunneva Johannesdatter, úr Funningsstovu í Havn. Tey vóru tænastufólk hjá feðgunum Peturi og Poul bónda í Kirkjubø. Tey vóru roknað sum álitisfólk á garðinum.
Ættarsøga
Í hesum og tveimum komandi pørtum skal verða greitt frá teirri ættarsøgu hjá Johannes og Augustu, sum tað er eydnast at finna fram til. Fyrst verður greitt frá Augustinus og Onnu Margrethu, sum »eiga« ein væl hildnan gravstein í gamla kirkjugarði.
Eiden Müller skrivar í sínum Minnislýsingum um tíðina eftir, at pápi hansara doyði í 1925:
»Vit áttu góð barnaár í gomlu Havnini, fingu vinir, frálíkar, í øllum aldursstigum, spældu við javnaldrarnar í grannalagnum, úti á Reyni, á Kongabrúnni og í miðbýnum. Hesi fyrstu árini sum faðirleysir skal eg nevna uttan at gera mannamun teir báðar Hans (Habba) og Andreas (Diaba), synir Agga hjá Gustu, sum vit spældu saman við dag og dagliga, hóast at aldursmunur var, einahelst í mínum føri. Teir vóru sannir vinmenn við okkum og húsi okkara, eins og pápin var, so leingi hann livdi.«
Birgar Johannesen greiðir frá, at fyrsta ítróttarfelag í Havn var fimleikafelagið Fimur. Tað var sett á stovn í 1901. Hetta felag hevur verið íblástur til Havnar Fimleikafelag. Fyrst sýning hjá Fimi var í 1901. Tá liðugt var, varð Augustinus kosin sum besti fimleikari. Fyri tað fekk hann eitt silkiband, sum hann skuldi hava í varðveitslu til næstu framsýning.
Johan Norðfoss minnist Agga sum ein rættan mann, sum dugdi væl at práta, og sum kanska eisini kundi gera av. Tí var hann altíð miðpunkt, har hann var millum manna. Hann plagdi at ganga á fjalli í Hoyvík, og tá ið hann rópti hoyrdist tað um alla Havnina.
Agga arbeiddi meginpartin av sínum arbeiðslívi hjá DFDS. Hetta kom so at skapa umrødda vinskap við tey hjá Müller.
Kona hansara, Anna Margretha, gjørdist bert 30 ár, og hann kom at sita einkjumaður í meira enn 40 ár.
Í komandi parti um tvær vikur verða onnur børn hjá Johannes og Gustu umrødd