Flestu túrar, sum Sjóferðir - Skúvadal Sp/f - bjóða, verða sigldir við bátunum, Silju Star og Froyi, sum feløgini, Sea Service Sp/f (Lamhauge) og Skúvadal Spf, eiga og reka. Hesir bátar hava loyvi at sigla við 48 ferðandi hvør - á hvørjum túri. Men, við tað, at bátarnir hava pláss til nógv fleiri ferðandi, er altíð gott pláss umborð, og hetta kemur væl við hjá ferðafólki, sum eru serliga ansin í hesum korona-tíðum.
Umframt Silju Star og Froy, er eisini báturin Barbara, sum er av slagnum, Aqua Star, og Barbara er góðkend at sigla við 28 ferðandi á hvørjum túri. Ferðandi við hesum bátum kunnu eftir egnum ynski vera úti ella inni og um eina hátalaraskipan, sum hoyrist bæði inni og úti, hoyra ferðafólk eisini tað, sum ferðaleiðarin fortelur á túrinum.
Gunnar Skúvadal hjá Sjóferðum sigur, at best umtókti túrur er túrurin til vestmannabjørgini, men hann ásannar, at siglingin higartil í ár, nú Føroyar eins og heimurin allur hevur verið raktur av korona-farsóttini, ikki kann samanberast við eitt vanligt ár.
- Tá mest var at gera, kundu vit í háárstíð gera einar 4-6 slíkar túrar um dagin, men higartil í ár hava vit sjáldan siglt meira enn hin eina túrin. Vit hava eina heimasíðu - skuvadal.fo - har einstaklingar og bólkar kunnu bóka seg til túrar hjá Sjóferðum, og her eru nakrar bíleggingar. Men, árið líkist slett ikki undanfarnu árum.
Gunnar Skúvadal vísir á, at vónirnar fyri summarið eru so sum so, og hann væntar ikki, at summarið verður meira enn ein fjórðing - og í besta lagi ein triðing - av tí, tað plagdi at vera, tá mest var at gera.
- Vit vóru eini 10 fólk til arbeiðis í fyritøkuni í háárstíðini, tá matstovan og alt er íroknað, men higartil í ár hevur munandi minni verið at gera.
Hann heldur tískil, at árið í ár er eitt frálíkt høvi hjá føroyingum, sum enn ikki hava upplivað at síggja vestmannabjørgini og ta fantastisku náttúru og umhvørvi, sum er um hesar leiðir. - Eg veit ikki, um vit hava sæð fleiri føroyingar higartil í ár enn vanligt, leggur hann aftrat.
Tað eru sjálvandi mong, sum longu hava verið túrin undir vestmannabjørgunum, men fyri tey - einstaklingar ella bólkar - sum enn ikki hava verið her, er hetta ein náttúruuppliving burturav.
Gunnar Skúvadal vísir á, at tað eru fleiri føroyingar, sum hava summargestir, ið velja henda túrin og afturmeldingarnar, sum Sjóferðir gjøgnum árini hava fingið, eru góðar.
- Eg haldi, at vit higartil í summar mest hava sæð danir á hesum ferðum, men her hava eisini verið enskt talandi fólk - og so einstakir føroyingar. Øll eru hjartaliga vælkomin, og tað hevði glett okkum at sæð enn fleiri føroyingar, tí hetta er ikki minst ein fantastiskur familjutúrur, sigur hann.