Sum heild hava vit lítið og einki merkt til koronu. Tað sigur Arbeiðgevarafelagið, nú tey gera støðuna upp higartil í ár, sum hevur verið tað semerktasta árið, nakar veit um.
Ferðavinnan fekk ein skelk av einari aðrari verð, tá ið korona lukkaði ferðavinnuna frá degi til dags tíðliga í ár, hevur føroyski arbeiðsmarknaðurin sum heild, ikki merkt so nógv til avleiðingarnar av koronu higartil.
– Arbeiðsloysið er hækkað nakað, men tað er framvegis lágt samanborið við onnur lond. Arbeiðsloysið í Føroyum var gott og væl eitt prosent fyrst í ár og nú er tað 1,8 prosent.
– Fyrstu sjey mánaðirnar í ár vórðu 2,6 prosent meira í goldnar lønum enn tað vóru í sama tíðarskeiði í fjør og tað var bara í mai mána, at lønargjaldingarnar vóru lægri enn í fjør.
– At avleiðingarnar av koronatiltøkunum ikki hava nakrar serligar avleiðingar fyri búskapin, er serliga tí at støðan var, sum hon var
øroyski búskapurin sprutt kókaði, tá ið vit komu inn í hetta árið. Ein tann størsta avbjóðingin hjá føroysku vinnuni, fyri framhaldandi vøkstri, var at útvega arbeiðsmegi, samstundis sum føroyska arbeiðsmegin var tann virknasta í Evropa, siga arbeiðsgevararnir.
– Tað var sostatt arbeiði til meira enn allar hendur, tá ið koronasmittan rakti Føroyar, og tá búskapurin sprutt kókar,kólnar hann ikki alt fyri eitt, tá ið tað brádliga verður skrúvað eitt sindur fyri aftur.
Tá ið korona sendu nógv starvsfólk, serliga í ferða- og matstovuvinnunum, í lønarískoytisskipanina hjá Als, var tað longu ringt hjá fleiri fyritøkum at fáa nokk av arbeiðskraft.
Fleiri fólk eru farin aftur í starvið tey høvdu frammanundan, men tað eru eisini fleiri, ið eru farin úr í onnur størv, tí eftirspurningurin eftir arbeiðsmegi hevur framvegis verið stórur aðrastaðni í føroysku vinnuni undir koronakreppuni.
Føroyska arbeiðsfjøldin er eisini avbera virkin og føroyingar arbeiða nógv og tað forðaði eisini fyri at tað merkist nakað serligt.
– Tann parturin av arbeiðsfjøldini, ið er undir16 ár og eldri enn 67 eru ikki skrásett í arbeiðsloysistølunum hjá Als. Hesi verða tí ikki skrásett sum arbeiðsleys, hóast tey missa arbeiðið.
– Føroyski búskapurin kundi sostatt fara munandi niður í ferð í kjalarvørrinum av koronau, áðrenn tað sæst serliga væl aftur á føroyska arbeiðsmarknaðinum, siga arbeiðsgevararnir.