hjá stóru feløgunum, og tað sigur seg sjálvt, at vit eru fegnir, at tað eydnaðist at vinna stig á útivølli. Tað er langt eftir at røkka upp um strikuna, men vit skylda hvørjum øðrum hvørja ferð at vísa [...] Hóast NSÍ er omanfyri miðjuna á støðutalvuni, so er tað framvegis ein veruleiki, at NSÍ ikki hevur megnað at vinna ímóti øðrum enn trimum teimum niðastu. Hetta er merkisvert, tí NSÍ hevur verið við til [...] vinna 1-0 í Runavík og 1-0 síðsta sunnudag í Gundadali. Nú er dagsskráin hjá NSÍ at spæla ímóti einum av trimum teimum niðastu, og tá hevur tað higartil í ár borið væl til. Burturúr seks dystum ímóti B68
Hetta er eitt stórt framstig, tí tað ger, at vit í Føroyum eisini kunnu lesa virðisløntu bøkurnar á okkara egna máli. Tað er gott at brúka orku uppá at týða bøkurnar, tí endamálið við øllum hesum er jú, [...] samstarvið og savningarmegina – og einki amboð er so gott til tað, sum júst bókmentirnar. Skaldskapurin gevur jú eitt gott innlit í mentanirnar hjá hvørjum øðrum, bæði við tí, sum verður skrivað, men eisini [...] eisini við tí, sum kann lesast millum reglurnar. Tað er helst eisini orsøkin til, at júst bókmentaheiðurslønin er tann elsta av teimum heiðurslønunum, sum verða latnar, sigur Rigmor Dam. Formaðurin í nevndini
korona-virus, tað er tí at vit spritta okkum um hendurnar. Men fongur ikki í hesum føri, tí tað skal sterkari lútur til enn ein vanligur snapsur til at gera av við virus. Vanligt rúsdrekka er eini 40 prosent [...] hava føroyingar ein heilt serliga sið, og tað er, at øll drekka snaps úr sama glasi, bæði durasnapsin, og ofta eisini tá ið skonkt verður undir einum borðhaldi er heldur ikki óvanligt at skonkja, úr sama [...] eiga vit ikki at drekka úr sama glasi. Akkurát sum tað kann fáa smittuna at breiða seg, at vit taka í hondina á hvørjum øðrum tá ið vit hittast, kann tað fáa smittuna at breiða seg, at fleiri drekka av sama
Støkk-høllini leygarkvøldið. -Eystanstevnan er best, tá ið FM telur við. Tá er meira fólk og lív í býnum. Tað hevði verið best, at FM-róður var á Skálafjørðinum á hvørjum ári . Ann Petersen og Otto og Elsa 4 [...] at hyggja eftir kappróðri. Annar veit eg ikki hvat ið er á skránni. Stevnan er eisini útreiðslur. Tað kostar altíð nokk, um børnini skulu hava alt tað sum tey krevja. Vit hava tvey børn og stevnan kostar [...] uppvaksin og hava røtur her dáma tað ikki. Men tilflytararnir leggja ikki so nógv í tað, sigur hann. Glyvramaður, saltangarámaður ella runavíkingur? Teir hava í hvussu so er tann fyrimun, at teir bæði kunnu
upp ímóti hvørjum øðrum, men at øll hava somu rættindi og møguleikar. Tí er tað upp á tíðina, at vit eisini tryggja javnstøðu fyri pápar. Tað er ikki bert ein fyrimunur fyri páparnar, tað er eisini ein [...] foreldramyndugleika. Men hetta er ikki galdandi fyri teir pápar, ið ikki eru giftir við mammuni og sum ikki hava búð saman við mammuni í 10 mánaðar, áðrenn barnið verður føtt. Tað merkir, at mamman skal góðkenna [...] góðkenna, at pápin verður skrásettur sum pápi, og at hann harvið fær deildan foreldramyndugleika. Tað er ein skipan, sum hoyrir eini aðrari tíð til. Pápar eru foreldur á jøvnum føti við mammur. Teir eiga
