- Hetta verður spennandi at royna

- Tað eru ikki so nógv, sum hava møguleikan at royna hetta, so tað er spennandi, sigur Henrik Old, sum tekur sæti á Fólkatingið í dag.

- Tað eru ikki so nógv, sum hava møguleikan at royna hetta, so tað er spennandi, sigur Henrik Old, sum tekur sæti á Fólkatingið í dag.

 

 

Hesa vikuna og komandi viku eitur ein av føroysku fólkatingsmonnunum Henrik Old. Tí í dag klokkan 13.00 skal Fólkatingið góðkenna varamannin hjá Sjúrður Skaale, sum nú fer í farloyvi.

Og hóast hann ikki er valdur inn enn formelt, hevur hann longu fingið ein forsmakk upp á arbeiðið sum fólkatingsmaður.

 

- Í morgun havi eg verið á einum fundi, har PET (danska fregnartænastan, red.) hevur greitt frá um trygd í samband við val, uppíblanding frá øðrum londum og so framvegis, sigur Henrik Old og leggur aftrat, at tað var ógvuliga spennandi.

 

Spurdur um hann ætlar sær at taka nakað mál upp til viðgerðar hesar fáu dagarnar hann er á danska tinginum sigur Henrik Old, at tað kann væl vera.

 

- Eg skuldi taka okkurt upp í spyrjitíma í dag, men skráin bleiv broytt og nú veit eg ikki reiðiliga, um tíðin fer at passa til tað. Men tað ætli eg mær, um tað ber til, sigur Henrik Old.

 

Vágbingurin gjørdist nummar fimm á listanum hjá Javnaðarflokkinum til Fólkatingsvalið í 2015.