Hergeir Nielsen
Fyrrverandi løgtingsmaður fyri Tjóðveldi og løgtingsformaður
---------------------
Lógarsmíðið verður ikki lógareftirkannað áðrenn framløgu, undir viðgerðini verður tað skrumblað ígjøgnum løgtingið við frávikum frá tíðarfreistini, og síðani verður umsitið sum best ber til.
Ja, so vindandi galið er tað, at stórmál, sum skula kubbast ígjøgnum, heldur ikki verða send avvarðandi myndugleikum til ummælis, áðrenn tey fara í kvørnina.
Lógarbroytingarnar, sum júst eru bornar tinginum, um avtøku av Búskaparráði, Gjaldføris- og skuldarfyrisiting, AMEG og Landsbanka Føroya eru dømi um hesa vanlukkuligu gongd.
Lóggávusmíðið er rapað og umsitingin er farin sama veg.
Eitt málið, sum hinvegin hevur fingið alla ta røttu skipaðu viðgerðina, verður kortini umsitið sum Harra Gud veit.
Løgtingið samtykti í des. 2009 (løgtingsmál nr. 38/2009), at føroyska útlátið av veðurlagsgassum verður skert við í minsta lagi 20 % í tíðarskeiðinum 2010-
2020 í mun til útlátið í 2005, og at landsstýrismaðurin í veðurlagsmálum skuldi lata tinginum eina støðufrágreiðing um, hvussu tað gekst við at røkka hesum máli.
Sami landsstýrismaður skuldi harafturat koma við hugskotum um at seta enn hægri innlendis mál um at skerja hetta sama útlátið enn meira.
Fyri at fylgja málinum neyvt samtykti løgtingið eisini, at henda frágreiðing skuldi berast tinginum annað hvørt ár, fyrstu ferð í tingsetuni 2011-12.
Men - tingsetan 2011-12 er bæði komin og farin, og einki, als einki, er frætt aftur frá hesum máli. Orka og umhvørvið vóru ikki so frægt sum tikin upp á tungu í ársrøðuni hjá landsstýrismanninum nú um dagarnar.
Skiftandi fólk hava umsitið veðurlagsmál. Tey hava ferðast dúgliga úti í heimi, har tey hava erpað sær av, hvussu álvarsliga tey síggja støðuna í Føroyum hesum viðvíkjandi.
Men - niðan á Tinghúsvegin orka tey ikki.
Ótaldar ávaringar eru komnar frá óheftum umhvørvisfelagsskapum.
DARA, ið er ein teirra, sigur nú um dagarnar, at 100 mió. fólk fara at doyggja av umhvørvisvanlukkum, áðrenn vit skriva 2030.
CO2 útlátið økist, jørðin hitnar og ísurin bráðnar. Vakstrarhúsárinið er arvurin, vit lata eftir okkum til børn okkara, og stendur hendan falløksin væl brýnd og bíða komandi ættarliðum. Sjálvi eru vit ávegis høggstabbanum.
Mannaættin kann ikki týna klótina, men klótan kann týna mannaættina og rista hana av sær. Ódnirnar, regnið og flóðirnar gerast alt fleiri og fleiri, og úti í heimi taka lond og stjórnir tí umhvørvismál í størri og størri álvara.
Fyri fýra árum síðan lótust tey í Nesinum at vera nakað so ævintýriliga fegin um veðurlagssáttmálan á fjúrtanda partsfundinum undir ST í Poznan í Pólandi.
Árið eftir skuldu Føroyar styrkja leiklut sín á altjóða umhvørvispallinum, og havið skuldi setast í miðdepulin, søgdu tey síðan í eini tesu á COP 15 í CPH.
Ovurerrin søgdu tey seg vera av, at vit í Føroyum nú høvdu sett okkum sum mál at skerja útlátið av veðurlagsgassum, og ovustór áherðsla varð løgd á eina føroyska tjóðarsemju um at skerja útlátið av veðurlagsgassum við í minsta lagi 20 prosentum.
Har var bara einki mark fyri, hvussu stóran týdning tað hevði, at Føroyar vóru sjónliga nevndar í fyrsta uppskotinum til eina nýggja bindandi veðurlagsavtalu.
