Á ólavsøku skipar Missiónsfelagsskapur í Føroyum fyri framsýning í Margarinfabrikkini í Havn.
Roynt verður at lýsa hugtakið andalig virði, sum føroyingar eiga og hava havt upp ígjøgnum øldir. Nomið verður við ymisk øki, eitt nú familjuna, trúbótina, tilfeingi og annað.
Fyrireikararnir halda tað vera hugvekjandi og mennandi at hava arbeitt við hesum.
Endamálið við framsýningini er at lýsa og minna á hetta grundarlag, sum lagt er, og saman at fengast um tað hesar serligu dagarnar, sum ólavsøkan er.
Margarinfabrikkin, sum er karmur um framsýningina, er sera væl egnað til hetta, tí har er bæði rúmligt og ljóst inni.
Framsýningin er opin frá 15-22.