gongur eftir ætlan hjá sokallaða umhvørvisverndarmanninum Paul Watson. Fyrr í ár boðaði hann og felagsskapur hansara Sea Shepherd frá, at skipið "Ocean Warrior" var væntandi í Føroyum í juni mánaði í sambandi [...] tilfar komið um "Operation Grindstop 2000" síðan 1. mei, og har tað fyrr stóð at herferðin skal fara fram í juni/juli, stendur nú juli/august.
Sambandsfloksins í Tórshavnar býráð Stóra tónleikatiltakið Asfalt er farið aftur um bak. Nú verður bíðað eftir teimum næstu tiltøkunum í eini perlurøð tónleiki. Er tað nakað, sum kann knýta fólk saman tvørturum [...] tað tónleikur. Sum limur í Mentanarnevndini hjá Tórshavnar býráð var tað ein sjálvfylgja at taka undir við umsóknini um stuðul, sum Margarinfabrikkin sendi nevndini tíðliga í ár í samband við eitt stórt [...] kini í Tórsgøtu, umframt tvey svørt, sum vóru til eitt "after-party" á Hotel Føroyum leygarkvøldið. Tað er seinna tiltakið, eg ikki kann taka undir við. Stutt fyri midnátt skuldi ein bussur fara við gestum
Arbeiðsloysið í Føroyum var gott og væl eitt prosent fyrst í ár og nú er tað 1,8 prosent. – Fyrstu sjey mánaðirnar í ár vórðu 2,6 prosent meira í goldnar lønum enn tað vóru í sama tíðarskeiði í fjør og tað [...] starvsfólk, serliga í ferða- og matstovuvinnunum, í lønarískoytisskipanina hjá Als, var tað longu ringt hjá fleiri fyritøkum at fáa nokk av arbeiðskraft. Fleiri fólk eru farin aftur í starvið tey høvdu [...] eru ikki skrásett í arbeiðsloysistølunum hjá Als. Hesi verða tí ikki skrásett sum arbeiðsleys, hóast tey missa arbeiðið. – Føroyski búskapurin kundi sostatt fara munandi niður í ferð í kjalarvørrinum av
samstundis eitt stig á leiðini at røkka málinum í serlæknaætlanini, sum varð handað mær í summar, og í ætlanini at fyrireika Universitetssjúkrahús í Føroyum. Tí havi eg raðfest at játta fígging til hetta [...] kr. í mun til játtanina í fjør. Tað er eingin loyna, at trot er á serlæknum og serútbúnum heilsustarvsfólki í øllum londum um okkara leiðir. Og kappingin um hesi týdningarmiklu starvsfólk er stór. Í Føroyum [...] starvast í Føroyum. Ein fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið fær játtan at seta fleiri fólk í starv. Ein onnur fortreyt er, at Sjúkrahúsverkið framhaldandi verður ment, og er ført fyri at bjóða størv og umstøður
Fyrstu frímerkini í ár ímynda Kirkjubøarstólarnar, sum nú koma heim aftur og Reyða Kross, sum hevur virkað her í landinum í 75 ár. Tá farið varð undir at umvæla Ólavskirkjuna í Kirkjubø í 1874 vórðu Kirk [...] Anker Eli ger eisini jólafrímerkini í ár. Har er evni Kristi føðing, við støði í Lukasar og Matheusar evangelii. Í summar stendur list á skránni hjá Postverkinum. Við støði í málningalistini hjá Zachariasi [...] dagur Postverksins er hin 1. apríl í ár, kunnu vit á hesi heimasíðuni lesa, at longu í 1974/75 fór danska postverkið undir at framleiða føroysk frímerki. Postverkið í Føroyum nýtti hesi frímerki til frímerkingar
