Fríggjakvøldið munnu nógvir føroyingar fara at sita framman fyri sjónvarpsskíggjanum, tá tann 20 ára gamla Guðrun Sólja Jacobsen av Tvøroyri, sum varð Ársins Songrødd í 2001, fer at luttaka í sangkappingini »Stjørna í eitt kvøld«, sum Sjónvarp Føroya samsendir við DR1.
Guðrun Sólja Jacobsen var niðri í Danmark seinasta heyst til upptøkuroyndir hjá danska sjónvarpinum, har hon varð vald út at verða millum tey, sum skulu dystast um eitt pláss í finaluni, sum verður 28, mars.
Sostatt kennir hon eitt sindur til fólkini og mannagongdina í kappingini, og tí var tað ikki so fremmant fyri hana, tá hon seinasta sunnudag aftur setti kósina í ein landsynning ímóti Danmark, har venjingarnar til kappingina byrjaðu týsdagin.
Sjálv segði Guðrun Sólja Jacobsen við Varpið, tá vit ringdu til hana mánadagin, at tað enn ikki rættiliga var gingið upp fyri henni, at hon skuldi luttaka í eini so stórari sangkapping. Men hon segði seg vera væl fyri og gjørdi ikki stórvegis hóvasták burtur úr luttøkuni, hóast hon sum vera man var spent.
Syngur ein stillan kærleikssang
Undan venjingini týsdagin skuldi hon í býin við fólki frá Danmarks Radio, har tey skuldu keypa klæðir og tað, sum hoyrir til eina upptraðkan í eini tílíkari sending. Sjálvandi rindaði sjónvarpsstøðin kostnaðin, og Guðrun Sólja Jacobsen letur væl at fólkunum, sum gera fólk til stjørnu í eitt kvøld. Hon kendi onkran av teimum framman undan, og verturin, Natasja Crone, er líka blíð og fitt aftan fyri upptøkutólið, sum hon er framman fyri kameraið í upptøkuhøli 3 í TV-býnum hjá Danmarks Radio.
Eftir at hava vant frá klokkan 15 til 19 týsdagin skuldu venjingar eisini vera hósdagin og fríggjadagin, tá aðalroyndirnar skuldu vera. Væntandi koma eini 120 áhoyrarar í sjálvt upptøkuhølið umframt tey, ið gera sendingina, og so mugu vit ikki gloyma teir mongu hyggjararnar kring alt kongaríkið.
Guðrun Sólja Jacobsen, sum í løtuni gongur í 3.g og spælir trombon í hornorkestrinum á Tvøroyri, fer fríggjakvøldið at syngja sangin »Promise Me« hjá Beverly Craven. Sjálv sigur hon, at hetta er ein stillur kærleikssangur, sum enn ikki er so kendur í Føroyum.
Men tað verður hann helst fríggjakvøldið, tá Guðrun Sólja Jacobsen sleppur at royna seg sum stjørnu í eitt kvøld.