Tá ið undirritaði fekk Sosialin fyri leygardagin tann 23. oktober í h. á. í hendur, datt hann fram á eina grein eftir tygum í blaðnum. Í einum broti í skrivi tygara taka tygum útvarpssendingina »Vetrarbreytin« fram, og hava nøkur orð um ein pistil, ið undirritaði skrivaði og las í teirri sendingini mánakvøldið tann 12. oktober í h. á. Jú djúpari eg hugleiði orð tygara til mín, tí meiri kenni eg meg dømdan í samvitsku mínari og tyngdan. Eg ? undirritaði og óverdugi rithøvundur ? kunngeri tí tygum Katrini D. Jacobsen, løgtings- og heiðurskvinnu, og somuleiðis tingflokki tygara og øllum stjórnmálaliga avvarðandi og játti:
Eg ? áðurnevndi rithøvundur ? havi syndað. Eg havi syndað stórliga. Eg havi talað ilt um Dam, Son og Tann Heilaga Javnaðarflokk. Fyrigevi mær EIDESGAARD veikleika anda míns og hugmóð biði eg inniliga av heilum hjarta.
Skrivað í Havn sunnudagin tann 25. oktober 1998 (eftir kirkjutíð).
Tygara undirgivni og
eyðmjúkliga iðrandi
veljari
Carl Jóhan Jensen