Seinastu tíðina hava nakrir nólsoyingar upplivað, at húsini eru blivin turrbrend. Orsøkin er, at bæði Ternan og Hasfjord ikki sigla í løtuni, og Erla Kongsdóttir klárar ikki at taka stóra oljubilin um fjørðin.
Næstseinasta sunnudag mátti guðstænastan avlýsast, tí kirkjan var ísakøld. Nólsoyingar sluppu ikki í kirkju, tí har ikki var verandi inni. Nú hava tey so fingið olju í dunkum út á oynna, soleiðis at problemið fyribils er loyst. Men nólsoyingar sakna eina varandi loysn.
– At hetta kann koma fyri er jú ræðuligt, serliga nú á hávetri. Her eru fleiri eldri hús, sum ikki eru so væl isolerað, so tað verður øgiliga kalt har. Her sita eisini nógv eldri fólk í eldri húsum, so tað verður ræðuliga kalt um veturin hjá teimum, sigur Anja Hartmann Wardum, leiðari á Visit Nólsoy.
– Hetta er ikki nakað mann kann bjóða fólki. Tað ljóðar næstan, sum mann livur í miðøldini. Allar støðurnar eru so ræðuliga ivasamar, so mann er øgiliga frustreraður, sigur hon.
Hetta hevur sambært Visit Nólsoy verið ein trupulleiki líka síðan Ternan fór og Erla Kongsdóttir kom sum avloysari. Áðrenn jól var sama skil, og tá vóru eisini fleiri hús, ið blivu turrbrend - millum annað Visit Nólsoy.
Sum skilst fáa nólsoyingar olju í dag, tí í dag er Sam farin út við olju.