At tað ikki hevur gingist eftir vild hjá klaksvíkingum í fótbóltshøpi hetta kappingarárið man ikki vera nøkur loyna.
í landskappingini hevur gingið av skriðuni til, og undan dystinum móti B68 átti besta mansliðið framvegis fyrsta sigurin til góðar.
Hesin kom so til høldar fríggjadagin, men undir dystinum tók ein hending seg upp, sum væl kann vísa seg at fáa avleiðingar fyri KÍ.
Østust móti endanum
Stutt fyri hálvleik tóku tvær støður seg upp, sum viðførdu, at lagið á áskoðarunum var alt annað enn gott, tá dómarin bríkslaði fyri teimum fyrstu trimum korterunum.
Støðan var 2-0 til heimaliðið, tá dómarin í 39. minutti bríkslaði fyri brotssparki til B68, soleiðis at gestirnir fingu møguleika at minka um munin, og bert tveir minuttir undan steðginum, kom dómarabólkurin aftur í fokus, tá Andrzej Pacek, varð rikin av vølli.
Hetta var heldur meira enn nakrir av áskoðarunum orkaðu at síggja, og tá leikarar og dómarar ætlaðu sær inn at halda hálvleik, var greitt at fleiri vildu hava fatur á dómara og hjálpardómarum, so teir kundu siga sína hugsan um avrik teirra.
Fyri at forða fyri hesum, varð manngarður gjørdur um dómarabólkin, men sum skilst, so eydnaðist tað kortini einum av áskoðarunum at fáa sent ein neva í búkin á øðrum hjálpardómaranum, Arna Gunnarssyni.
Fordømi eru
Vit hava frætt, at tilburðurin verður fráboðaður FSF, sum so skal gera av, um og hvussu klaksvíkingar verða revsaðir fyri tilburðin.
í hvussu so er tvey fordømi eru fyri slíkum tilburðum. Í 1977 varð rok í Klaksvík, tá áskoðari leyp inn á vøllin og tók flaggið hjá linjuverjanum, og hetta viðførdi, at KÍ mátti leika næsta dystin á uttanveltaðum vølli. Ta ferðina varð dysturin leiktur í Gøtu, har klaksvíkingar og tvørámenn leiktu málleysan javnleik.
Í 1986 noyddust leirvíkingar at leika avgerandi dyst um framhaldandi tilveru í bestu deildin inni á Skála, eftir at rok hevði verið um dómarabólkin eftir heimadyst. Valið av vøllinum nervaði tó ikki leirvíkingar, sum við sigri á GÍ megnaðu at varveita sessin í deildini, meðan B36 ístaðin noyddist tungu leiðina í aðru deild.
ikki fingið málið enn
Ísak Mikladal, aðalskrivari hjá FSF, sigur við Sosialin, at enn hava teir ikki fingið frágreiðingina frá dómarabólkinum, og at hann tískil ikki fær gjørt nakrar viðmerkingar til hetta málið.
Spurdur um, hvørjar avleiðingar atburðurin fær, og um roknast kann við somu revsing, sum í teimum báðum áður nevndu førunum, sigur hann, at hetta veldst um tær frágreiðingar, sum FSF fær frá innblandaðu pørtunum.
- Mannagongdin er tann, at kappingarnevndin tekur málið upp, og verða innblandaðu partarnir síðani bidnir um at geva eina frágreiðing um tilburðin, sigur Ísak Mikladal.
Um vikuskiftið gekk slaturin annars um, at KÍ skuldi spæla teir báðar komandi heimadystirnar í Eiði, men hetta er so í øllum førum ikki avgjørt frá Fótbóltssambandinum, sigur Ísak Mikladal at enda.