Danskir kokkar ovfarnir av føroyskum rávørum

Á forkunnuga tiltakinum á Hotel Føroyum við stórum galladøgurða, nú hotellið hevur 25 ár á baki, vóru kendu donsku kokkarnir samdir um, at Føroyar eiga rávørur í heimsflokki. – Vit kunnu saktans hevja okkum upp á altjóða støði innan matstovuvirksemi, er Jóhan Mortensen, sum var við til tiltakið, sannførdur um

Galladøgurði

 

Tað er nógv hent á Hotel Føroyum og ikki minni á Hotel Tórshavn, síðan Johannes Jensen eisini tók um stýrisvølin á hotellinum í miðbýnum. Stórar umbyggingar eru framdar á fyrrverandi Sjómansheiminum, og nú kunnu fólk sita uttanfyri í góðveðrinum og njóta eina øl ella eitt vínglas.

- Vit hava eina felags leiðslu, men kortini er talan um tvey hotell við ymiskum stíli – og við ymiskari atmosferu. Sósirnar skulu ikki verða eins á báðum hotellunum, segði hotelstjórin, tá hann á sumri í 2005 eisini tók við leiðsluni á Hotel Tórshavn.

Eingin ivi er um, at tað hevur eydnast Johannesi Jensen at seta síni spor hesi árini, hann hevur verið hotelstjóri.

 

Stórur galladøgurði

Nú hotellið við Oyggjarvegin hevur 25 ár á baki, skipaði Hotel Føroyar næstseinasta sunnukvøld fyri einum stórfingnum tiltaki við galladøgurða. At taka sær av mati, borðreiðing og tænastu hevði hotellið fingið fatur á fleiri kendum, donskum kokkum, sum eitt nú starvast á matstovum, ið hava sonevndar michelin-stjørnur, ið er vørumerki hjá matstovum í serflokki.

Sosialurin hevur skift orð við Jóhan Mortensen, sum saman við konu síni Hansinu var millum teir tilsamans 220 gestirnar á hotellinum hetta serstaka og forkunnuga kvøld.

- Tiltakið var alment, og hóast kostnaðurin fyri luttøku var 1500 krónur fyri hvønn persónin, vóru hølini fullsett. Hetta vísir bara, hvussu stórur áhugin í Føroyum veruliga er fyri gastronomi.

Jóhan heldur ikki, at prísurin fyri galladøgurðan var eina einastu krónu ov høgur.

- Hetta var eitt so framúr gott tiltak, har fokus varð sett á okkara egnu rávørur – hin norðurlendska køkin - og teir mongu og ymisku hættir og rættir, hesar rávørur kunnu gerast til.

Hann vísir á, at helmingurin av prísinum fyri galladøgurðan fer í ein danskan grunn, sum arbeiðir fyri at senda kokkar á námsferð í útlondum, soleiðis at hesir kunnu fáa nýggjan íblástur innan sítt yrki.

- Hetta kvøldið skuldu tveir føroyskir kokkar veljast, sum skulu fáa eitt slíkt høvi. Ein bólkur valdi soleiðis út tveir av føroysku kokkunum, sum eisini vóru við í tiltakinum á Hotel Føroyum.

Valið fall á teir báðar, Leif Sørensen, sum starvast á matstovuni Gourmet og Gundur Fossdal, sum starvast á Hotel Føroyum. Hesir báðir fara seinni á forkunnugar danskar matstovur, sum høvdu kokkar við á tiltakinum hetta kvøldið.

Á galladøgurðanum á Hotel Føroyum var Gundur virkandi høvuðskokkur, meðan Leif var við sum gestur.

 

Forkunnugt kvøld

- Hetta gjørdist eitt forkunnugt og heilt fantastiskt kvøld, har hesir seks donsku kokkarnir við stórum førleika og nærlagni gjørdu seks ymiskar rættir – primert úr føroyskum og útlendskum rávørum, sum teir síðan borðreiddu fyri teimum mongu gestunum. Saman við matinum fingu fólk tilhoyrandi vín úr hágóðsku, sum føroyingurin og ein av eigarunum av kendu matstovuni Søllerød Kro, Jan Restorff, stóð fyri.

Hann sigur, at Søllerød Kro hevur eina michelin-stjørnu, og tað eru bert tær bestu matstovurnar, sum hava hesar stjørnur.

- Jan er sommelier – ella vínmaður - og hann er helst ein hin kendasti á sínum øki í allari Skandinaviu.

Jóhan Mortensen sigur, at alt tiltakið, sum tað var, eydnaðist serstakliga væl, og hann heldur, at ungu og fryntligu starvsfólkini hjá Hotel Føroyum eiga stórt rós uppiborið fyri sítt dugnasemi.

