Skulu hava stóran vinning og lítlan vága í fiskivinnuni

- Verður tilfeingisgjald løgd á fiskivinnuna, verða fiskiloyvini bíligari og vágin í vinnuni minkar, sigur Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum

- Tað er eingin ivi um, at í føroyska fiskiflotanum, er ein ávís tilfeingisrenta. Men hon er ikki allastaðni og í summum pørtum í fiskiflotanum er kanska ongin tilfeingisrenta.

Tað staðfestir Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og nýggjur landstýrismaður í fíggjarmálum.

Fiskivinnan er ein týðandi partur í føroyska búskapinum og tí hava vit spurt nývalda landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum eisini er búskaparfrøðingur, hvørjar metingar hann hevur gjørt sær av broytingunum, sum ætlanin nú er at gera í lógini um vinnuligan fiskiskap.

Magni Laksáfoss sigur, at fyri at lýsa hansara støðu, er tað fyrst neyðugt at greiða frá hugtøkunum, tilfeingisrenta og tilfeingisgjald.

Hann sigur, at fyri at tilfeingisrenta skal vera til staðar, skulu ávísar fortreytir vera til staðar og tær eru ikki til staðar í øllum fiskiflotanum.

- Ein avgerðandi fortreyt er, at atgongdin til tilfeingið er avmarkað. Meiri atgongdin til eitt tilfeingið verður avmarkað, størri verður tilfeingisrentan, tí hetta gevur skipunum størri avkast, enn tey høvdu havt í fríari kapping.

- Var talan um fría kapping, hevði eitt óvanligt avkast bara ført við sær, at fleiri skip komu í flotan, til tað óvanliga avkastið var burtur.

Men tað eru eisini aðrar fortreytir, sum skulu vera til staðar.

- Ein treyt er, at talan er um gott fiskaslag. Soleiðis gevur toskur størri avkast enn upsi, samstundis sum tey skip, sum fiska bílig fiskasløg, kanska onga tilfeingisrentu hava.

- Tað svarar til at grava eftir koli í einum námi í Hvalba, har lítið kol er, tí tað gevur heldur ongan vinning. Skalt tú hava vinning, mást tú grava har lindirnar eru góðar.

- Ein onnur fortreyt er, fiskileiðin er tann rætta. Tískil gevur atgongdin til røttu fiskileiðirnar størri tilfeingisrentu. Eitt nú gevur fiskiskapur eftir toski í Barentshavinum størri tilfeingisrentu enn fiskiskapurin eftir upsa undir Føroyum.

Magni Laksáfoss vísir á, at nakrir skipahandlar í seinastuni hava víst, at í summum, førum er tilfeingisrenta handlað fyri hundraðatals milliómir.

- Men tað, at vit í einstøkum førum hava eina tilfeingisrentu upp á hundraðtals milliónir, merkir als ikki, at hetta av sær sjálvum kann yvirførast yvir á fiskiflotan, sum heild.

Í farnu viku almannakunngjørdi Búskaparráðið grein um ymisk viðurskifti í lógini um vinniligan fiskiskap, har tað eisini viðgjørdi tilfeingisrentuna.

Sjálvur var Magni Laksáfoss limur í Búskaparráðnum til hann varð valdur til landsstýrismann, men hann hevur ikki verið við til at skriva seinastu greinina hjá ráðnum um tilfeingisrentu og fiskidagamarknað

Men hann staðfestir, at hann er samdur við tí mesta, sum Búskaparráðið førir fram.

Kortini heldur hann, at Búskaparráðið kann hava yvirmett virðið av tilfeingisrentuni.

- Er tað metingin hjá Búskaparráðnum, at allur fiskiflotin kann javntsetast á hesum øki,

haldi eg, at ráðið fer skeivt, tí allur fiskiflotin kann ikki javntsetast, sigur búskaparfrøðingurin.

Hetta sigur hann kortini við tí fyrivarni, at hann hevur ikki havt umstøður til at nærlesa útrokningarnar hjá Búskaparráðnum.


Stórt avkast sum gjørligt

Magni Laksáfoss sigur eisini, st sjálvandi hevur føroyska samfelagið allar størstan áhugan í, at tilfeingisrentan í fiskiflotanum og sostatt avkastið í fiskivinnuni, økist so nógv, sum gjørligt.

- Er talan um telesamskifti, ella elprísur, hava vit ikki áhuga í so høgum avkasti, sum gjørligt, tí tað merkir tað sama sum hægri prísir. Tí hevur samfelagið í hesum føri størstan áhuga í so harðari kapping sum gjørligt fyri at prísin niður og avkastið niður.

Men í fiskivinnuni eru eru heilt aðrar treytir galdandi.

- Fiskivinnan er okkara útflutningsvinna og tí ræður um at hava so stórt avkast, sum gjørligt í fiskivinnuni.

- Hvagar hetta avkastið so fer, er ein politiskur spurningur um, hvussu vit býta virðini í samfelagnum.

Spurningurin er so, hvussu vit kunnu økja tilfeingisrentuna.

- Tað kunnu vit gera við at býta um fiskasløg við onnur lond og tað gera vit í stóran mun við teimum fiskiveiðiavtalum, vit hava.

- Vit kunnu eisini býta um fiskileiðis við onnur lond og vit kunnu seta avmarkingar í gildið, so at atgongdin til fiskitilfeingið verður avmarkað.


Bíligari fiskiloyvi

Magni Laksáfoss sigur, at er hetta, sum er hent hesi seinastu árini og tí fáa vit eyga á tilfeingisrentuna í ávísum førum.

