hevur alla sína tíð búð á Kirkju í Fugloy. Eg spyrji Ommediddu, um hon ofta var í Havn í sínum yngru árum, men hon sigur, at hon bert eina ferð hevur verið í Havn, og tá var hon 28 ára gomul. Eg vil nú læta [...] sleppa í fartin við honum. Í Lorvík lógu vit so nátt, og har gistu vit hjá Ólavi á Toftanesi. Har var ein sovorðin rúgva av konufólki saman komið, tríggjar konur vóru í húsinum, og kona læraran í Klakksvík [...] báðar búðu í Lorvík. Dagin eftir fóru vit til gongu um Lorvíksfjall. Ein arbeiðskona har í húsinum fylgdi okkum upp á, og so gingu vit einsamallar. Í Norðragøtu vóru vit ongastaðni inni, men í Syðrugøtu
við tiltøk og annað virksemi, sigur Hans Petur í Brekkunum og útdýpir. - Næsta ár hevur Føroyahúsið verið á hesari adressuni í 30 ár. So kanst tú ímynda tær, hvussu tað sær út, tá mann hevur hildið til eitt [...] Petur í Brekkunum staðið á odda fyri virkseminum í Føroyahúsinum, sum er á Vesturbrúgv í Keypmannahavn. Men nú takkar hann fyri seg sum leiðari fyri heldur at leita eftir nýggjum avbjóðingum. Í hesum sambandi [...] 12 hendingarík ár Hans Petur í Brekkunum lýsir tey seinastu 12 árini sum góð og tíðarkrevjandi. - Tað hava verið nøkur sera góð ár á einum super góðum arbeiðsplássi við fittum fólki, sigur Hans Petur
krevjandi og stuttligt tað í grundini er at vera lærari á Føroya Læraraskúla. Seinastu trý árini, og eitt hálvt afturat, hava tit knossast saman við okkum, og sum tíðin er liðin, hava vit meira og meira sæð [...] øll menniskju hava sum møguleika, tá ið vit vilja taka á okkum tað strevið, sum frælsið krevur av okkum: Í bókini »Politica para Amador«, sigur hann millum annað: »Tess meira forboð vit seta í royndini at [...] rokna við tær. 2.Tú skalt vita, at vit vita, at nakað virðismikið og gott er í tær, sum onnur hava brúk fyri. 3.Gloym ikki, at í minsta lagi 4-5 fólk ? tey næstu ? eru tætt bundin at tær. 4.Tú skalt vita
livikorunum heima í Føroyum. Tíðirnar batnaðu eitt sindur. Og tað var eisini um hetta mundið ? í 1942, at eg fór í realskúla í Vági. Realskúlin tók tá fýra ár, greiðir Nanna Mattiasson frá. Av tí, at ongir [...] Hospitalinum í tvey ár, noyddist hon at gevast orsakað av sjúku. Telegrafstøðin og Klaksvíksstríðið Í 1950 fekk Nanna Mattiasson arbeiði á Telegrafstøðini í Havn. Har upplivdi hon eitt og annað, sum hon ongantíð [...] øðrvísi í Svøríki enn í Føroyum. Bara tað at fara til handils. Í staðin fyri at tosa um pund og kilo, varð í Svøríki tosað um hektogramm o.l. - So vóru tað fruktirnar, sum eg var so bilsin av. Í urtagarðinum
segði nakað eftir í samrøðu við Sosialin, at hann tá fór at kanna um politiskur vilji var at halda fram við arbeiðnum næsta ár, tí hann dugdi lítla meining verða í at gera klárt í ár, um ikki politiskur [...] brúkt alla játtanina, sum er sett av í ár til at fyrireika tunnilin fyri. ? Tað er burturspilt at gera inntak og alt klárt í ár, um tað ikki skal borast, fyrrenn í 2004, sigur Bjarni Djurholm Hann sigur [...] tunnilin eisini gerast innanfyri teir fíggjarligu karmar vit hava til útbyggingar, verður onki annað gjørt í øllumn landinum. Skuldu byrjað næsta ár Tunnilin ímillum Øravík og Hov er mettur at kosta 100 milliónir
