ODDAGREIN: Kyndligur ágangur móti børnum

Í gjár var uppskot frá Javnaðarflokkinum um at banna barnaporno og bøta um rættarstøðuna hjá børnum, sum, hava verið fyri kynsligum ágangi til 1. viðgerð á tingi. Tað er Kartin Dahl Jacobsen, tingkvinna, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið. Málið er sera prinsipielt og má roknast við, at tað verður samtykt.

 

Uppskotið hevur tvey endamál. Annað er at broyta revsilógina fyri harvið at bøta um rættarstøðuna hjá børnum, sum eru fyri kynsligum ágangi. Hitt er at seta í gildi danskar broytingar í revsilógini, sum bannar barnaporno í Føroyum.

Sambært galdandi lóggávu er ikki ólógligt at hava í hendi barnapornografiskt tilfar ella í loyndum lata øðrum slíkt tilfar. Eftir uppskotinum verða hetta nú ólógligt. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Kartin Dahl Jakobsen, at fyrningarfreistin í revsilógini gevur ikki børnum, sum hava verið fyri ágangi, bestu verjuna. Og hetta skal broytast sigur tingkvinnan. Lógin skal broytast, so fyrningarfreistin verður longri enn hon er í galdandi lóg. Í dag er fyrningarfreistin í málum um siðamisbrot og ágang móti børnum 10 ár frá tí degi, seinasta brotsverkið varð framt. Skotið verður upp, at fyrningarfreistin framvegis verður 10 ár, men tað skal vera frá tí degi, at barnið fyllir 18 ár.

Danska fólkatingið broytti revsilógina í mai í ár, og tað eru hesar broytingar, sum løgtingskvinnan vil hava settar í gildi. Og verða hesar broytingar samtyktar, so verður tað eisini revsivert at hava barnapornografiskt tilfar hjá sær. Eisini verður revsingin harðari fyri at lata og brúka slíkt tilfar á internetinum.

Tingkvinnan sigur annars í viðmerkingum sínum, at kynsligur ágangur mótvegis børnum og ungum er millum tey grovastu brotsverkini yvirhøvur, og at tað áliggur okkum øllum, og harvið samfelagnum, at gera okkara til at fyribyrgja, at slík brotsverk verða framd. Tí eiga donsku ríkislógirnar alt fyri eitt at verða settar í gildi í Føroyum verður víst á.

Hetta er eitt stórt og sera álvarsligt mál, sum avgjørt eigur at fáa 1. prioritet í almenna orðaskiftinum. Vónandi verður hetta ikki bert avmarkað til eina viðgerð á løgtingi, men letur upp fyri einum orðaskifti í øllum samfelagnum, soleiðis at hetta evnið, sum hevur verið og er tabu, verður náttúrligt at viðgera. Tess meira, sum kemur fram í dagsins ljós, tess betri møguleika hava vit at fáa bilbukt við tí. Hetta er eitt gott og neyðugt uppskot, sum tingkvinnan eigur tøkk fyri. Málið er so mikið álvarsligt, at tað eigur ikki longur at verða dult. Og tey, sum hetta uppskotið rakar, eiga geva tí gætur og liva upp til tað. Øll onnur eiga so eisini at vísa tí ans og vera við til at fyribyrgja, at kynslig misnýtsla av børnum fer fram í loyndum í okkara annars góða samfelag.


Sosialurin