kunnað. Sum eg havi skilt, so er málið nærri eini loysn nú enn fyrr, og havi eg eisini frætt, at danska stjórnin hevur gjørt eina roynd at ávirka bretsku stjórnina, og at hetta kanska eisini er ein av orsøkunum [...] teir føroyingar, sum hava sum fremsta mál stovnseta ein føroyskan stat og sum skal vera óheftur av blokki úr Danmark! Livifótur minkar -Verða Føroyar ein suverenur statur og harvið koma at missa millardaupphædd [...] Anders Fogh Rasmussen, at tað er ein góður málsetningur at hava at gera tað føroyska samfelagið óheft og búskaparliga sjálvberandi og óheft av tilskoti frá Danmark. -Tað er ein verdugur málsetningur. Men tað
túrurin er so langur, úti á opnum havi, er neyðugt við stórum skipi. Ein møguleiki hevði kanska verið at latið eina skjóttgangandi ferju siglt rutuna. Hon hevði brúkt umleið ein tíma av Drelnesi til Havnar. [...] kanningar eru gjørdar, m.a.: hvussu nógv kostar ein nýggjur »Smyril«? kann ein skjóttgangandi ferja brúkast til leiðina Tórshavn-Suðuroy? hvussu nógv kostar ein skjóttgangandi ferja til leiðina Tórshavn-Suðuroy [...] kostar ein hóskandi ferja til leiðina Sand-Hvalba? hvussu nógv kostar ein skjóttgangandi ferja til leiðina Sand-Hvalba? hvussu nógv kosta nýggjar ferjulegur á Sandi og í Hvalba? hvussu nógv kostar ein nýggj
Tað er ein stórhending hvørja ferð ein føroysk barnabók kemur út. Í fjør komu fimm, men í ár eru tær upprunaføroysku ikki fleiri enn tríggjar í tali. Hesa ferð er talan um ævintýrbókina Drekar og onnur [...] onnur valafólk eftir Rakel Helmsdal. Hetta er bók við fimm ævintýrum, har drekar sum vera man spæla ein stóran leiklut. Bara í fyrsta ævintýrinum, Køksgluggin, hitta vit ongan dreka. Har er eitt lítið barn [...] søgan er poetisk og stillfør, ólík hinum: Hurlumhey á Kannibáloynni, Loftferðin, Bara í skýmingini og Ein ræðusøga. Her gongur alt við fullari ferð millum drekar, ræður, ferføtlur og annað valafólk. Bókadeild
oljuleitingina. Í meðan búgva oljufeløgini seg út og í hesum sambandi er The Faroes Partnership, sum er ein sameining av oljufeløgunum Dong, Amarada Hess, Lasmo og Hydro, farið undir at taka fólk, ið so ella [...] setti ikki færri sjey føroyingar í starv, harav tvey longu eru farin til verka. Jana Ólavsdóttir er ein teirra. Hon er 25 ára gomul og lesur jarðfrøði á Keypmannahavnar Universiteti. At Jana, sum er ættað [...] havt næmingauppgávur á Geologisk Museum, men tað var fyri tað mesta umsitingarligar uppgávur. - Eg havi ikki so øgiliga stóran áhuga fyri gransking. Okkurt skal henda alla tíðina og tað ger tað í arbeiðinum
m? Hesum vil hann ikki svara beinleiðis men sigur kortini: -Eg havi sagt og meini framvegis, at tað skal vera skil í tí vit gera. Eg havi alla tíðina sagt: lat okkum fáa veruleikarnar á borðið - hvussu [...] vilja niðurtrappa blokkin. Tað hevur verið á borðinum fyrr. So tað er ikki júst ein spurningur , um vit vilja, men meira ein spurningur um, hvat man vil frá danskari síðu. Tjóðveldið og javnaðarflokkur ósamdir [...] flokkum. -Eg meini, at í sjálvstýrismálinum er avgjørt neyðugt við einum breiðum meiriluta, um ein skal hava ein tjans at fáa tað ígjøgnum við fólkaatkvøðurnar. Tí eri eg eitt sindur keddur av, at man ikki
