vøra eigur sjálvsagt at verða marknaðinum í hendi skjótast til ber, og merkir hetta í flestu førum, t.d. í Íslandi og norðara parti av Noregi, at flogfør verða nýtt til henda flutning. Í Føroyum tykist hesin [...] in, hetta tó bert uttan at nerva ferðafólkaflutningin til og úr Suðuroynni. Um ikki hetta var møguligt kundu helst aðrir privatir einstaklingar og/ella feløg sligið seg saman um at fingið hetta at borið [...] møguleiki ikki heilt so eyðsýndur, í fyrsta lagi tí flogvallarviðurskiftini ikki eru nøktandi um heilt stór farmaflogfør skuldu verið nýtt, og í øðrum lagi tí fjarstøðan til europeiska meginlandi ikki er eins
yvirhøvur, og at tað áliggur okkum øllum, og harvið samfelagnum, at gera okkara til at fyribyrgja, at slík brotsverk verða framd. Tí eiga donsku ríkislógirnar alt fyri eitt at verða settar í gildi í Føroyum [...] Annað er at broyta revsilógina fyri harvið at bøta um rættarstøðuna hjá børnum, sum eru fyri kynsligum ágangi. Hitt er at seta í gildi danskar broytingar í revsilógini, sum bannar barnaporno í Føroyum. [...] Sambært galdandi lóggávu er ikki ólógligt at hava í hendi barnapornografiskt tilfar ella í loyndum lata øðrum slíkt tilfar. Eftir uppskotinum verða hetta nú ólógligt. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur
sluppu ikki í kirkju, tí har ikki var verandi inni. Nú hava tey so fingið olju í dunkum út á oynna, soleiðis at problemið fyribils er loyst. Men nólsoyingar sakna eina varandi loysn. – At hetta kann koma [...] tíðina hava nakrir nólsoyingar upplivað, at húsini eru blivin turrbrend. Orsøkin er, at bæði Ternan og Hasfjord ikki sigla í løtuni, og Erla Kongsdóttir klárar ikki at taka stóra oljubilin um fjørðin. Næstseinasta [...] Nólsoy. – Hetta er ikki nakað mann kann bjóða fólki. Tað ljóðar næstan, sum mann livur í miðøldini. Allar støðurnar eru so ræðuliga ivasamar, so mann er øgiliga frustreraður, sigur hon. Hetta hevur sambært
øllum føroyingum tilsamans. Hitar ikki búskapin Vit í Sambandsflokkinum settu fram uppskot um at seta 400 mió. krónur í grunn í ár, og aftur 400 mió. næsta ár, fyri at hækka pensjónina longu frá 1. januar [...] ins. Í prestigeprojektinum hjá Anfinni og Høgna, verður als ikki hugsað um trygd og vælferð hjá føroyingum. Eg vóni, at hetta stendur sólarklárt fyri hvørjum einasta føroyingi. Eg vóni eisini, at føroyingar [...] økta skatt á føroyingar, og hetta endar í seinna enda sum byrða hjá vinnulívinum. Føroyska samfelagið missir fyri allar tíðir 400 mió. krónur í fruminntøkum um árið. Hetta eru inntøkur, sum sambært Hvítubók
við orð sítt um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, tá hann í gjár ikki atkvøddi um formannin í tinginum. Av tí at hin føroyski fólkatingsmaðurin kortini atkvøddi kom at standa á jøvnum [...] veljarum um ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. At valið av formanninum er danskur innanríkispolitikkur kann eftir okkara meting ikki vera nakar ivi um. Tá hevði rað væl heldur ikki havt so [...] tikið sum givið, at føroyski javnaðarmaðurin fór at atkvøða fyri sínum kandidati. Hevur hann gjørt tað uttan at fáa eina greiða avtalu um hetta við Jóannes Eidesgaard, so hevur Nyrup í veruleikanum bóndafangað
