Ommedidda er gomul nú, hon er 83 ára gomul, men enn er hon nokkso fitt, hon bæði karðar og spinnur og gongur úti upp í millum. Rúmt hálvt ár herfyri datt hon oman, og tá væntaðu øll, tað fór at verða hennara endi, men tað var ikki. Hon hevði verið uppi á loftinum eftir rokkinum og stránum, tí hon ætlaði sær at fara at spinna; men á veg niður aftur av loftinum við rokkinum í aðrarið hondini og stránum í hinari, datt hon ovast av stiganum og meiddi seg; men sum fyrr sagt, enn fæst hon við at spinna og orkar at ganga úti. Hon er gomul genta. Nú er tað kanska onkur, íð ynskir at vita, hvør henda ommudidda er, og sjálvsagt hevur hon annað navn; men tað yngra fókið á Kirkju kallar hana bara ommudidda, men eldri fólk í grannabygdunum vilja komast betri við, hvør hon er, tá vit nevna hana Ebba suðuri í Túni. Hon hevur alla sína tíð búð á Kirkju í Fugloy.
Eg spyrji Ommediddu, um hon ofta var í Havn í sínum yngru árum, men hon sigur, at hon bert eina ferð hevur verið í Havn, og tá var hon 28 ára gomul. Eg vil nú læta ommudiddi greiða frá havnarferðini, hvussu hon ferðaðist til Havnar og aftur til Fugloyar. Hon sigur soleiðis:
"Tað var mitt um summarið, og ein kona á Kirkju og eg høvdu lagt ferðalag til Havnar. Tá í tíðini var ikki so liðiligt at ferðast úr Fugloy til Havnar sum nú. Toftamenn vóru í Fugloy og ferðaðust, og við teimum fóru vit av Kirkju inn á Norðtoftir. Har lógu vit nátt; vit gistu "undir Gróthúsinum" hjá Katrinu í Depli. Av Norðtoftum fylgdi Jóanis undir Gróthúsinum okkum til Árnafjarðar. Har fóru vit inn til Hanus í Glasstovuni, og hann fylgdi okkum á Svínoyagjógv og oman á slætt, og tá vit vóru komin oman á slætt, funnu vit sjálvar til Oyrar. Har gistu vit uppi í stovu (í Uppistovu). Dagin eftir førdu Oyramenn okkum úr Klakksvík og til Lorvíkar. Tá vit komu inn í Bø, fingu vit at vita, at hin gamli skúlalærarin nettup var farin til Lorvíkar at ferðast við konu sínari; tá vóru vit so harmar, at vit vóru ov seinar av Oyri at sleppa í fartin við honum. Í Lorvík lógu vit so nátt, og har gistu vit hjá Ólavi á Toftanesi.
Har var ein sovorðin rúgva av konufólki saman komið, tríggjar konur vóru í húsinum, og kona læraran í Klakksvík, ið var systur bóndans og ein dóttur bóndans, ið gift var á Eiði, vóru komnar at ferðast. Har afturat vóru komnar har at taka ímóti konu lærarans úr Klaksvík ein systur bóndans og ein dóttur hansara, sum báðar búðu í Lorvík.
Dagin eftir fóru vit til gongu um Lorvíksfjall. Ein arbeiðskona har í húsinum fylgdi okkum upp á, og so gingu vit einsamallar.
Í Norðragøtu vóru vit ongastaðni inni, men í Syðrugøtu fóru vit inn niðri við Hús, og har vóru vit settar til borðs í einari stovu, har merki sóust eftir, at torðan hevði sligið niður. So fóru vit aftur til gongu, og tá íð vit komu til Solmundarfjarðar, fóru vit inn hjá einum manni, sum æt Per. Har vóru vit eisini til borðs, og so fóru vit aftur til gongu út til Toftar. Har hildu vit til á Hellu. (Tann eldra konan har í húsinum var systkinabarn við pápa mín).
Morgunin eftir fór ein maður av Toftum, ið æt Jens Kristian, og kona hansara til Havnar, og so sluppu vit við í bátin við teimum. Pól uppi á Hellu á Toftum, ið eisini var við í ferðini, fylgdi mær til hús, har sum eg ætlaði at halda til í Havn. Beiggi mín gekk í læraraskúlan, og hann helt til hjá einari konu, ið æt Elspa Sofía, og har gisti eg so átta dagar.
Úr aftur Havn fóru vit so til gongu niðan til Hoyvíkar, og har sluppu vit so í bátin við Hanusi á Glyvrum, ið hevði verið í Hoyvík og vitjað abbabørn síni har. Tá íð vit komu til Glyvrar, beyð Hanus okkum til hús við sær, og har gistu vit so ta náttina.
Morgunin eftir fóru vit aftur til gongu, og táið vit komu til Sølmundarfjarðar, fóru vit inn á gólvið hjá Peri; tey vóru óføra blíð, og Per kom at fylgja okkum ávegis, tá vit aftur fóru til gongu. So gingu vit líka til Lorvíkar, og tá íð vit komu har, ætlaðu lorvíkingar sær at fara at dyrgja á Galvinum, og so sluppu vit í bátin við teimum; teir settu okkum upp á land á Galvinum, og haðani gingu vit so til Syðradals. Men táið vit komu til Syðradals, var so seint, at alt fólkið longu var farið til songar, og einki fólk kendu vit har á plássinum. Eg helt tá við hina, at tað var beinast, at vit fóru inn í tey størstu og prúðastu húsini, sum vit sóu, tí um vit komu so seint til fólk at biðja um hús, hvar trongligt var við sengur, kundi tað koma illa við. Vit so gjørdu, sum eg hevði rátt til. Vit fóru so inn hjá Óla bónda á Syðradali, og væl vit vóru móttiknar. Vit søgdu, hvussu tað bar til, at vit nettup komu inn hjá teimum, og konan í húsinum helt fyri, at tað var rætt hugsað av okkum.
Dagin eftir fóru vit til gongu heim til Húsar, og haðani sluppu vit til Kunoyar við Hanusi á Heyggi, íð fór at føra konusystir sína til Kunoyar. Í Kunoy lógu vit eina nátt; eg helt til hjá Hans Jákup í Árnastovu, og hin helt til í Innarstovu.
Dagin eftir fóru vit til gongu til Skarðs, Ólavur í Innarstovu fylgdi okkum. Vit gingu upp um og oman aftur Skarðsgjógv. Á Skarði hildu vit til hjá Jóanis á Skarði; har lógu vit eina nátt, og dagin eftir fóru Skarðsmenn norður í Sund (Hvannasund) til handils, og við teimum fóru vit norður í Sund. Árant á Skarði var ein, íð fór við; hann kom við einum leypi av torvi. Hann segði, at hann skuldi hava hann við til tinganest til systurdóttir sína, íð var gift á Oyrini (Norðdepli).
Í Sundi lógu vit so ta náttina, og dagin eftir førdu Sundamenn okkum til Fugloyar. Og so var m ín Havnarferð komin at enda".