- Hetta verður mín seinasti landsdystur á Tórsvølli

Tað sigur 37 ára gamli Atli Gregersen, sum gevst á landsliðnum eftir hesa undankappingina

##med2##

Føroyska A-landsliðið hevur í dag havt sína seinastu venjing undan EM-undankappingarlandsdystinum móti Malta, sum verður á Tórsvølli í annaðkvøld klokkan 19.45.

Eftir 3-0 tapti fyri Rumenia boðaði Atli Gregersen, liðskipari á landsliðnum, frá á FM1 at hann gevst á landsliðnum eftir hesa undankappingina. Hann var eitt sindur ógreiður í sínum svarið, sum millum annað vón um at koma á eitt fiskilandslið í Gøtu í framtíðini. Á tíðindafundinum í dag var tó ongin ivi. Hetta verður tann seinasti dysturin hjá Atla Gregersen í Føroyum.

 ##med3##

- Eg havi ikki spurt konuna enn, men jú hetta verður tað. Eg haldi ikki vit kunnu vinna okkum til EM, so um vit ikki spæla ein venjingardyst, so er hetta mín seinasti dystur á heimavølli, segði Atli Gregersen á tíðindafundinum.

Hesa  ferð vóru orðini nakað færri enn vanligt og liðskiparin vil helst hava fokus á uppgávuna, sum er móti Malta í annaðkvøld. 

- Hetta ein keðilig kensla, tí mær dámar so væl, men eg haldi eisini at fólkið vil sleppa at hoyra onkran annað tosa enn meg. Hetta hevur verið ein stórur partur av mær og eg havi droymt um tað síðani eg var lítil, sigur Atli Gregersen og leggur afturat:

##med4##

-  Tá eg havi verið i brús nú, so pakka vit hetta saman, tí nú snýr tað seg um torføra dystin móti Malta, sum verður í morgin. Áskoðararnir hava stuðlað okkum nógv og tað vilja vit rinda teimum aftur, sigur 37 ára gamli miðverjin.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá EM-landsdystinum, sum verður týskvøldið klokkan 19.45. Upptakt byrjar eftir tíðindini klokkan 17.

##ms##

FM1: Samrøða við Atla Gregersen um at gevast á landsliðnum og spæla móti Malta