tú kanst ætla at tað var spennandi at kunna vera við í einum slíkum felagi frá fyrsta degi av! Familjan afturum Tað var veruliga spennandi at vera í starvi hjá FaroeJet. Eingin ivi um tað. Øll høvdu góðar [...] fingu hesi tungu boðini, er hetta ikki enn gingið rættiliga upp fyri mær. Hetta er í veruleikanum so óveruligt. - Slíkt kemur altíð púra óvart á. Eingin okkara grunaði, at tað stóð so illa til hjá FaroeJet [...] samrøðu við Sosialin. Hon er gift við sjómanni, sum fór avstað nú beint undan jólum. Og so fekk hon haraftrat eina serstaka jólagávu, sum hon helst vildi verið fyri uttan. Tað er helst so sum Maria tekur
oljustuðul er gongda leiðin, tí fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, og tá er tað trupult at veita stuðul, so tað munar. - Men vit vita, at onnur lond hava traditión fyri at stuðla fiskivinnuni, og tað gera tey [...] at tað er so nógv dýrari at hava skipini siglandi enn at binda tey við bryggju. - Eg trúgvi, at tað eru ógvuliga fáir ísfiskatrolarar, sum hava avlop í rakstrinum í løtuni, og eg veit ikki, um tað nakrantíð [...] og tað merkir, at skal nakar sum helst samanhangur vera í rakstrinum, er neyðugt, at tú fært nógvan og góðan fisk hvønn einasta túr. Men soleiðis er veruleikin bara ikki. Eingin ger nakað Tummas er ikki
og Ruslandi. Lion Petersen sigur, at talið av útlendingum liggur um 25%, og tað er tað, sum loyvt er. - Eg haldi, at tað er útlendingalógin, sum sigur, at vit í mesta lagi kunnu hava 25% av útlendingum [...] fiskitíð Lion Petersen sigur, at tíðin frá hálvum januar og út í mai mánaða vanliga er góð til svartkjaft. - Nú í byrjanini av árinum plagar fiskurin at standa tættur heilt har suðuri á Írlands-leiðini, bæði [...] fiskurin vanliga er feitur í byrjanini av túrinum, men nú stundar til gýting, og tá ið svartkjafturin hevur gýtt, minkar hann í fiti, og úrtøkan fellir. Svartkjafturin ferðast norðureftir, sum tað líður út á
samfelagið til nýggja talgilda veruleikan. Lógin kemur í tøkum tíma, tí verandi lóg er skjótt 20 ára gomul, og hon stavar frá tíðini, áðrenn internetið var ein samanrunnin partur av gerandisdegnum hjá vanliga [...] føroyinginum. - Fyri vinnuna, myndugleikar og vanliga føroyingin verður nýggja lógin eitt stórt framstig. Tað er sera týdningarmikið, at vit í Føroyum hava lógir og reglur, sum liva upp til altjóða krøv, tí vit [...] at føroyska lóggávan eigur at líkjast altjóða lóggávu so nógv sum gjørligt. Eisini halda tey, at tað eru fyrimunir, um føroyskar telduskipanir og software verða mentar í samsvari við tey krøv, sum altjóða
vit tað stóra tjaldið niður, tá klokkan var farin av 15. Tey smærru tjøldini vóru tó opin, til tiltakið varð liðugt klokkan 16. Bogi Andreassen sigur, at endamálið við Slaktinum er at vísa á alt tað tilfeingi [...] tilfeingi, vit eiga í føroyska landbúnaðinum, og tað er ikki lítið, tá alt verður savnað á einum staði. ##med2## - Hæddarpunktið er, tá kúgvin verður flett, og hetta tiltak savnar altíð nógv fólk, foreldur [...] tey fingu onkrar avlýsingar frá fólki, sum høvdu ætlað sær at verið við, tí veðrið var so ringt, men samanumtikið eydnaðist dagurin framúr, og hýrurin á fólki var góður. - Tað var ein stórur fyrimunur, at
Mortan Mortensen á Eiði, sum er skipari á línuskipinum Kambi, legði fyri løtu síðan út á sína Facebook-síðan eina viðmerking um kjakið, sum var í KvF-sendingini - Radaranum - í gjár. - Har situr Egil Olsen [...] bjarga vinnuni á landi og hjálpa til við endurýggjan av virkjunum. Í sínari viðmerking greiðir skiparin frá, at næsti túrur hjá Kambi verður yvir á Flemish Kap. Á leiðini yvir og heimaftur skulu teir sigla 3200 [...] fjórðingar á hávetri. - Kambur lastar 230 tons av avhøvdaðum fiski. 20 prosent av fiskinum skal hava høvd. Tað merkir, at vit fáa umleið eina krónu minni fyri kilo - og umleið 15 tons minni vekt av fiski í lastina
hesum korona-tíðum. Umframt Silju Star og Froy, er eisini báturin Barbara, sum er av slagnum, Aqua Star, og Barbara er góðkend at sigla við 28 ferðandi á hvørjum túri. Ferðandi við hesum bátum kunnu eftir egnum [...] reka. Hesir bátar hava loyvi at sigla við 48 ferðandi hvør - á hvørjum túri. Men, við tað, at bátarnir hava pláss til nógv fleiri ferðandi, er altíð gott pláss umborð, og hetta kemur væl við hjá ferðafólki [...] hoyrist bæði inni og úti, hoyra ferðafólk eisini tað, sum ferðaleiðarin fortelur á túrinum. Gunnar Skúvadal hjá Sjóferðum sigur, at best umtókti túrur er túrurin til vestmannabjørgini, men hann ásannar
- Eg havi ikki spurt konuna enn, men jú hetta verður tað. Eg haldi ikki vit kunnu vinna okkum til EM, so um vit ikki spæla ein venjingardyst, so er hetta mín seinasti dystur á heimavølli, segði Atli Gregersen [...] av mær og eg havi droymt um tað síðani eg var lítil, sigur Atli Gregersen og leggur afturat: ##med4## - Tá eg havi verið i brús nú, so pakka vit hetta saman, tí nú snýr tað seg um torføra dystin móti Malta [...] verður í morgin. Áskoðararnir hava stuðlað okkum nógv og tað vilja vit rinda teimum aftur, sigur 37 ára gamli miðverjin. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá EM-landsdystinum, sum verður týskvøldið klokkan 19.45
- Tað eru ikki so nógv, sum hava møguleikan at royna hetta, so tað er spennandi, sigur Henrik Old, sum tekur sæti á Fólkatingið í dag. Hesa vikuna og komandi viku eitur ein av føroysku fólkatingsmonnunum [...] (danska fregnartænastan, red.) hevur greitt frá um trygd í samband við val, uppíblanding frá øðrum londum og so framvegis, sigur Henrik Old og leggur aftrat, at tað var ógvuliga spennandi. Spurdur um hann [...] hann er á danska tinginum sigur Henrik Old, at tað kann væl vera. - Eg skuldi taka okkurt upp í spyrjitíma í dag, men skráin bleiv broytt og nú veit eg ikki reiðiliga, um tíðin fer at passa til tað. Men
Hatta hevur ligið har frá gamlari tíð, og tað hevur verið har langt áðrenn, Kimbil keypti smoltstøðina. Eg veit ikki, hví tað hevur ligið so leingi, og veit heldur ikki, hví tað ikki er tikið upp, sigur Óli [...] at ala. Tað eru væntandi fuglar ella rottur, sum hava skrætt hol á posarnar. Hann væntar ikki, at plastringadálkingin kring landið stavar úr smoltstøðini í Norðradali, tí tað liggur so langt frá sjógvi