mentan. Í nógv størri mun, enn vit vanliga geva okkum far um, sæst aftur, at í Føroyum býr eitt fólk, ið trýr á ein altvaldandi Gud. Sanna Hammer er leiðari av felagskapinum, Youth With A Mission í Føroyum [...] Margarinfabrikkini, sum skuldi lýsa, hvønn týdning Gud hevur í okkara mentan í dag. So hvørt, sum fornfrøðingar koma fram á leivdir ymsastaðni í Føroyum, sæst, at munkar hava búleikast her. Seinasta ábending [...] hetta er, tá keltiskir krossar vórðu funnir í Leirvík fyrr í ár. - Fyri mær er tað eingin ivi um, at tað er við munkunum, at trúgvin á Gud hevur rótfest seg í føroyinginum og ikki við einum hóttandi Sigmundi
Offshore í tvey ár, og tey hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Vit arbeiða bæði í Bretlandi, Meksikanska flógvanum og aðarastaðni. Skuldi tað blivið til nakað í Føroyum, vilja vit vera við sigur stjórin í Aker [...] arbeiði í Noregi, bæði onshore og offshore. Hann heldur tí eisini, at føroyingar sum heild áttu at hugt eftir, hvussu PAM ber seg at, tí tað kann vera teimum ein góð læra. Í dag arbeiða 10.000 fólk í Aker [...] eisini stóran dent at taka umhvørvisspurningar í størsta álvara. Hvørjar eru so uppgávurnar, sum teir kunnu taka sær av í sambandi við leiting í Føroyum! Jú tað er m.a. broytingararbeiði á pallunum tá
føroyingar fara at sita framman fyri sjónvarpsskíggjanum, tá tann 20 ára gamla Guðrun Sólja Jacobsen av Tvøroyri, sum varð Ársins Songrødd í 2001, fer at luttaka í sangkappingini »Stjørna í eitt kvøld« [...] sum gera fólk til stjørnu í eitt kvøld. Hon kendi onkran av teimum framman undan, og verturin, Natasja Crone, er líka blíð og fitt aftan fyri upptøkutólið, sum hon er framman fyri kameraið í upptøkuhøli [...] áhoyrarar í sjálvt upptøkuhølið umframt tey, ið gera sendingina, og so mugu vit ikki gloyma teir mongu hyggjararnar kring alt kongaríkið. Guðrun Sólja Jacobsen, sum í løtuni gongur í 3.g og spælir trombon í
hetta er rávøra í heimsflokki, leggur hann aftrat. Jóhan ivast onga løtu í, at Føroyar eiga framúr góðar rávørur – bæði í havinum og uppi á landi, og saman við góðu kokkunum, vit eiga í Føroyum, kunnu vit saktans [...] ivist onga løtu í, at vit í Føroyum eisini kunnu skapa eina slíka, um vit eru nærløgd, hugsa um okkara egnu rávøru, leggja okkum eftir íblástri, samstundis sum vit hava uppruna køkin í huganum, leggur [...] eisini vóru við í tiltakinum á Hotel Føroyum. Valið fall á teir báðar, Leif Sørensen, sum starvast á matstovuni Gourmet og Gundur Fossdal, sum starvast á Hotel Føroyum. Hesir báðir fara seinni á forkunnugar
verið niðri á sjúkrahúsum hjá sclerosufelagnum í Danmark, men hesin møguleikin stendur teimum aftur í boði nú. Tveir sjúklingar fara í øllum førum avstað í ár, men fleiri umsóknir eru væntandi. Vegna avmarkaðar [...] havt møguleika at leita sær heilsubót í Danmark í fleiri ár. Í føroyska heilsuverkinum hava sclerosurakt ikki eins góðar møguleikar at betra um lívsgóðskuna sum í Danmark, tí hevur tað verið tungt seinastu [...] eru vit verri fyri í Føroyum, tí umstøðurnar hjá rørslutarnaðum ikki eru av teimum bestu. Hinvegin eru stórir batar gjørdir á tí økinum, tí fleiri onnur rørslutarnað eru eisini í Føroyum, sigur Hendrik Jacobsen