- Hetta verða eini undarlig jól

Saman við 25 øðrum starvsfelagum í FaroeJet stóð Maria Samson Lamhauge uttan arbeiði leygarmorgunin.
- Nú skal familjan prioriterast, sigur henda 32 ára gamla sørvágskvinnan, sum eisini er mamma at tveimum gentum.

- Í dag hevur tann elsta dótturin føðingardag. Og tað rokast vit við at fyrireika nú í morgun, sigur Maria.
Líka síðani hon byrjaði í starvi hjá nýggja føroyska flogfelagnum FaroeJet hevur hon íðin ynskt, trúð uppá og starvast fyri, at tað skuldi bera til at hava kapping á Føroya-rutuni.
Øll starvsfólkini hava offrað seg 110% fyri sakini, men máttu leygarmorgunin bert staðfesta, at ætlanin riggaði ikki.
Færri ferðafólk enn mett var helst høvuðsorsøkin til, at FaroeJet ikki var lív lagað. Eftir standa nú 26 starvsfólk uttan arbeiði.
- Hóast fleiri dagar eru farnir, síðani vit fingu hesi tungu boðini, er hetta ikki enn gingið rættiliga upp fyri mær. Hetta er í veruleikanum so óveruligt.
- Slíkt kemur altíð púra óvart á. Eingin okkara grunaði, at tað stóð so illa til hjá FaroeJet, sigur Maria í samrøðu við Sosialin.
Hon er gift við sjómanni, sum fór avstað nú beint undan jólum. Og so fekk hon haraftrat eina serstaka jólagávu, sum hon helst vildi verið fyri uttan.
Tað er helst so sum Maria tekur til: - Hetta verða eini undarlig jól. Gott at mamma mín er her!

Standa sína roynd
Maria var í starvi hjá Atlantsflogi, meðan menn arbeiddu við at fyrireika eitt nýtt føroyskt flogfelag.
Hon var útbúgvin innan bókhaldið hjá felagnum og arbeiddi haraftrat í eini tvey ár á marknaðardeildini hjá Atlantsflogi, inntil hon fekk ein fyrispurning frá FaroeJet um fast starv.
Her vóru fleiri fólk tá komin rættiliga væl áleiðis við fyrireikingunum til nýggja flogfelagið, og tað var í hesum sambandi at tey vendu sær til Mariu. Hon fekk nevniliga boðið starvið sum sølu- og marknaðarleiðari hjá FaroeJet.
- Hetta ljóðaði sum ein kempi avbjóðing, og ikki minst ein møguleiki at royna okkurt annað í somu vinnu.
- At fara í starv hjá FaroeJet var jú at fara frá einum tryggum starvi í eitt annað, sum veruliga skuldi standa sína roynd. Eg mátti simpelthen bara taka av, tí hetta ljóðaði so spennandi, sigur Maria.
Maria er við sínum 32 árum ein ung kvinna, sum veruliga ynskti at fáa størri royndir innan yrkið við sølu og marknaðarføring av einum flogfelagi.
- Ja, tú kanst ætla at tað var spennandi at kunna vera við í einum slíkum felagi frá fyrsta degi av!

Familjan afturum
Tað var veruliga spennandi at vera í starvi hjá FaroeJet. Eingin ivi um tað.
Øll høvdu góðar vónir um at hetta skuldi fara at bera til, og bjartskygnið var tað sum eyðkendi øll starvsfólkini – bæði frá ovastu leiðsluni og víðari út í skipanini.
Starvsfólkini gjørdu øll sítt til at alt skuldi ganga, og tey hava øll lagt nógvar dagtímar – og nógvar kvøld- og vikuskiftistímar aftrat – fyri felagið.
Sjálv arbeiddi Maria í dagtímunum á skrivstovuni á flogvøllinum, men tók so fartelduna við sær heim til hús at halda fram við arbeiðinum um kvøldið og vikuskiftini.
- Eg varð eisini ofta uppringd frá forharmaðum ferðafólkum uttanfyri vanliga arbeiðstíð. Tey høvdu kanska ongan ferðaseðil, ella høvdu bókað ferðaseðilin skeivan veg. Hesum mátti eg sjálvandi veita eina hjálpandi hond, greiðir Maria frá, uttan at hon á nakran hátt vil rósa sær av tí.
- Hetta var ein partur av arbeiði mínum. Av tí sama er familjan komin langt aftur um hesar níggju mánaðirnar, tá eg satsaði alt uppá FaroeJet.
- Nú skal broyting koma í!