- Hetta verður helst endin hjá nógvum

- Ein túrur á Flemish Kap fer at geva einar 15.000-16.000 krónur minni í manningarpart, sigur skiparin á Kambi.

Mortan Mortensen á Eiði, sum er skipari á línuskipinum Kambi, legði fyri løtu síðan út á sína Facebook-síðan eina viðmerking um kjakið, sum var í KvF-sendingini - Radaranum - í gjár.

 

- Har situr Egil Olsen og hálovar, at 20 prosent av frysta fiskinum skal landast við høvdi yvir føroyskan bryggjukant. Hetta skal bjarga vinnuni á landi og hjálpa til við endurýggjan av virkjunum.

 

Í sínari viðmerking greiðir skiparin frá, at næsti túrur hjá Kambi verður yvir á Flemish Kap. Á leiðini yvir og heimaftur skulu teir sigla 3200 fjórðingar á hávetri.

 

- Kambur lastar 230 tons av avhøvdaðum fiski. 20 prosent av fiskinum skal hava høvd. Tað merkir, at vit fáa umleið eina krónu minni fyri kilo - og umleið 15 tons minni vekt av fiski í lastina.

 

Hetta merkir, sigur royndi skiparin, at søluvirðið fyri lastina verður millum 500.000 og 600.000 krónur minni, enn tað annars hevði verið.

 

- Hetta merkir eisini, at manningarparturin fyri túrin á Flemish Kap verður umleið 15.000-16.000 minni, enn hann annars hevði verið, sigur Mortan Mortensen.

 

Skiparin leggur aftrat, at fyri menn, sum hava sítt starv umborð á línuskipunum, verður nýggja fiskivinnulógin eitt stórt afturstig - og helst endin fyri fleiri, leggur hann aftrat.