Jólini eru her

So eru jólini komin. Í hvussu er í flestu handilsvindeygum. Eisini í blómuhandlunum í Sandavági eru tey farin at halda jól

Jólastova

Sandavági:Jólastova lat upp í Blómunhandlinum Dáanum í Sandavági sunnudagin. Hetta er annað árið, hetta tiltakið er í handlinum.
Sonevndu jólastovurnar eru afturvendandandi tiltak hjá summum av blómuhandlunum i landinum. Í Sandavági er ætlanin at gera hetta til áligt tiltak í framtíðini, sigur Kári á Lofti, sum eigur blómuhandilin Dáan.
Tað hoyrast jólaløg úr hátalaranum, tá tú trínur inn í jólastovuna í kjallaranum undir blómuhandlinum. Og at talan er um jól, er eingin ivi um. Tað eru jól allaastaðni, rættiliga »konsentrerað« má sigast.
Hugnaligt, og ein hevur líkasum hug at koma jólahýri beinanveg.
Hóast nógv er inni, er tað kortini ikki so, at fólk ikki fáa gingið. Og tað, ein leggur merki til er, at ikki eru tað sonevndu »nissurnar«, sum púra stýra allari myndini. Ein leggur heldur merki til einglar og ljós. Og tað er í grundini ikki so galið.
Eisini í erva eru jólini komin, sæst, tá tá farið verður upp trappurnar. Hóast jólastovan soleiðis burturav er i kjallaranum, er eisini gjørt burtur úr í sjálvum handlinum í erva. Bæði í miðhæddini, har blómubúðin er, og í gávubúðini á loftinum.