Jan Müller
? Vit hava arbeitt saman við Pam Offshore í tvey ár, og tey hava gjørt eitt sera gott arbeiði. Vit arbeiða bæði í Bretlandi, Meksikanska flógvanum og aðarastaðni. Skuldi tað blivið til nakað í Føroyum, vilja vit vera við sigur stjórin í Aker Maritime, sum heldur, at tað er sera umráðandi at byggja upp vitan her í Føroyum. Hann var á vitjan her herfyri, tá samstarvsavtala varð gjørd millum føroysku og norsku fyritøkuna.
Aker Maritime hevur verið við í stórum og spennandi verkætlanum innan oljuvinnuna. Teir vóru m.a. við til at byggj upp Hibernia ætlanina frá byrjan av og hava royndir við umvælingar av flótandi eindum, útgerð til tær og til útgerð til at seta á havbotnin, nakað, sum væl eisini kann byggjast í Føroyum.
Stjórin í Aker Maritime, sum er sera væl nøgdur við samstarvið við føroyingar, heldur, at PAM og skipasmiðjan kunnu klára nógvar av byrjunaruppgávunum. Hann leggur eisini stóran dent at taka umhvørvisspurningar í størsta álvara.
Hvørjar eru so uppgávurnar, sum teir kunnu taka sær av í sambandi við leiting í Føroyum! Jú tað er m.a. broytingararbeiði á pallunum tá borað verður, nakað, sum Pamfólk longu hava gjørt í Noregi við góðum úrsliti. So tey hava longu fingið vitan og royndir, sum føroyska oljuvinnan nú kann njóta gott av.
Stjórin í Aker Maritime heldur, at føroyingar, sum hava verið í arbeiði hjá PAM hava gjørt sera gott arbeiði í Noregi, bæði onshore og offshore.
Hann heldur tí eisini, at føroyingar sum heild áttu at hugt eftir, hvussu PAM ber seg at, tí tað kann vera teimum ein góð læra.
Í dag arbeiða 10.000 fólk í Aker Maritime ymsa staðni í heiminum. Tað er eitt tað størsta konstruktørfelagið í heiminum og hevur skrivstovur nógva staðni. Teir síggja Føroyar sum eitt stórt og spennandi øki hjá fyritøkuni í framtíðini.