Fiskur kann flytast sjóvegis á Meginlandið upp á 15 tímar

? Við einum góðum, skjóttgangandi skipi, kundi fiskur verið fluttur á Meginlandið úr Vági til Scrabster upp á 15 tímar, heldur Vinnuráðið fyri Suðuroyar sunnaru helvt, sum hevur gjørt eitt uppskot um, hvussu feskur fiskur sjóvegis kann flytast úr Føroyum á marknaðin á Meginlandinum

Vinnuráðið fyri Suðuroyar sunnaru helvt
???????????????????????????????

Vísandi til stóru umrøðuna seinastu tíðina um útflutning av ferskum fiski og fiskaúrdráttum, og trupulleikunum við flutningi av somu, vilja vit her koma við uppskoti hesum viðvíkjandi.
Fersk vøra eigur sjálvsagt at verða marknaðinum í hendi skjótast til ber, og merkir hetta í flestu førum, t.d. í Íslandi og norðara parti av Noregi, at flogfør verða nýtt til henda flutning.
Í Føroyum tykist hesin møguleiki ikki heilt so eyðsýndur, í fyrsta lagi tí flogvallarviðurskiftini ikki eru nøktandi um heilt stór farmaflogfør skuldu verið nýtt, og í øðrum lagi tí fjarstøðan til europeiska meginlandi ikki er eins stór og fyri omanfyri nevndu økir.
Okkara meting er, at hóast smærri nøgdir óivað kundu verið fluttar loftvegis, hevði besta búskaparliga, tekniska og samfelagsliga loysnin helst verið at nýtt sjógvegis samband til henda útflutning okkara. Hetta sjógvegis sambandi skal sjálvsagt verða við skjóttgangandi skipi og sjálvsagt skal verða siglt styttstu leið fyri at vøran kann verða so fersk sum gjørligt.
Styttsta fjarstøða millum egnaðar havnir í Føroyum og á Meginlandinum er helst Vágur - Scrabster. Við góðum skipi kundi hesin teinur verið sigldur uppá uml. 15 tímar, og merkir hetta, at fiskur lagdur upp í Vági, kundi verið á Meginlandinum innan eitt samdøgur. Við góðum sambandi innlendis í Føroyum, hevði verið møguleiki fyri at sama var galdandi fyri restina av Landinum. Á sama hátt hevði møguleiki verið fyri at fersk fløk og aðrir úrdráttir kundu verið á Meginlandinum innan eitt samdøgur eftir at hesi vóru virkað.
Í syðru helvt av Suðuroy er arbeiðsloysi stórt, nógvir góðir virkisbygningar standa tómir, havnaviðurskiftini verða fyrsta dagin millum tey bestu í Landinum, og møguleikarnir til at kalla alla vinnu eru av teim bestu um bert nøktandi flutningssamband er til staðar.
Samstundis gera nógv vart við, at alt ov stórur partur av fiskiveiðu okkara fer óvirkað av Landinum. Eisini fer annan stórur partur av okkara rávørutilfeingi, tvs. innvølir v.m. til spillis.
Hví ikki bøta um allar hesar truppulleikar í einum?
Hetta kundi t. d. verið gjørt á henda hátt:

1.Skjóttgangandi skip verður sett at røkja farleiðina Vágur - Scrabst-er, helst dagliga.

2.Innanoyggja verður skip sett at røkja farmasigling til og av Vági.

3.Til tess at tryggja nóg stórar nøgdir til nýggju farmaleiðina mugu Landsins myndugleikar lóggeva um, at fiskur fiskaður á føroyska landgrunninum av føroyskum fari, skal um føroyskan bryggjukant.

4. Somuleiðis má lóggevast fyri, at allur fiskurin skal gagnnýtast.

Avleiðingarnar av hesum tiltøkum høvdu m. a. verið at:

?Stórur partur av fersku fiskaúrdráttunum framleiddir aðra staðni í Føroyum blivu avskipaðir umvegis Vág. Við tað at henda farleið verður munandi skjótari enn núverandi, eigur fiskurin at verða munandi feskari, tá hann er keyparinum í hendi, og eigur hetta at betra um sølumøguleikarnar.

?Somuleiðis fyri stóran part av alifiskinum.

?Stórur partur av tí fiski sum í dag verður sendur óvirkaður av landinum, hevði verið lagdur upp í Vági og síðan sendur víðari við farmaskipi higani. Hetta hevði givið fiskiførunum, ið annars sjálvi sigla fiskin á útlendskan marknað, munandi betri tíð at fiska, manningin fekk meira frítíð og oljusparing hevði eisini verið.

?Fiskur ið kom við høvdið og/ella ókruvdur á land, kundi verið hag-reiddur í einum av tómu virkisbygningunum í Vági. Hetta hevði økt nógv um virði av fiska-veiðu okkara samstundis, og nógv arbeiðspláss fingust burtur úr hesum.
?Nógvi farmaflutningurin hevði harumframt lagt nógvan pening eftir sær í Suðuroynni bæði sum lønarútgjaldingar og t. d. kaigjald. Eisini hevði hetta bøtt munandi um nakrar av størstu truppulleikum fyri verðandi virkir, nevnuliga ringa flutningssambandið bæði innanoyggja og útlendis og høga flutningskostnaðin.

Ikki skuldi verið neyðugt við stórum íløgum fyri at framt omanfyri nevndu tiltøk.
Eitt av verandi skipafeløgum kundi møguliga røkt uttanlandssiglingina, meðan Smyril við skinsamari ferðaætlan kundi røkt innlendis farmaflutningin, hetta tó bert uttan at nerva ferðafólkaflutningin til og úr Suðuroynni.
Um ikki hetta var møguligt kundu helst aðrir privatir einstaklingar og/ella feløg sligið seg saman um at fingið hetta at borið til, heldur Vinnuráðið fyri Suðuroyar sunnaru helvt.
Greitt er tó. at um oman fyri nevnda ætlan bleiv veruleiki, hevði hetta bøtt munandi um støðuna í syðru helvt av Suðuroynni, samstundis og restin av Landinum eisini hevði notið gott av hesum, heldur Vinnuráðið.