Tá tey so við egnum eygum árið eftir sóu, hvussu ísurin smeltaði í Ilulissat, mundi harmaljóðið ongan enda tikið.
Mest umráðandi var sjálvandi, at okkara fólk komu á røttu myndirnar saman við røttu ráðharrunum. Tosað var síðan upp í ammur og kør um at tryggja og varðveita havumhvørvið, meðan umboð fyri PAME, AMAP og CAFF vístu á framtíðar visiónir innan havumhvørvið í arktiska økinum.
Annan dagin úti í mai mánaði 2010 mundi rómurin ongan enda tikið, so fegin tey vóru um ST dagin fyri lívfrøðiligum margfeldi, samstundis sum tey settu føtur í spenni og noktaðu at játta eina flata krónu til tað mest grundleggjandi arbeiði við at telja upp verandi fauna, so at hesin altjóða sáttmálin kundi haldast.
So seint sum í fjør vóru tey í Bruxelles og prátaðu um CO2 útlát, lívfrøðiligt margfeldi, veðurlagsbroytingar, kyksilvur, oljudálking og havumhvørvið, og slóu aftur tá nevan í borðið, at nú skuldi føroyska røddin hoyrast í alheims umhvørvishøpi.
Men hvat – røddin er tagnað, og hon tigur enn.
Ásetingin um, hvussu væl vit skuldu halda okkara egnu løgtingssamtykt frá 2009 um at skerja útlátið av veðurlagsgassum við 20 og helst fleiri og 20 prosetum fram til 2020 sæst ikki aftur nakrastaðni og var ikki pappírið verd, hon var skrivað á.
Í 2000 brúktu vit 230.000 tons av olju og í 2010 brúktu vit 232.000 tons. Árini harímillum lógu omanfyri, heilt upp í 256.170 tons fyri árið 2007.
20% av oljunýtsluni í 2005 gevur minus 49.500 tons, men einki politiskt framtak er gjørt, ið slóðar fyri at minka føroyska útláti samsvarandi hesi meirnýtslu.
Brúkararnir eru flokkaðir í fiskiskip og onnur skip, akfør og flogfør, íðna, handil og tænastur, einstakar brúkarar og SEV.
Frásæð Tróndi í Gøtu, sum sjálvboðin fekk ein NOx katalystator ísettan, hevur vinnan ikki gjørt nakað stórvegis fyri at skerja CO2 útlátið.
Oljuvinnan stendur á lopi inn í føroyska umhvørvið, og har eru als eingi átøk tikin.
Broytingarnar í havinum gerast alt sjónligari fyri hvønn dag, ið gongur. Vit halda okkum síggja tær, nú toskur hvørvur og makrelur kemur, men ein nógv størri broyting er ávegis.
Støðan í havinum hevur verið fyri størri negativum broytingum seinastu 30 árini enn í allari søguni hjá mannaættini fram til 1980. (Robert Callum, University of York)
Súrevnið hvørvur í ovurstórum mongdum, korallirnar hvørva og alguvøkstur tekur seg upp. Hvør endin verður, veit eingin okkara, men støðan er ræðandi.
Føroyingar skuldu bukast upp á pláss at fiska burðardygt, og ivaleyst gerst støðan á umhvørvisøkinum tann sama.
Vit harmast, suffa og puffa, og látast at vera, men vit orka ikki at halda gjørdar avtalur.
Vit eiga upp í ammur og kør av millumtjóða sáttmálum, sum vit ikki halda, og her á umhvørvisøkinum eru so fleiri teirra.
Vit hava her eitt greitt dømi um, at ein landsstýrismaður hevur brotið eina løgtingssamtykt, og eitt enn greiðari dømi um, at vit hava ein løgmann, sum ikki orkar at ansa eftir, um landsstýrismenn hansara umsita málsøki síni á lógligan og fullgóðan hátt.
Tá soleiðis er vorðið, rapar fólkaræðið, virðingin fyri politisku skipanini hvørvur, og at enda hvørvur fólkið eisini.