sigur eisini, at Gud heldur tað vera rættvíst, at vit fortapast, taka vit ikki ímóti ofri Hansara, tí at Hann ikki kann hava slík í ríki sínum. Fyrst av øllum, so nýtist Honum ikki at pína okkum í allar ævir [...] Hví kunnu vit ikki vita? -?Og síðani stendur, at fyri at kunna kalla, mugu tey fyrst trúgva, at Hann er, og fyri at kunna trúgva at Hann er, má onkur siga teimum tað? (tí at Gud ætlar ikki at gera tað). [...] spyrji um Gud veruliga drap børnini í Egyptalandi, av tí at Hann var illur við foreldur teirra, so vænti eg ikki at nakar fer at nokta, at so var. Heldur ikki vænti eg, at nakar kann rættvísgera hesa gerð
Landsstýrismaðurin sigur, at verður ein fiskidagamarknaður settur á stovn, so at skipini skulu keypa fiskidagar, hevði tilfeingisrentan ikki verið í vinnuni. - Men hetta fer ikki vágan at minka, tí skulu skipini [...] er at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap. Magni Laksáfoss sigur, at fyri at lýsa hansara støðu, er tað fyrst neyðugt at greiða frá hugtøkunum, tilfeingisrenta og tilfeingisgjald. Hann sigur, at fyri [...] milliómir. - Men tað, at vit í einstøkum førum hava eina tilfeingisrentu upp á hundraðtals milliónir, merkir als ikki, at hetta av sær sjálvum kann yvirførast yvir á fiskiflotan, sum heild. Í farnu viku alma
At tað ikki hevur gingist eftir vild hjá klaksvíkingum í fótbóltshøpi hetta kappingarárið man ikki vera nøkur loyna. í landskappingini hevur gingið av skriðuni til, og undan dystinum móti B68 átti besta [...] megnaðu at varveita sessin í deildini, meðan B36 ístaðin noyddist tungu leiðina í aðru deild. ikki fingið málið enn Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF, sigur við Sosialin, at enn hava teir ikki fingið [...] gekk slaturin annars um, at KÍ skuldi spæla teir báðar komandi heimadystirnar í Eiði, men hetta er so í øllum førum ikki avgjørt frá Fótbóltssambandinum, sigur Ísak Mikladal at enda.
fáa størv í londum, har enn er nóg mikið at gera, eru góðu útbúgvingunum fyri at takka. Munurin er ídag, at í Danmark útbúgvað tey fólk til at fara í starv í grannalondunum, meðan føroyingar verða útbúnir [...] ofta halda politikarar, at tað sum er fest á pappírið, eisini letur seg fremja í verki. So er bara ikki! Veruleikin í dag er, at politikarin ikki stýrir upp- og niðurgongdum í vinnuni og soleiðis hevur [...] tosað um at fáa øll lesandi heimaftur í Føroyum, kemur til sjóndar í Danmark, at brúk er ikki fyri øllum teimum útbúnu akademikarunum har, ráðgevarar biðja tey tí søkja til Noregs og Svøríkis. At hesi fáa
upp í Blómunhandlinum Dáanum í Sandavági sunnudagin. Hetta er annað árið, hetta tiltakið er í handlinum. Sonevndu jólastovurnar eru afturvendandandi tiltak hjá summum av blómuhandlunum i landinum. Í Sandavági [...] kortini ikki so, at fólk ikki fáa gingið. Og tað, ein leggur merki til er, at ikki eru tað sonevndu »nissurnar«, sum púra stýra allari myndini. Ein leggur heldur merki til einglar og ljós. Og tað er í grundini [...] Sandavági er ætlanin at gera hetta til áligt tiltak í framtíðini, sigur Kári á Lofti, sum eigur blómuhandilin Dáan. Tað hoyrast jólaløg úr hátalaranum, tá tú trínur inn í jólastovuna í kjallaranum undir