Bólturin er farin á rull. Fyrstu umførini í steypakappingini eru avgreidd, og tað er longu staðfest, at nýggjur steypavinnari skal finnast. B36 er fokið úr kappingini um Løgmanssteypið. Hetta er 65. árið [...] hvørt kort at verða umrødd, vend og snarað. Hetta er alt við til at gera fótbóltin til tað undirhaldið, sum hann er kring allan heimin, og sum hann avgjørt er í Føroyum. Vit ynskja øllum gott kappingarár 2007 [...] árið, at tað verður kappast í landskappingini. Fyrsta kappingin var í 1942, og síðani hevur verið kappast á hvørjum ári. Undantakið var 1944, tá ið tað av krígsávum ikki bar til at kappast. Í fjør vóru tað
veksandi og tað er tann størsti vinnubólkurin, tí har arbeiða 10.222 fólk. Tað eru 1.368 starvsfólk fleiri enn tað eru í privatu tænastuvinnuni, har tað arbeið 8.854 fólk. Restin av løntakarunum, er javnt nýtt [...] seinastu mánaðirnar er stígur komin, so hesa seinastu tíðina er talið ikki hækkað. Hinvegin vísir uppgerðin, at tað serliga er hjá monnunum, at stígur er komin í, men at talið á kvinnum, sum arbeiða, veksur [...] størs fyri tveimum árum síðani, vóru tað yvir 1.000 fleiri menn, sum arbeiddi enn tað vóru kvinnur, men tað er serliga hetta seinasta árið, at munurin ímillum kynini er farin at minka. Tølinu vísa eisini
nar, og so sjálvandi sjálv HM finalan. Hvat er títt fyrsta HM minni? - Eg minnist bara glimt frá HM 1994, so mítt fyrsta orduliga minni frá HM, má vera tað í 1998. Eg minnist sera væl fjórðingsfinalu dystin [...] var ikki. Hvat HM endaspæl stendur sterkast í minninum? - Tað má vera tað í 2010. Eg og nakrir vinmenn hugdu og tippaðu á allar dystirnar við tað endaspælið, og ein fekk skava sær heilt fitt av peningi inn [...] síggja tær stóru stjørnurnar levera Hvat gleðir tú teg mest til í samband við HM? - Tað, sum eg gleði meg mest til er, at seta meg niður, slappa av, og bara hyggja eftir fótbólti við vinmonnunum. Alla ta
At skora fýra mál á Anfield er ikki hvørjum manni beskorið. Tvey mál frá Fernando Torres og tvey frá Yossi Benayoun plaga vanliga at tryggja Liverpool ein sigur, men tað var altso ikki nokk hesaferð. [...] samstundis mátti framherjin ásanna, at tað var enn truplari, enn hann hevði roknað við, at gera um seg í Premier League. Og við hansara egnu orðum »truplari enn tað sá út til í sjónvarpinum«. At evnini hava [...] At flestu av teimum átta málunum í dystinum komu eftir stór verjumistøk, er so eitt annað mál, men tað nertir ikki við undirhaldsvirðið, ið mest sum eksploderaði í seinna hálvleiki. Beint undan steðginum
Hammer verða bara sjónligari og sjónligari. Fyrsta talið er vegurin, sum nú er. Annað talið er ætlanin hjá Landsverkfrøðinginum og triðja talið er uppskotið hjá Petur Hammer Strekkið Vágur -Tvøroyri (km)25 [...] koyra eftir, men tað ger so bara teir fíggjarligu fyrimunirnar enn størri. (Sí talvu). Men samanumtikið er talan um eina sparing uppá fleiri milliónir um árið, umframt at sjálvur tunnilin er væl bíligari at [...] byggimeistari á Tvøroyri, sær av sínum eintingum til NCC og spurdi um tað ikki bar til at leggja tunnilin niðri í dalinum. Hetta er 100 metrar lægri enn Landsverkfrøðingurin ætlaði at leggja tunnilin. Við