Leygardagin staðfestu vit, at tað var møguligt hjá B36 at gerast meistari, tá NSÍ vitjaði í Gundadali sunnudagin.
Staðfestingin av hesum veruleikanum átti ikki at havt við sær, at oddaliðið, sum hevur verið nógv tað besta liðið í ár og sum hevur so nógvar royndar og góðar spælarar, varð darvað, men tað sá ikki mætari út, enn at B36 menninir vóru tyngdir.
Ágangandi mótstøðumenn
Teir í Runavík hava ferð eftir ferð givið oddaliðunum trpulleikar. GÍ hevur verið um ein háls ímóti teimum fleiri ferðir, og í báðum javnleikunum ímóti HB hevur tað leingi sæð út til, at NSÍ fór at vinna.
Og frá fyrsta bríksli sást á øllum brøgdum í Gundadali, at NSÍ ætlaði sær avgjørt ikki at vera kanónføði hjá oddaliðnum. Allan Simonsen, landsliðsvenjari, var millum áskoðararnar. Ivaleyst var hann komin fyri at síggja, hvussu lyklaspælararnir hjá honum eru fyri. Men saman við øllum hinum mongu áskoðarunum kundi hann staðfesta, at hjá NSÍ eru tað fleiri, sum kunnu hugsast at vinna sær pláss í landsliðshópinum komandi árini.
Teir høvdu bara Óla Hansen á toppinum, men tað vil ikki siga, at teir spældu verjukent. Helgi Lamhauge Petersen, sum var sera væl upplagdur og ágrýtin, stuðlaði álopsmanninum, og aftanfyri hann arbeiddu Gert Langgaard, Elian Hansen, Eyðstein Skipanes og Jónstein Petersen sera væl mitt fyri, og í borðunum vóru Sjúrður Jacobsen og Dan Knudsen tryggir.
B36 fekk hol á
Tað verður kanska roknað meiri við góðum avrikum frá oddaliðnum, enn tað verður frá hinum liðunum, og ofta hava teir verið sannførandi í ár.
Teir komu eisini á odda 1-0, tá korter var farið, og tað borgar fyri klassa, at hóast tað er mótstøðuliðið, sum hevur havt flestu hálvu møguleikarnar, so er tað oddaliðið, ið fær mál. Dánial P. Johansen, sum hesa ferð var ytstur í høgra verjuborði, sendi innfyri, og eftir eina sending afturat var Sivic leysur og skoraði.
Beint aftaná fekk væl upplagdi John Petersen ein fínan møguleika, men hann stútaði uppum, og í staðin fyri trygga leiðslu til heimaliðið kom rættiligur spenningur í, tá NSÍ tveir minuttir fyri hálvleik javnaði. Jónstein Petersen sendi eitt av sínum fløtu og vandamiklu innleggum innfyri, Egin Høgnesen var ikki serliga heppin, tá hann skuldi beina burtur, og bólturin endaði hjá Gert Langgaard, sum trillaði í málið. Stór frøði á nógvu NSÍ áskoðarunum og ikki minst frammanfyri HB húsið!
Høg ferð og oddaliðið endaði omaná
NSÍ gav áskoðarunum eitt gott fótbóltsupplivilsi, tá teir vitjaðu HB í Gundadali í fyrsta leikumfarinum, og aftur hesa ferð var NSÍ við til at geva valuta fyri atgongugjaldið.
Og tað gjørdu teir, sjálvt um B36 í fyrsta minuttinum eftir hvíldina kom framum aftur. Vánaligt málspark endaði hjá B36 miðvøllinum, miðverjan, sum annars stóð seg væl, svav, stungið var til John Petersen, og sum tann álopsmaðurin í landsliðsflokki, sum hann er, lat hann ikki møguleikan fara frá sær. Hann sneiddi málverjan av sær og trillaði í málið, og so var liðugt ? vóru tað mong, sum hildu.
Men NSÍ setti meiri damp á ketilin, og í eina løtu høvdu teir B36 menninar, sum tóktust tyngdir og so at siga høvdu gummibein, á knøunum. Útjavnandi málið skoraði Óli Hansen. Hann fekk sending uppá tvørs frá Helga L. Petersen, sum var tjúkt rangstaddur, tá hann fekk langa og høga sending frá Eyðsteini Petersen.
Og so var rættiliga spennandi. NSÍ setti Mortan Hansen inn í álopið við síðuna av Óla Hansen, og teir tóku Helga L. Petersen aftur á miðvøllin. Tað bar fleiri møguleikar við sær, og Mortan Hansen fekk hin størsta, tá hann varð spældur púra blankur við Egini Høgnesen, sum gjørdi tað gott aftur eftir kiksaran frá fyrra umfarinum.
Og so var tað, at B36 vísti, hví teir eru oddalið og á veg ímóti FM heitinum. Longu í steðginum royndu teir at fáa breidd í spælið, tá John Heri Dam varð skiftur inn, og eftir at teir fingu sigursmálið trettan minuttir fyri leiklok megnaðu teir væl at halda tætt, og tað var nærri við 4-2 enn útjavning til 3-3.
John Petersen var eisini meistari fyri sigursmálinum, og staðfesti harvið týdningin, sum hann hevur fyri oddaliðið. Hann vann bóltin uttanfyri brotsteigin, og uttan at nakar vardi, lyfti hann uppum verjuspælara og heilfluktaði framvið málverjanum, ið stóð sum negldur.
Tað gjørdist kvirt vestaru megin og frammanfyri HB húsið. Í B36 skýlinum var fagnaðurin stórur, men teir mugu bíða eina viku afturat, áðrenn teir taka fýrverkið og sjampanjufløskurnar úr taskunum! (jh)