skipini, og í løtuni bíða vit bert eftir grønum ljósi frá myndugleikunum at fara undir broytingarnar, sigur Bogi Mortensen, stjóri á Strandferðsluni. Ein partur av málinum eru havnaviðurskiftini í Nólsoy, [...] royndarætlanin var sett í verk fram móti sumri heldur enn móti vetri. Men sum tað sær út í løtuni vænti eg, at tað helst fer at líða fram móti vári, áðrenn klárt er at seta Ternuna inn í siglingina, við einari [...] einari ferjulegu lidnari í Nólsoy, sigur formaðurin í havnanevndini. Soleiðis sum Jákup Símun Simonsen skilir støðuna, eigur landið eina ferjulegu, sum kann setast upp úti í Nólsoy. - Okkara partur verður
gerast meistari, tá NSÍ vitjaði í Gundadali sunnudagin. Staðfestingin av hesum veruleikanum átti ikki at havt við sær, at oddaliðið, sum hevur verið nógv tað besta liðið í ár og sum hevur so nógvar royndar [...] vóru tyngdir. Ágangandi mótstøðumenn Teir í Runavík hava ferð eftir ferð givið oddaliðunum trpulleikar. GÍ hevur verið um ein háls ímóti teimum fleiri ferðir, og í báðum javnleikunum ímóti HB hevur tað leingi [...] fyri, og í borðunum vóru Sjúrður Jacobsen og Dan Knudsen tryggir. B36 fekk hol á Tað verður kanska roknað meiri við góðum avrikum frá oddaliðnum, enn tað verður frá hinum liðunum, og ofta hava teir verið
Løgtingið samtykti í des. 2009 (løgtingsmál nr. 38/2009), at føroyska útlátið av veðurlagsgassum verður skert við í minsta lagi 20 % í tíðarskeiðinum 2010- 2020 í mun til útlátið í 2005, og at landss [...] frægt sum tikin upp á tungu í ársrøðuni hjá landsstýrismanninum nú um dagarnar. Skiftandi fólk hava umsitið veðurlagsmál. Tey hava ferðast dúgliga úti í heimi, har tey hava erpað sær av, hvussu álvarsliga [...] partsfundinum undir ST í Poznan í Pólandi. Árið eftir skuldu Føroyar styrkja leiklut sín á altjóða umhvørvispallinum, og havið skuldi setast í miðdepulin, søgdu tey síðan í eini tesu á COP 15 í CPH. Ovurerrin
Bergljót av Skarði hevur undirvíst í skúlanum í nógv ár, og staðfesti hon, at lærararnir taka hundrað prosent undir við næmingunum. - Skúlin hevur verið hopleyst forsømdur í nógv ár, og tað er gott at næmingarnir [...] hølisviðurskifti á studentaskúlanum í Hoydølum eru gjørd út frá námsfrøðiligum hugsjónum, sum eru meira enn 40 ára gamlar? - At tað í ár eru 10 ár liðin, síðani vit í Hoydølum fingu lovað ein nýggjan skúla [...] at sjálvsøgd minimumskrøv verða uppfylt? - At tað í dag ganga 600 næmingar á einum skúla, ið var bygdur til 200? - At politikararnir í fleiri ár hava sagt seg vilja geva okkum betur umstøður, men at einki
rskiftini á flogvøllinum í Vágum. Tað heldur Marjus Dam, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur sett Bjarna Djurholm fyrispurning um hetta mál. Marjus Dam spyr millum annað landsstýrismannin um, hann [...] eitt ár verður koyrandi um Vestmannasund, og tá fer ferðslan til flogvøllin at økjast munandi. Tí hevur tað skund at betra um møguleikarnar hjá fólki at seta bilin frá sær, tá tey skulu á flog. ? Í løtuni [...] løtuni verða summi fólk noydd at seta bilarnar frá í grannabygdunum hjá flogvøllinum, tí tað er ikki nóg mikið av plássi á parkeringsøkinum við flogvøllin, sigur Marjus Dam. Hann spyr, hvørjar ætlanir landsstýrið