- Allar tær hendur, sum vóru í gongd á hotellinum hetta kvøldið, góvu sítt íkast til, at tiltakið gjørdist so stórfingið og forkunnugt. Alt gekk upp í eina hægri eind, sum hann tekur til.

 

Eingin myndugleiki

Tað undrar Jóhan almikið, at hvørki umboð fyri SamVit, sum er okkara andlit úteftir á ferðavinnuøkinum, ei heldur myndugleikar innan vinnuøkið, vóru við til tiltakið á Hotel Føroyum.

- Eingin, sum alment varðar av okkara ferðavinnu ella høvuðsvinnu, var við, og hetta undrar meg stórliga.

Hann sigur, at kendu donsku kokkarnir vóru ovfarnir av dygdini í okkara rávørum, eitt nú hummara, kalva, toski, øðu og rabarbum.

- Teir vóru allir samdir um, at hetta er rávøra í heimsflokki, leggur hann aftrat.

Jóhan ivast onga løtu í, at Føroyar eiga framúr góðar rávørur – bæði í havinum og uppi á landi, og saman við góðu kokkunum, vit eiga í Føroyum, kunnu vit saktans hevja okkum uppá altjóða støði innan matstovuvirksemi.

- At okkara kokkar nú aftur fáa høvi at nema sær íblástur á kendum – og viðurkendum - matstovum uttanlands, er eisini við til at lyfta støðið, sigur hann.

Jóhan, sum hevur stóran áhuga fyri føroyskum rávørum, vísir á, at rákið í Skandinaviu í dag er, at matstovur venda aftur til upprunakøkin, sum hann tekur til.

Hann nevnir eitt nú kendu donsku matstovuna Nova, sum er á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn og hevur tvær sonevndar michelin-stjørnur.

- Henda matstovan verður roknað millum heimsins bestu, og eg ivist onga løtu í, at vit í Føroyum eisini kunnu skapa eina slíka, um vit eru nærløgd, hugsa um okkara egnu rávøru, leggja okkum eftir íblástri, samstundis sum vit hava uppruna køkin í huganum, leggur hann aftrat.

 

Gastronomi

Jóhan heldur, at vit í Føroyum gera alt ov lítið burtur úr tí, sum rópt verður gastronomi – og ikki minst er hetta galdandi í ferðavinnuhøpi, har møguleikarnir liggja púrasta opnir fyri okkum.

- Vit gera ov lítið við at markera okkara sera dygdargóðu rávøru, eitt nú umborð á Norrønu og Smyrli, ið bæði eru útgjørd sum hotelskip við øllum nútímans møguleikum til matgerð og borðreiðing.

Hann heldur, at vit í nógv størri mun áttu at gjørt burtur úr føroysku rávørunum, bæði úr havinum og landbúnaðinum.

- Vit gera snøgt sagt einki fyri at seta hesar fram sum nakað serstakt, ið borgar fyri dygd og er ein partur av okkara samfelag og samleika.

Jóhan heldur, at tað skuldi verið onkur stovnur, sum ferðaðist kring á matstovurnar og kannaði støðið, legði lag á og kom við hugskotum um, hvussu vit kunnu gera okkum betri, hvussu vit kunnu marknaðarføra og selja okkum sum land við dygdargóðari rávøru úr reinum umhvørvi sum okkara skjaldramerki.

 

Eitt hjartasuff

Jóhan sigur, at á ferðini hjá donsku kokkunum í Føroyum, var hann saman við øðrum í Listaskálanum og vísti teimum permanentu framsýningina, sum hongur í okkara tjóðarsavni.

- Tað sló meg, at eingin málningur er á permanentu framsýningini, sum ímyndar okkara høvuðsvinnu – fiskivinnuna - hvørki á sjógvi ella landi. Har er ikki so frægt sum myndir av fiski, fiskimonnum, fiskavirki ella fólki, sum fáast við fisk – hvørki í gamlari ella nýggjari tíð. Ei heldur sært tú nakað til landbúnað, hvørki seyð ella eplaveltu. Hetta haldi eg er ov vánaligt í einum tjóðarsavni í einum landi, sum er og hevur verið so nær tengt at tí, sum upp úr havinum og jørðini kemur.

Hann heldur, at framsýningin lýsir, hvussu fremmandar Føroyar eru gjørdar í dag frá øllum tí, sum hevur við okkara lívsgrundarlag at gera.

- Hvat bagir okkum í Føroyum, og duga vit ikki eins og onnur at seta okkum fram, sum tað, ið vit eru? Duga vit ikki at síggja, at samleikin hjá tjóðunum kring um heimin vinnur meira og meira á tilvildini – og ger munin, spyr Jóhan Mortensen, sum at enda vísir á, at uttan okkara tjóðareyðkenni og samleika menna vit okkum ongantíð í ferðavinnuhøpi.