Bólturin er farin á rull. Fyrstu umførini í steypakappingini eru avgreidd, og tað er longu staðfest, at nýggjur steypavinnari skal finnast. B36 er fokið úr kappingini um Løgmanssteypið.
Hetta er 65. árið, at tað verður kappast í landskappingini. Fyrsta kappingin var í 1942, og síðani hevur verið kappast á hvørjum ári. Undantakið var 1944, tá ið tað av krígsávum ikki bar til at kappast.
Í fjør vóru tað feløgini í Gundadali, sum vunnu bæði landskappingina og steypakappingina. B36 og HB hava verið meistarar øll árini síðani 2001, og tey hava dyggiliga sett dám á steypakappingina. B36 hevur vunnið steypakappingina í 2001, 2003 og 2005 og HB í 2004. Høvuðsstaðurin hevur vunnið tíggju av tólv gullsettum. NSÍ og GÍ hava vunnið hvør sín lut í Løgmanssteypinum seinastu seks árini.
Tvey tey seinastu árini hevur landskappingin fevnt um 27 umfør í staðin fyri tey 18, sum vóru á skránni til og við 2004. Longda kappingin hevur roynst framúr væl. Bæði í 2005 og í 2006 var tað ikki greitt fyrrenn eftir síðsta bríksl í 27. umfari, hvør varð meistari, og hvørji noyddust tungu niðurflytingarleiðina.
Hvussu 2007 kappingin fer at myndast og roynast er partur av fótbóltsmentanini at tosa og meta um. HB og B36 eru aftur í ár eru millum favorittarnar. Men tað skal spælast og telvast á vøllunum kring landið, áðrenn mál og stig verða lutað, og tað kann gott fara at vísa seg, at feløgini aðra staðni fara at geva høvuðsstaðarfeløgunum ein skarpan gang.
Í fjør misti EB/Streymur á stokkinum. Samansetta liðið hevur fyrireikað seg væl, og málið hjá teimum er, at tað, sum ikki eydnaðist á Mølini í fjør, skal eydnast í Streymnesi, har teir nú eiga heimavøll. Klaksvíkingar, sum ikki hava hildið á FM steypinum síðani í 1999, droyma um FM og ætla sær at verða meistarar í seinasta lagið í 2009. NSÍ verður fimmti í ár, og í Runavík verður droymt um og vónað, at tað endiliga skal eydnast teimum at vinna fyrsta FM heitið.
135 Formuladystir
Í Gøtu eru tíðirnar øðrvísi, enn tær vóru stoltu níti árini, og á Skála er stóri spurningurin, hvussu tað fer at hilnast, nú ábyrgdarmaðurin fyri stoltu gongdini seinastu árini, er burtur.
Í Suðuroy varð í heyst nógv tos um samanlegging. Í fremstu røð varð einki av henni. VB/Sumba skal verja borg, og hóast ikki alt í fyrireikingunum hevur lagað seg soleiðis, sum tað varð ætlað, so hava suðuroyingarnir gott mót.
AB hevur longu gjørt hol í sjógvin í steypakappingini. Hvørki argjamenn ella sandoyingar, sum fyri fyrstu ferð síðani 2001 skulu royna seg í fremstu røð, ætla at geva sessin í Formuladeildini frá sær uttan svørðssløg.
Nú fæst at síggja. Leygardagin 27. oktober verður gjørt upp. Tá verður greitt, hvør verður meistari, hvør hevur vunnið atgongumerkini til altjóða kappingar, og tá verður greitt, hvørji tvey fara at flyta niður. Ímillum sunnudagin 1. apríl og leygardagin 27. oktober skulu 135 dystir spælast í Formula deildini. Millum manna, í miðlunum og í feløgunum fer hvørt spark og hvør stútari, hvør finta og hvørt mál og hvør dómur og hvørt kort at verða umrødd, vend og snarað. Hetta er alt við til at gera fótbóltin til tað undirhaldið, sum hann er kring allan heimin, og sum hann avgjørt er í Føroyum.
Vit ynskja øllum gott kappingarár 2007!