Spurningurin er so, hvar hendan tilfeingisrenta endar?

- Ì vissum førum endar hon sum størri avkast til ávísar skipabólkar. Í hesum sambandi hava kanska serliga nótaskipini verið sjónsk hesi seinastu árini.

- Men tað eru ikki bara skipini, sum fáa størri avkast. Tað fáa manningarnar eisini. Og tá ið skip og manning fáa størri avkast, gevur tað eisini Landinum og kommunum fleiri inntøkur í skatti.

- Tað merkir eisini, at skip og veiðiloyvi verða dýrari. Men í hesum førum verður hon ofta útgoldin sum ein gylt heilsan

- Viðhvørt er talan um fólk, sum fara úr vinnuni og sostatt taka tey tilfeingisrentuna við sær úr vinnuni, sum eina gylt heilsan.

- Í hesum førum verður tilfeingisrentan ikki verðandi í vinnuni.

Men Magni Laksáfoss sigur, at verður tilfeingisrentan verðandi í vinnuni, verður avkastið hægri, tí vinnan fær ein óvanligan vinning. Tað førir so eisini við sær, at fiskiloyvini verða dýrari, tí tey verða kapitaliserað til eina gylta heilsan.

- Men verður eitt tilfeingisgjald lagt á vinnuna og verður hetta gjaldið drigið úr vinnuni, sum skattur til land og kommunur, verða fiskiloyvini bíligari, tí tá verður tað ikki útgoldið sum ein gylt heilsan.


Fiskivinnan óneyðuga stóra skuld

Magni Laksáfoss sigur, at verður tilfeingisrentan verðandi í vinnuni økir tað um vágan í vinnuni, tí allur framtíðar vinningur verður roknaður aftur til nútíðina, ella sum tað eisini verður sagt: Hann verður kapitaliseraður og útgoldin fyri síðani mangan at verða tikin úr vinnuni.

- Men tað merkir sostatt eisini, at í framtíðini verður vinningurin minni, tí skipini fáa størri skuld at dragast við.

- Og hava skipini størri skuld, er vágin eisini størri.

Hann heldur, at sostatt eigur vinnan sjálv at hava áhuga í at gera nakað við støðuna, tí í dag verður tilfeingisrentan kapitaliserað, so at vinnan afturfyri fær ein støðugt størri váða


Kandingargjald

Landsstýrismaðurin sigur, at verður ein fiskidagamarknaður settur á stovn, so at skipini skulu keypa fiskidagar, hevði tilfeingisrentan ikki verið í vinnuni.

- Men hetta fer ikki vágan at minka, tí skulu skipini keypa fiskidagar, betala tey fyri fisk, sum tey vóna at fiska. – tað sum á donskum verður rópt ”forventet fangst”.

Magni Laksáfoss mælir heldur til at seta eitt landingargjald á stovn, so at skipini ikki betala fyrrenn vinningurin er staðfestur og tað minkar um vágan í vinnuni.

- Tað stutta av tí langa er, at verður tilfeingisrentan drigin úr vinnuni, minkar vágin í vinnuni, men langtíðar-avkastið hevði ikki minkað. Skipanin, sum vinnan arbeiðir undir í dag, økir hinvegin um vágan í vinnuni.

Men hvussu ber tað so til, at vinningurin verður tann sami?

-Tað er sjálvandi tí, at tann óvanligi vinningurin verður kapitaliseraður úr vinnuni, við tað, at framtíðarvinningurin verður roknaður aftur til nútíðina og útgoldin. Sostatt verður tilfeingisrentan til skuld og rentuútreiðslur ístaðin, sigur Magni Laksáfoss.

Hann sigur, at hetta eru tær skipanir, sum okkara fiskivinnuskipan í botn og grund eigur at leggja upp fyri.

- Okkara fiskivinnuskipan, antin vit hava fiskidagar ella kvotur, eigur at tryggja, at vinningurin verður so stórur sum gjørligt, samstundis sum vit ansað eftir, at vágin ikki verður óneyðuga stórur.

Les eisini greinina ”Neyðugt at gera fleiri broytingar í fiskivinnuni”. 



Definitión

Magni Laksáfoss sigur, at mest vanliga definatiónin upp á tilfeingisrentu er, at hon er….

Tað avlopið, sum er eftir aftaná at kapitalur og arbeiðsmegi eru avlønt samsvarandi tað, sum tey høvdu fingið í øðrum vinnum

Hetta merkir, at tilfeingisrenta er óvanligur vinningur.

Magni Laksáfoss sigur, at ein óvanligan vinning fáa vit, har vit hava einkarrætt ella har har tað er ógvuliga avmarkað, hvør sleppur at virka í vinnuni, tí í slíkum førum fáa vit størri vinning, enn vit høvdu havt í eini frælsari kapping.

Dømi um einkarrætt í Føroyum er SEV og Postverkið, men eisini telemarknaðurin og tryggingarmarknaðurin eru dømi um virkisøki, har vit hava tryggingarmarknaðinum, telemarknaðinum.

Tað er eisini ógvuliga avmarkað, hvør sleppur at virka í fiskivinnuni.

Skipahandlar seinastu tíðina eru dømi um, at tilfeingisrenta er handlað fyri hundraðatals milliónir.

Hinvegin hevur tað stóran týdning at skilja ímillum hugtøkini tilfeingisrentu og tilfeingisgjald. Tilfeingisrenta er hugtakið fyri at hava ein óvanligan vinning, men tilfeingisgjaldið er skatturin av avkastinum.