Tunnilin ímillum Hov og Øravík útsetast í tvey ár

Nýggja suðuroyarskipið og samferðsluhavnin í Suðuroy kosta so nógv, at Bjarni Djurholm skjýtur upp at útseta tunnilin í tvey ár

 

Samferðsla

 

 

 

Nú bendir alt á, at ætlanin at gera tunnil ímillum Øravík og Hov, verður útsett.

 

Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, sigur, tær útbyggingar, sum eru samtyktar at gera í samferðsluna í Suðuroy, eru so stórar, at hann metir ikki, at tað eisini verður ráð til at fara undir tunnilin ímillum Øravík og Hov so skjótt, sum ætlað.

 

Sum tað sæst á øðrum greinum í blaðnum, hevur landsstýrið samtykt at byggja nýtt Suðuroyarskip, sum er mett at kosta 305 milliónir. Harafturat verður neyðugt at byggja nýggja samferðsluhavn í Suðuroy fyri ímillum 50 og 75 milliónir, fyri at skipið kann liggja trygt.

 

? Sostatt er talan um at byggja samferðsluna í Suðuroy út fyri ímillum 350 og 375 milliónir tey næstu trý árini. Bara komandi ár skulu minst 100 milliónir setast av til hesar bæði verkløgini.

 

? Skal tunnilin eisini gerast innanfyri teir fíggjarligu karmar vit hava til útbyggingar, verður onki annað gjørt í øllumn landinum.

 

 

 

Skuldu byrjað næsta ár

 

Tunnilin ímillum Øravík og Hov er mettur at kosta 100 milliónir og Landsstýrið hevði annars ætlað at fara undir fyrireikingarnar til hann í 2003, tvs, at tá skuldu vegir, innsløg og arbeiðsøkið gerast.

 

Men, tá ið fíggjarlógin fyri í ár var til viðgerðar í tinginum, samtykti løgtingið at seta 4,6 milliónir av til at fyrireika tunnilin ímillum Øravík og Hov fyri. Fyri hesa upphæddina skuldi vegirnir gerast til tunnilsmunnan og og inntakið gerast klárt.

 

Bjarni Djurholm segði nakað eftir í samrøðu við Sosialin, at hann tá fór at kanna um politiskur vilji var at halda fram við arbeiðnum næsta ár, tí hann dugdi lítla meining verða í at gera klárt í ár, um ikki politiskur vilji var til at halda fram við arbeiðnum og at bora komandi ár.

 

Men tá ið alt hetta hendi, var ikki ætlanin at byggja so stórt skip til suðuroyarsiglingina. Tá varð nýtt Suðuroyarskip mett at kosta 240 milliónir.

 

Nú hevur so landsstýrismaðurin í vinnumálum mælt til, at byrjað verður ikki upp á sjálvan tunnilin, fyrrenn í 2004, av tí, at suðuroyarskipið og samferðsluhavnin koma at kosta so nógv meiri, enn roknað varð við.

 

Samstundis er tað greitt, at Landsverkfrøðingurin fær ikki brúkt alla játtanina, sum er sett av í ár til at fyrireika tunnilin fyri.

 

? Tað er burturspilt at gera inntak og alt klárt í ár, um tað ikki skal borast, fyrrenn í 2004, sigur Bjarni Djurholm

 

Hann sigur, at hann hevur skotið upp, at avlopið verður brúkt til okkurt endamál í Suðuroy. Landsverkfrøðingurin skal nú finna útav, hvar í Suðuroy, peningurin er best farin.