Sclerosa
Nógv bendir á, at orsøkin til sclerosu er, at nervaskipanin verður álopin av onkrum virusi. Granskarar hava enn ikki funnið ta veruligu orsøkina til sclerosu, men teir nærkast í hvørjum.
Sclerosa rakar oftast ung fólk, sum mugu liva við sjúkuni alt lívið. Støðan hjá einum sclerosu sjúklingi versnar so spakuliga, sum árini ganga, og sjúklingurin missir førleikan. Fleiri gerast rørslutarnað og mugu tí sita í koyristóli, og fleiri missa eisini sjónina.
Tað slepst ikki av við sjúkuna, um tú hevur fingið hana, men jú fyrr sclerosusjúklingurin fer í viðgerð, jú meira verður sjúkan seinkað. Tí ræður um at fáa serkøna hjálp sum skjótast, tá sjúklingurin varnast hana.
Tey norðurlendsku sclerosu feløgini hava júst havt fund í Føroyum, og her verður dentur lagdur á at betra um lívsgóðskuna hjá sjúklingum. Tað er m.a. av alstórum týdningi, at sjúklingarnir fáa sálarsosiala viðgerð. Hetta betrar um lívsgóðskuna, tí sjúklingurin lærir at liva við sclerosu.
Tá sclerosa verður staðfest, er tað umráðandi, at sjúklingurin fær samband við onnur í somu støðu. Mangan heldur sjúklingurin, at hann er einsamallur í hesi støðu, og tí er týdningarmikið fyri lívsgóðskuna at hava samband við aðrar sjúklingar.
Granskarar hava fyri stuttum funnið fram til eitt evni, ið kann tálma sjúkuni, men tó ikki lekja hana. Eingin føroyingur hevði sjúkuna fyri kríggið, men síðan tá hava alt fleiri fingið staðfest sclerosu.
Illgruni er um, at sjúkan stavar frá herpes virusi, sum ávirkar nervaskipanina.
Munur á Føroyum og grannalondum
Hendrik Jacobsen sigur, at sjúkan sjálvsagt er tann sama her sum aðrastaðni, men umstøðurnar eru ikki eins góðar.
Vit hava ongan serlækna á hesum økinum, og tí skulu sjúklingarnir niður til Danmarkar at fáa viðgerð frá serkønum.
Síðan 1989 hava eingir føroyskir sjúklingar verið niðri á sjúkrahúsum hjá sclerosufelagnum í Danmark, men hesin møguleikin stendur teimum aftur í boði nú. Tveir sjúklingar fara í øllum førum avstað í ár, men fleiri umsóknir eru væntandi.
Vegna avmarkaðar fíggjarligar møguleikar hava føroyskir sjúklingar ikki havt møguleika at leita sær heilsubót í Danmark í fleiri ár. Í føroyska heilsuverkinum hava sclerosurakt ikki eins góðar møguleikar at betra um lívsgóðskuna sum í Danmark, tí hevur tað verið tungt seinastu tíggju árini.
Tá talið av sjúklingum er so lítið í Føroyum, ber ikki til at hava serlæknar og sersjúkrahús. Tí er neyðugt at dúva uppá grannalondini. Tað er av alstórum týdningi, at sjúklingar hava tryggjað sær atgongd til serfrøðing við jøvnum millumbilum.
? Av tí at fleiri sclerosusjúklingar eru rørslutarnaðir, eru vit verri fyri í Føroyum, tí umstøðurnar hjá rørslutarnaðum ikki eru av teimum bestu. Hinvegin eru stórir batar gjørdir á tí økinum, tí fleiri onnur rørslutarnað eru eisini í Føroyum, sigur Hendrik Jacobsen.
Hendrik Jacobsen er formaður í føroyska sclerosufelagnum. Hinir limirnir eru Marianna Simonsen, Jákup Jóhannus Matras, Diana Jacobsen, Mogens Eriksen og Annika Festirstein.