tygara og øllum stjórnmálaliga avvarðandi og játti: Eg ? áðurnevndi rithøvundur ? havi syndað. Eg havi syndað stórliga. Eg havi talað ilt um Dam, Son og Tann Heilaga Javnaðarflokk. Fyrigevi mær EIDESGAARD veikleika [...] einum broti í skrivi tygara taka tygum útvarpssendingina »Vetrarbreytin« fram, og hava nøkur orð um ein pistil, ið undirritaði skrivaði og las í teirri sendingini mánakvøldið tann 12. oktober í h. á. Jú
Kallsoynni, sum hevur ein løgnan dám yvir sær. Jú, eg síggi rætt. Hetta er sum at hyggja út gjøgnum eitt vindeyga, har øll stovan speglast í glasinum og verður ein partur av tí, sum eyga sær. Ein heilt øðrvísi [...] oyggj í svenska skergarðinum. Hetta kom av tilvild. Ein vinkona hjá Hjørdis hevði ein beiggja, sum umframt at vera listarmaður, eisini var vitapassari. Ein, sum starvaðist á á vitanum á Gotska Sandø gjørdist [...] Jónheðin H. Tróndheim Grátt og sirmar. Ein av hesum longu og heldur tungu døgum, tá jakkin og blusan klistra at kroppinum, hóast tað er kalt í veðrinum. Ein bussur fer larmandi framvið, og einki í býnum
sigur Niels Helveg Petersen: -Eg havi ein trupulleika við orðinum suverenitetur. Eg havi ilt við at skilja, hvat hetta orðið merkir. Tað verður sagt, at Danmark er ein suverenur statur, men Danmark hevur [...] rættin hjá Kosovo at gerast ein sjálvstýrandi statur. -Kosovo er ein partur av Serbia. Trupulleikin her er, at Milosowitj hevur tikið víttgangandi sjálvstýrið frá íbúgvunum. Tað er ein trupulleiki , og tað er [...] varð tikið frá teimum. -Hyggja vit út yvir ta stóru europeisku myndina, so eigur ein at vera varugur við, at tað er ein grundfestur regul í Felagsskapinum fyri trygd og samstarvi, at markini í Europa í
EFTA, og at ein tann vegin kann víðka EBS samstarvið til eisini at fevna um Føroyar. Tað kann blíva ein trupulleiki vísir løgmaður á, tí tá kann Danmark koma at sita báðumegin borðið sum ein partur av EFTA [...] EBS-samstarvið, uttan at ein eisini má seta tær lógir og reglur í gildi, sum eru fortreytin fyri hesum samstarvi. Løgmaður viðgongur, at hetta verður ein sera tung og torfør gongd, har ein bæði skal geva og taka [...] fiskivinnumál skulu haldast uttanfyri, tá ein fer í holt við slíkar samráðingar. Tí havi eg heldur ikki dult undir samráðingunum við landsstýrið, og tað er mín meining, at ein EBS-avtala - hvørki principielt, praktiskt
einari størri lækking. Í rakstrarætlanini fyri 1999 verður skotið upp at lækka prísirnar við 10 oyrum. Ein varislig útrokning sigur tá, at úrslitið í 1999 verður 32 mió. Vanliga fylgir umboðsevndin tilmælinum [...] gleðast um, at tað gongur væl hjá SEV. Men spurningurin er, um tað er neyðugt, at tað gongur so væl. Ein vinmaður mín málbar seg á hendan hátt: ?Tað er lætt at fáa yvirskot, tá ið tú sjálvur ásetur prísin [...] at einkarrætturin hjá SEV eisini kann misnýtast. Tíverri er tað soleiðis, at landið eisini hevur ein áhuga í, at prísirnir hjá SEV ikki lækka. Lækka teir, missir landskassin MVG-inntøku. Landsstýrið skal